týsdagur 13. mai 2008síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
49
tíðindi
Forkunnugt kvøld
- Hetta gjørdist eitt forkunn-
ugt og heilt fantastiskt
kvøld, har hesir seks donsku
kokkarnir við stórum før-
leika og nærlagni gjørdu
seks ymiskar rættir – pri-
mert úr føroyskum og út-
lendskum rávørum, sum
teir síðan borðreiddu fyri
teimum mongu gestunum.
Saman við matinum fingu
fólk tilhoyrandi vín úr
hágóðsku, sum føroyingurin
og ein av eigarunum av
kendu matstovuni Søllerød
Kro, Jan Restorff, stóð
fyri.
Hann sigur, at Søllerød
Kro hevur eina michelin-
stjørnu, og tað eru bert tær
bestu matstovurnar, sum
hava hesar stjørnur.
- Jan er sommelier – ella
vínmaður - og hann er helst
ein hin kendasti á sínum
øki í allari Skandinaviu.
Jóhan Mortensen sigur,
at alt tiltakið, sum tað var,
eydnaðist serstakliga væl,
og hann heldur, at ungu og
fryntligu starvsfólkini hjá
Hotel Føroyum eiga stórt
rós uppiborið fyri sítt dugna-
semi.
- Allar tær hendur, sum
vóru í gongd á hotellinum
hetta kvøldið, góvu sítt
íkast til, at tiltakið gjørdist
so stórfingið og forkunnugt.
Alt gekk upp í eina hægri
eind, sum hann tekur til.
Eingin myndugleiki
Tað undrar Jóhan almikið,
at
hvørki
umboð
fyri
SamVit, sum er okkara and-
lit úteftir á ferðavinnuøki-
num, ei heldur myndugleikar
innan vinnuøkið, vóru við
til tiltakið á Hotel Føroy-
um.
- Eingin, sum alment
varðar av okkara ferðavinnu
ella høvuðsvinnu, var við,
og hetta undrar meg stór-
liga.
Hann sigur, at kendu
donsku kokkarnir vóru ov-
farnir av dygdini í okkara
rávørum, eitt nú hummara,
kalva, toski, øðu og rabar-
bum.
- Teir vóru allir samdir
um, at hetta er rávøra í
heimsflokki, leggur hann
aftrat.
Jóhan ivast onga løtu í, at
Føroyar eiga framúr góðar
rávørur – bæði í havinum
og uppi á landi, og saman
við góðu kokkunum, vit
eiga í Føroyum, kunnu vit
saktans hevja okkum uppá
altjóða støði innan mat-
stovuvirksemi.
- At okkara kokkar nú
aftur fáa høvi at nema sær
íblástur á kendum – og
viðurkendum - matstovum
uttanlands, er eisini við til
at lyfta støðið, sigur hann.
Jóhan, sum hevur stóran
áhuga fyri føroyskum rá-
vørum, vísir á, at rákið í
Skandinaviu í dag er, at
matstovur venda aftur til
upprunakøkin, sum hann
tekur til.
Hann nevnir eitt nú kendu
donsku matstovuna Nova,
sum er á Norðuratlants-
bryggjuni í Keypmannahavn
og hevur tvær sonevndar
michelin-stjørnur.
- Henda matstovan verður
roknað millum heimsins
bestu, og eg ivist onga løtu
í, at vit í Føroyum eisini
kunnu skapa eina slíka, um
vit eru nærløgd, hugsa um
okkara egnu rávøru, leggja
okkum eftir íblástri, sam-
stundis sum vit hava upp-
runa køkin í huganum, legg-
ur hann aftrat.
Gastronomi
Jóhan heldur, at vit í Før-
oyum gera alt ov lítið burtur
úr tí, sum rópt verður gastro-
nomi – og ikki minst er
hetta galdandi í ferðavinnu-
høpi, har møguleikarnir
liggja púrasta opnir fyri
okkum.
- Vit gera ov lítið við at
markera okkara sera dygd-
argóðu rávøru, eitt nú
umborð á Norrønu og
Smyrli, ið bæði eru útgjørd
sum hotelskip við øllum
nútímans møguleikum til
matgerð og borðreiðing.
Hann heldur, at vit í nógv
størri mun áttu at gjørt
burtur úr føroysku rávørun-
um, bæði úr havinum og
landbúnaðinum.
- Vit gera snøgt sagt einki
fyri at seta hesar fram sum
nakað serstakt, ið borgar
fyri dygd og er ein partur
av okkara samfelag og sam-
leika.
Jóhan heldur, at tað skuldi
verið onkur stovnur, sum
ferðaðist kring á matstov-
urnar og kannaði støðið,
legði lag á og kom við hug-
skotum um, hvussu vit
kunnu gera okkum betri,
hvussu vit kunnu markn-
aðarføra og selja okkum
sum land við dygdargóðari
rávøru úr reinum umhvørvi
sum okkara skjaldramerki.
Eitt hjartasuff
Jóhan sigur, at á ferðini hjá
donsku kokkunum í Føroy-
um, var hann saman við øðr-
um í Listaskálanum og vísti
teimum permanentu fram-
sýningina, sum hongur í
okkara tjóðarsavni.
- Tað sló meg, at eingin
málningur er á permanentu
framsýningini, sum ímyndar
okkara høvuðsvinnu – fiski-
vinnuna - hvørki á sjógvi
ella landi. Har er ikki so
frægt sum myndir av fiski,
fiskimonnum,
fiskavirki
ella fólki, sum fáast við fisk
– hvørki í gamlari ella
nýggjari tíð. Ei heldur sært
tú nakað til landbúnað,
hvørki seyð ella eplaveltu.
Hetta haldi eg er ov vánaligt
í einum tjóðarsavni í einum
landi, sum er og hevur verið
so nær tengt at tí, sum upp
úr havinum og jørðini kem-
ur.
Hann heldur, at framsýn-
ingin lýsir, hvussu fremm-
andar Føroyar eru gjørdar í
dag frá øllum tí, sum hevur
við okkara lívsgrundarlag
at gera.
- Hvat bagir okkum í Før-
oyum, og duga vit ikki eins
og onnur at seta okkum
fram, sum tað, ið vit eru?
Duga vit ikki at síggja, at
samleikin hjá tjóðunum
kring um heimin vinnur
meira og meira á tilvildini
– og ger munin, spyr Jóhan
Mortensen, sum at enda
vísir á, at uttan okkara tjóð-
areyðkenni og samleika
menna vit okkum ongantíð
í ferðavinnuhøpi.
av føroyskum rávørum
Pál Weihe og Jóhan Mortensen vóru dómarar við galladøgurðan, og í hesi greinini hava vit prátað við Jóhan um, hvussu
hann upplivdi tiltakið