týsdagur 13. mai 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
[ Nr. 89 - 13. mai 2008 ]
Overfegin Fergie
Giggs og Ronaldo fingu størstu rósurnar,
men Sir Alex Ferguson roknar við, at dagsins
Manchester United hevur góðskuna til
at metast millum tey bestu í søguni hjá
felagnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sir Alex Feguson hevur roynt opg vunnið meira enn
flestu aðrir venjarar. Eftir 10. meistaraheitið við Man
chester United var smílið sjálvandi stórt, men hóast
talan hevur verið um eitt liðavrik gjøgnum árið, tosaði
skotski venjarin fyrst og fremst um tveir av sínum
monnum. Nevnliga Ronaldo og Ryan Giggs.
Ronaldo hevur verið fantastiskur. At ein kantspælari
fær 41 mál er púrasta sensationelt. Og tað var sjálvandi
eisini fantastiskt hjá Ryan, at hann skuldi skora eitt so
avgerandi mál í dystinum, sum hann javnar metið hjá
Charlton. Kanska var tað bara lagnan, ið vildi tað so.
Bjørt framtíð
Talan er at kalla um triðja ættarliðið av Manchester
United, sum Ferguson nú hevur leitt til tvey meistaraheiti
á rað. Eisini hóast Giggs enn er felagsnevnarin millum
meistararnar frá 1993 og 2008.
Vinna vit eisini Champions League, mást tú seta
hetta liðið á ovastu tindarnar í fótbóltssøguni. Og hetta
er eitt komandi lið. Vanliga hava europiskir meistarar
ein meðalaldur um tey 29, men vit hava hópin av ungum
spælarum.
Rooyney, Ronaldo, Tevez, Anderson, Nani og Fletch
er eru allir ungir, og hava eina bjarta fótbóltsframtíð
fyri sær. Men tú hevur eisini tørv á royndum spælarum.
Spælarum sum Rayn Giggs, Paul Scholes og Edwin van
der Sar. Tað eru slíkir, sum geva teimum ungu spælar
unum møguleikan at mennast.
Men hóast bjørtu útlitini, so torir Sir Alex als ikki at
siga, at hetta liðið fer at seta set eins tungt á ensku
fótbóltstrúnuna, sum lið hansara gjørdi í 90’unum.
Eg rokni við, at Arsenal verða sera sterkir, og at
Liverpool fer at styrkja sær um hópin við fleiri spælar
um. Hvat Chelsea ger, veit eg ikki, men teir hava longu
ein sera sterkan hóp. Everton hevur eisini gjørt stór
framstig við David Moyes sum venjara, og Tottenham
tekur seg støðugt fram, so eg eri vísur í, at vit ikki fáa
møguleikan at dominera á sama hátt, sum vit gjørdu tá,
segði Ferguson við ensku miðlarnar, tá gullið var komið
til høldar.
Eftiir meira enn 18 árum í felagnum hevur Sir Alex
Ferguson framvegis hug at vinna fleiri steyp og sigrar við
Manchester United
Ståle tekur ábyrgdina á seg
FC Keypmannahavn hevur ikki staðið seg so væl í hesum
kappingarárinum, sum felagið plagar, og tað venjarin hjá FCK, Ståle
Solbakken, tekur ábyrgdina fyri vánaliga kappingarárið. Vit hava ikki
verið nóg góðiri ár, og orsøkin er, at eg havi ikki verið nóg dugnaligur
til at fáa spælararnar at passa til okkara konsept, sigur Ståle Solbakken.
Hann fegnast tó um, at FCK framvegis hevur møguleikan
Brynja seg til næsta ár
Enska fótbóltskappingin er ikki meira enn liðugt, so eru
feløgini farin í holt við at keypa spælarar til næsta
kappingarár. Stjórin í Manchester United sigur, at felagið
fer ikki at smæðast við at keypa dýrar spælarar í summar,
og Chelsea hevur longu keypt fyrsta spælaran. Tað er 26
ára gamli verjuspælarin José Bosingwa, sum hevur spælt
seks landsdystir fyri Portugal. Hann kostar enska
felagnum umleið 150 milliónir krónur.
