Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 89 - 13. mai 2008 tíðindi Á forkunnuga tiltakinum á Hotel Føroyum við stórum galladøgurða, nú hotellið hevur 25 ár á baki, vóru kendu donsku kokkarnir samdir um, at Føroyar eiga rávørur í heimsflokki. – Vit kunnu saktans hevja okkum upp á altjóða støði innan matstovuvirksemi, er Jóhan Mortensen, sum var við til tiltakið, sannførdur um GalladøGurði Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað er nógv hent á Hotel Føroyum og ikki minni á Hotel Tórshavn, síðan Jo­ hannes Jensen eisini tók um stýrisvølin á hotellinum í miðbýnum. Stórar umbygg­ ingar eru framdar á fyrr­ verandi Sjómansheiminum, og nú kunnu fólk sita uttan fyri í góðveðrinum og njóta eina øl ella eitt vínglas. ­ Vit hava eina felags leiðslu, men kortini er talan um tvey hotell við ymiskum stíli – og við ymiskari atmo­ sferu. Sósirnar skulu ikki verða eins á báðum hotell­ unum, segði hotelstjórin, tá hann á sumri í 2005 eisini tók við leiðsluni á Hotel Tórshavn. Eingin ivi er um, at tað hevur eydnast Johannesi Jensen at seta síni spor hesi árini, hann hevur verið hotelstjóri. Stórur galladøgurði Nú hotellið við Oyggjar­ vegin hevur 25 ár á baki, skipaði Hotel Føroyar næst­ seinasta sunnukvøld fyri einum stórfingnum tiltaki við galladøgurða. At taka sær av mati, borðreiðing og tænastu hevði hotellið fing­ ið fatur á fleiri kendum, donskum kokkum, sum eitt nú starvast á matstovum, ið hava sonevndar michelin­ stjørnur, ið er vørumerki hjá matstovum í serflokki. Sosialurin hevur skift orð við Jóhan Mortensen, sum var millum teir tilsamans 220 gestirnar á hotellinum hetta serstaka og forkunn­ uga kvøld. ­ Tiltakið var alment, og hóast kostnaðurin fyri lut­ tøku var 1500 krónur fyri hvønn persónin, vóru hølini fullsett. Hetta vísir bara, hvussu stórur áhugin í Før­ oyum veruliga er fyri gastro­ nomi. Jóhan heldur ikki, at prís­ urin fyri galladøgurðan var eina einastu krónu ov høg­ ur. ­ Hetta var eitt so framúr gott tiltak, har fokus varð sett á okkara egnu rávørur – hin norðurlendska køkin ­ og teir mongu og ymisku hættir og rættir, hesar rá­ vørur kunnu gerast til. Hann vísir á, at helming­ urin av prísinum fyri galla­ døgurðan fer í ein danskan grunn, sum arbeiðir fyri at senda kokkar á námsferð í útlondum, soleiðis at hesir kunnu fáa nýggjan íblástur innan sítt yrki. ­ Hetta kvøldið skuldu tveir føroyskir kokkar velj­ ast, sum skulu fáa eitt slíkt høvi. Ein bólkur valdi so­ leiðis út tveir av føroysku kokkunum, sum eisini vóru við í tiltakinum á Hotel Før­ oyum. Valið fall á teir báðar, Leif Sørensen, sum starvast á matstovuni Gourmet og Gundur Fossdal, sum starv­ ast á Hotel Føroyum. Hesir báðir fara seinni á forkunn­ ugar danskar matstovur, sum høvdu kokkar við á til­ takinum hetta kvøldið. Á galladøgurðanum á Hotel Føroyum var Gundur virkandi høvuðskokkur, meðan Leif var við sum gestur. Danskir kokkar ovfarnir Seks kendir danskir kokkar syrgdu fyri mati og borðreiðing, men nógvar aðrar hendur vóru í “sving” hetta kvøldið á Hotel Føroyum Hóast kostnaðurin fyri hvønn til galladøgurðan hjá Hotel Føroyum var 1500 krónur, stóð ikki á at fáa fólk at tekna seg til hetta serstaka og forkunnuga kvøld