Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2008 11 Viðmerking til Regin Jespersen Lat meg byrja við at siga, at eg í samrøðuni við út­ varpið klárt segði, at eg hevði alla virðing fyri tí arbeiði, løgreglan hevur gjørt í Vágum. Eg eri somuleiðis sera keddur av at hoyra, at Regin Jesper­ sen hevur havt slíkar keði­ ligar og skakandi uppliv­ ingar, sum eingin átti at verið noyddur at upplivað. Men høvdu umstøðurnar verið øðrvísi, so kundi hent, at Regin ongantíð upplivdi hesa skakandi hending. Hevði drongurin havt koyriførleika og lært virðing frá tí hann var 8 ­ 10 ára gamal undir vard­ um umstøðum, so kanska hetta ongantíð var hent! Uttan koyriførleika kundi hann møguliga eisini havt livað til hann kundi keypa sær ein bil við 500HK og koyrt seg í rot við honum! Úrslitið uttan frálæru kun­ di komið seinni, men úrs­ litið hevði verið tað sama. At eg verji lógloysi í Vágum ella elvi til uppreist­ ur er so óluksáliga langt úti, at eg ikki tími at gera eina einastu viðmerking til Sonna Jacobsen uttan hana, at hann í grein síni júst lýsir, hvussu forferdi­ lig støðan er ­ nakað, sum vit heilt kundu havt sloppið undan, um onkur hevði tikið sær av hesum drongj­ unum, meðan tíð var, og áðrenn tað gekk galið. Og so er tað sjálvandi ótrúliga spell, at prutlini oyðileggja honum náttar­ svøvnin ­ Gud viti, hvussu hann fær sovið, tá vøllurin er longdur og verður opin alt samdøgr­ ið! Ørgamaðurin má fáa sær sterkari gløs í brillur­ nar, so hann dugir at lesa ­ eisini tað, sum stendur millum reglurnar! Spurningur mín stendur framvegis í leysum lofti: Er problemið nú loyst? Og ætlar nakar at gera nakað sum helst? Regin Jesper­ sen gevur mær rætt allan vegin um vantandi upp­ alingina av ungu monn­ unum. Tað gleðir meg at hoyra, at talan yvirhøvur er um friðarligar drongir, men tit hava altso bara fjernað nøkur symptom, ikki orsøkirnar. Regin ger sær enntá tann ómak at lýsa, hvussu nógv er bygt til bóltarnar har vesturi og hvussu lítið skal til fyri at gera eina breyt til drongirnar, og hvussu væl­ egnað umhvørvið er. At tað ikki glógvar í einum einasta kommunalpolitikk­ ara er tá heilt fantastiskt. Skoytir eingin um kom­ andi atkvøðurnar frá hes­ um ungu monnunum? Skulu vit uppfinna eitt bilbóltspæl, fyri at fáa tykkum at vakna? Tit brokka tykkum um ferðsluskaðar og tragedi­ ur. Men at økja um koyri­ førleikan hjá ungum fól­ ki, tað ber ikki til. Men fótbóltsvallir við øllum tilhoyrandi hentleikum fyri hvørjar 10 mans, upp­ graderaðar við nýggjum grasi við jøvnum millum­ bili fyri fleiri miljónir, tað hava vit ráð til. Eina lítla koyritekniska breyt fyri at spara nøkur mannalív, nei, tað hava vit als ikki ráð til. Sera skemtiligt kortini at hoyra Regin gremja seg um, at hann er tikin við berari reyv av útvarpi­ num undir brúsuni í 'úr­ tíð' ­ klokkan hálvgun níggju um morgunin. Og hin viðmerkjarin fær ikki sovið, stakkalin. Kanska vit bara skuldu flutt flog­ vøllin suður til Havnar og gjørt eina koyritekniska breyt her suðuri, so tit fáa frið at sova víðari. Eg tími ikki at gera fleiri viðmerkingar í hesum um­ fari. Nú fari eg at tosa við onkur skilafólk um at gera eina koyribreyt. Góða nátt. ES! Fyri at økja um skipa­ trygdina er útbúgvingin hjá yvirmonnunum betrað og uppgraderað. Fyri at