Í sínum dysti numm
ar 758 – ein tangering
av metinum hjá
Bobby Charlton
– staðfesti Ryan Giggs
sítt 10. og tað 17.
meistaraheitið hjá
Manchester United
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leikluturin hjá nú 34 ára
gamla walisaranum hevur
kanska verið sjónligari til
tíðir. Seinasta partin av hes
um kappingarárinum hevur
tað ofta verið sum skiftis
leikari, at hann hevur fingið
dystartalið enn longur upp
eftir, men hansara partur
hevur ikki ligið eftir í
dominansinum, sum Man
chester United hevur havt í
enskum fótbólti seinastu 15
árini.
Og tí kundi handritið
valla verið betur skrivað, tá
hann kom inn á vøllin í
seinasta
dystinum
hetta
kappingarárið.
Við Chelesa lúrandi í bak
hjólinum skuldi Manchester
United vinna dystin móti
Wigan, um gullið skuldi
tryggjast, men hóast 10
leiðslu, gekst striltið at fáa
málið, sum kundi taka
luftina úr spenninginum.
Wigan hevði sínar orsøkir
til at kenna seg snýttar, tá
dómarin ikki sá armin, sum
Rio Ferdinand nýtti, tá
støðan framvegis var 00.
Og tað bøtti neyvan um
lagið hjá vertunum, at tað
júst var eitt brotsspark, sum
gav
Cristiano
Ronaldo
høvið at skjóta sítt 31. mál í
Premier League hetta kapp
ingarárið. Í seinna hálvleiki
vóru tað tó gestirnir, sum
kendu seg snýttar. Ikki
minst, tá beinini vórðu
feigaði undan Scholes inni
í brotsteiginum, uttan at
hetta tó kostaði nakað sum
helst.
Til tíðir kendist spælið
meira enn eitt sindur nerva
kent, men tað var altso
Giggs, sum fekk nervarnar
í
rættlag.
Wiganverjan
gloymdi
eftiransingunum
eina løtu, og tá Rooney
stakk bóltin til Giggs, var
roynda vinstra beinið ísa
kalt. Gullið var enn eina
ferð komið til Old Trafford!
At Chelsea so mest sum
heilkiksaði, tá Bolton seint
í dystinum javnaði leiðsl
una, sum Shevchenko hevði
skotið til avbjóðararnar,
hevði minni upp á seg.
Eykavinningur
til Fulham
Aðra
staðni
í
Premier
League var tað ikki gull
men bjargingin, sum taldi.
Og her gjørdist fyrrverandi
venjarin hjá Toda Jónsson
stóri vinnarin, tá Roy Hodg
son og Fulham vunnu nerva
kríggið.
Tað hevur annars ikki
staðið nakað serligt til hjá
Fulham,
men
seinastu
tríggjar dystirnar vann liðið
níggju stig, og tað var akku
rát nóg mikið til at basa
Reading og Birmingham.
Og nú røkist enntá fyri, at
Fulham eisini sleppur út í
Europa komandi kappingar
ár. UEFA letur nevnliga á
hvørjum ári serstøk Fair
Play pláss, og eftir at Man
chester City fekk reytt kort
ímóti sær, tá teir vórðu gjøg
numbankaðir av Middles
brough, liggur Fulham brád
liga heilt væl fyri í tí kapp
ingini. Enn er tó ikki enda
liga greitt, um Fulham fær
plássið.
Birmingham-Blackburn
4-1
Chelsea-Bolton
1-1
Derby-Reading
0-4
Portsmouth-Fulham
0-1
Sunderland-Arsenal
0-1
Tottenham-Liverpool
0-2
West Ham-Aston Villa
2-2
Wigan-Manchester United
0-2
Middlesbrough-Manchester City
8-1
Everton-Newcastle
3-1
FAKTA um dystin
Giggs setti punktum
Tað var Rio Ferdinand,
sum bara liðskiparabindið
um armin, men sjálvandi
var tað Ryan Giggs, sum
slapp upp at taka ímóti
stóra steypinum
Mynd: Polfoto/AP