økja um flogtrygdina er útbúgvingin hjá flogskip­ arunum betrað og upp­ graderað. Bussførarar skulu nú heilsukannast oftari og fleiri ferðir á skeið. Men okkara prutl­ førarar verða framvegis sleptir út í ferðsluna uttan koyriførleika. Hví er tað ikki eitt problem? Góða nátt, Vágar! SofuS í Horni HanSen Høgni Hoydal førir áhald­ andi fram, at undanfarna samgonga við sínum skatta­ lættum var ábyrgdarleys. Hetta er sjálvandi tað sum man kallar “politiskt spinn”, og tað er Høgni góður til. Svullurin sum Høgni hevur so ilt av íkom í 1998 og hevur nú vaksið seg búnan til at bresta á tann sum var við til at íbirta hann. Ótálmaði útreiðsluvøkst­ urin og skerjing av frum­ inntøkum okkara, sum fullveldissamgongan legði lunnar undir, er nú við at merkjast, nú niðurgongd er í vinnuni, og búskapurin, sum síðan 1997 hevur verið fyri eksplosivari fram­ gongd, nú er við at kølna. Niðanfyri nevnda yvirlit vísir, hvussu útreiðslurnar vuksu frá 1992­2008 ­ legg til merkis, hvar stóra skriðan leyp bæði á útreiðslu­ og inntøkusíðu landskassans. Sí talvu Fullveveldis samgongan sum nú finst at okkara skattalætta, gav skatta­ lættar fyri útvið 300 milli­ ónum í bestu tíðum nakran­ tíð, men hóast skattalættar­ nar so øktist skattatrýstið við umleið 3,8% í sama tíðarskeiði orsakað av, at skattastigin ikki bleiv tillagaður. Kostnaðurin at reka samfelagið Føroyar er blivin so tungur, at trupult verður at halda stand komandi árini. Tað sær út til, at bøurin ikki er førir fyri at føða seyðin ­ okkara fiskigrunn­ ar, okkara vinnulív okkara arbeiðandi fólk hevur trupult við at fíggja væl­ ferðarsamfelagið Føroyar og áhaldandi krøvini til trygdina og vælferðina. Kanska fer “klippingar­ ideolgiin” hjá Hermani Oskarssyni nú at bera ávøkst ­ time will show. Nýggir vinnu­ og inn­ tøkumøguleikar eru ringir at fáa eyga á ­ hesir sum loysingarvongurin lovaði at koma við ístaðin fyri blokk­ niðurskurðin, sum higartil hevur kostað føroyinginum 2,5 milliardir í minni vælferð. Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at yvirtaka fyri 200­250 millónir og harvið leggja eina enn størri byrðu á fólkið, skil tað hvør í vil. At leggja enn størri byrðar bæði á fólkið og vinnuna ­ ein sera vanda­ mikil gongd má sigast. Ásannast má, at vit veruliga eru komin í vandasjógv við hesi politisku samanseting. 9. mai 2008 snúðu høvuðs­ tíðindindi í ”Degi og Viku” seg um SEV og ætlanirnar hjá sp/f Røkt at brúka vind­ orku at pumpa vatn niðan á byrgingarnar í Vestmanna. Sambært SEV letur ætl­ anin sig ikki gera ­ hvørki tekniskt ella økonomiskt. Hetta samsvarar illa við tað, sum eg lærdi í Mennta­ skólanum í Reykjavík fyri gott 30 árum síðani. Í okkara lærubók (1) í fysikk bleiv elverkið í Ffestiniog í Wales brúkt sum dømi um, hvussu elorka verður ”goymd”. Hetta við at teir pumpa vatn 300 m niðan í eina byrging, tá elforbrúkið er lágt. Tá elnýtslan veksur, verða turbinurnar settar í gongd. Kapaciteturin er 360MW. Elverkið í Ffestiniog bleiv tíkið í brúk í 1963, og meir kann lesast á www. fhc.co.uk/ffestiniog.htm Tað er tí ikki rætt, tá ið SEV pástendur, at tað ikki ber til tekniskt. Á nevndu heimasíðu er ein linkur til eitt annað verk ­ Dinorwig (www.fhc. co.uk/dinorwig.htm), sum koyrir eftir sama princippi. Tað bleiv liðugt í 1984, og er 1.320 MW. Hevði verkið í Ffestiniog ikki verið eitt ”bæredygtigt projekt”, hevði Dinorwig neyvan verið bygt. Tað er tí heldur ikki rætt, tá SEV pástendur, at tað ikki ber til økonomiskt. (1) Physics,concepts and models, eftir Wenham o.a., útgivin 1972, ISBN: 0201086085 Tórshavn Jón ÁSgrímur ÁSgeirSSon Ffestiniog Sitandi samgonga ein vandamikil cocktail løgtingsmaður JoHan DaHl 24. partur Næstur Jónasi profeti er Mika profetur. Mika livdi um somu tíð sum Esaias og Hoseas, t.v.s. í tí seinastu tíðini, áðrenn Ísraels ríki gekk til grundar. Helst hevur hann upplivað, at ríkið gekk til grundar, og fólkið ført í útlegd. Hann, sum hinir, sigur, at Harrin hevur talað til sín. Hann talar dóm yvir bæði ríkini bæði tað norðara og tað sunnara. Hann leggur ábyrdina fyri tað skeiva, sum gjørt verður, á høvuð­ staðirnar báðar, Samaria og Jerúsalem. Hygg 1. kap. 5. vers. Hetta síggja vit eisini, tá ið vit lesa gjøgnum konga­ bøkurnar, tað vóru kongar­ nir, ið førdu fólkið av leið. Tann fyrsti kongurin í norðara ríkinum, eftir at ríkið fór í tvíningar, Jerobo­ ham at hann, fekk fólkið at dýrka tveir kálvar í staðin fyri tann stóra Gud Ísraels, sum hevði opinberað seg so kraftiga fyri hesum fólki. Og hvør var grundin fyri, at hann gjørdi hetta. Jú, hann var bangin fyri at missa valdið, um fólkið reisti suður til Jerúsalem at dýrka Harran. Hesir kálvar gjørd­ ust ein snerra fyri fólkið. Aftur og aftur lesa vit, at kongarnir sum komu eftir hann, hildu fast við syndir­ nar, sum Jeroboham hevði fingið Ísrael at gera. Eing­ in av kongunum í tí norð­ ara ríkinum óttaðist Harr­ an. Hetta var ein ræðulig synd, men eisini láturligt. Dýrka tveir kálvar. ­ 1. Kongab. 12,30 sigur, at fólkið fór líka til Dan at stíga fram fyri annan teirra. Men hetta menni­ skjauppfinnilsi varð bland­ að saman við gudsdyrkan. “Hetta eru gudar tínir, sum førdu teg út av Egypptal­ andi,” segði hann við fólk­ ið og gjørdi líknandi fyri­ skipanir, sum Móses hevði gjørt, við prestatænastu, ofringum, høgtíðum osf., men hann gjørdi hetta eftir sínum egna tykki. Men er ikki soleiðis í dag eisini. Tað er ótrúligt, hvat átrúnaður, uppfunnin av menniskjum, kann fáa fólk at gera, eisini trúgv­ andi fólk. Tey hanga fast við láturligar traditiónir, blanda tær saman við sann­ leikan, so alt verður ein fløkja, sum skilir guds­ børn sundur. Men her á døgum Mika var komið upp undir endan, og Mika talar, sum hinir, um ræðu­ ligan dóm, sum kemur vegna synd fólksins. Hvussu er tað við dómi­ num ið hongur yvir tær fyri tínar syndir? Er hann burtur við trúnni á Jesus Kristus, ella skumpar tú enn hendan spurningin um ævinleikan framman fyri tær og setur út. Tað er vandamikið. Í kapitli tvey hjá Mika talar profeturin júst um persónliga synd. Bíblian er so persónlig, tí hon er ætlað okkum øllum til frelsu, og vit lesa eisini, í hesum sama kapitli, at Harrin talar troystarorð til tann, sum ger rætt. Og tað fyrsta rætta sum vit eiga at gera, um vit ikki hava gjørt tað, er at taka ímóti Krist­ usi sum okkara frelsara og harvið fáa syndafyrigeving og ævigt lív. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud ricHarD DanielSen Sofus við eini plakat við mynd av Porsche bilinum hjá honum, sum var við á eini framsýning í Stokholm í fjør viðmerking