mikudagur 14. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 90 - 14. mai 2008
Tá ið heimastýrislógin
kom í gildi 1. apríl 1948,
varð á Føroya Gjaldstovu
skipað eitt kombinerað
bókhald fyri landskassan
og fyri statskassan. Við
støði í lógum og reglum
um roknskaparstýring varð
ein refusiónsskipan gjørd,
sum í stuttum gekk út
uppá, at útreiðslurnar, sum
landskassin og statskassin
sambært lógum vóru felags
um at gjalda eftir ávísum
býtispro-sentum, vórðu
goldnar úr landskassanum.
Fyri at hetta ikki skuldi
darva landskassans gjald-
føri, hevði gjaldstovan
heimild skrivliga at heita á
ríkisumboðsmannin at flyta
gjaldstovuni a conto upp-
hædd ríkiskassans vegna,
so hvørt tað var neyðugt.
Hetta hendi vanliga eina
ella tvær ferðir um mán-
aðin. Tá ið fíggjarárið so
var liðugt og allar neyð-
ugar bókingar gjørdar,
gjørdi gjaldstovan endaliga
refusiónsuppgerð fyri árið.
Hon varð latin ríkisumboðs-
manninum, sum við hesum
avroknaði árið endaligt.
Føroya Gjaldstova var
danskur stovnur – Oppe-
børselskontoret, stovnsettur
1. apríl 1939 – sum við lóg
gjørdist almennur føroyskur
stovnur undir landsstýrinum
tann 1. apríl 1949.
Við heimastýrislógini
1.4.48 varð umfatandi
arbeiði álagt gjaldstovuni
bæði viðvíkjandi lands-
kassanum og statskassa-
num, og semja var um, at
statskassin skuldi endur-
rinda landskassanum 25%
av gjaldstovurakstrinum.
Hetta varð gjørt upp eina
ferð um árið, men so hvørt
sum tann almenna umsit-
ingin varð yvirtikin og
kom á føroyskar hendur,
lækkaði hetta endurgjaldið
til gjaldstovuna fyrst niður
á 10%, og tá ið blokk-
stuðulin kom 1. januar
1988, varð endurgjaldið
endaliga avtikið.
Bókhaldsarbeiðið á gjald-
stovuni var rættiliga ser-
stakt, m.a. tí stýringin av
landskassaroknskapinum
og statskassaroknskapinum
var ”koblað saman” í
einum kassaroknskapi.
Umsitingin av statskassa-
roknskapinum kann
sundurliðast soleiðis:
. Daglig bókføring
. Mánaðarrokskapir við
øllum relevantum skjølum
í serligum konvoluttum,
frámerktir til tey ymisku
ministeriini, alt pakkað og
merkt til finansministeriið,
2. revisionsdepart.
. A conto gjøld frá ríkis-
umboðnum.
. Endalig refusiónsupp-
gerð fyri alt árið.
Hetta arbeiðið gjørdist
lættari, so hvørt sum edv-
øldin so líðandi kom í
landsins umsiting.
Í landskassans ársrokn-
skapum 1949-1987 er
tilskilað, hvussu refusiónin
frá statskassanum varð
sundurliðað.
Blokkurin
Í 1987 setti landsstýrið
eina skjótt arbeiðandi
nevnd fyri at skráseta øll
øki, sum vórðu fíggjað av
landskassanum og stats-
kassanum í felag, og ann-
að, sum varð goldið av stat-
skassanum uttan um lands-
kassan (ríkishospitalið,
sjúkrakassar, andveikra-
vernd, dagstovnar v.m.).
Tað endaliga úrslitið av
hesum nevndararbeiði
gjørdist støðið undir eini
blokkskipan, sum skuldi
avloysa refusiónsskipanina.
Við fólkatingslógum og
avtalum millum landsstýrið
og ta donsku stjórnina varð
ein partur av refusións-
skipanini broyttur til blokk-
skipan frá 1. januar 1988 at
rokna. Samstundis fór tað
mánaðarliga endurgjaldið
frá statskassanum í tvín-
ingar: Refusión (pensiónir
v.m.) og blokkur (restin av
refusiónini). Sí talvu
Tað, sum fór í blokkin 1.
juli 1993, var:
Almannamál
Fólka- og avlamispensión
upphæddin ?
Serforsorg ?
Onnur almenn forsorg ?
Við hesum var øll refusi-
ónsskipanin broytt til blokk-
skipan, og blokkurin var
tann 1. januar 1994 komin
upp á 826,l mió.
Sambært avtalu í 1987
millum ta donsku stjórnina
og landsstýrið skuldi blokk-
urin regulerast (prístal v.
m.) eina ferð um árið. Í
2001 (áðrenn yvirtøku og
niðurfrysting) var blokk-
urin soleiðis komin upp á
981,9 milliónir.
Yvirtøka
Løgmaður staðfesti ”yvir-
tøkulógina” tann 8. oktob-
er 2001, og nakrar fáa
vikur seinni framdi lands-
stýrið yvirtøku av máls-
økunum skúlaverkið og
almenna forsorg frá 1.
januar 2002 at rokna, og
samstundis lækkaði tann
danska stjórnin blokkin við
366.4 milliónum, sum var
statskassans partur av
nevndu málsøkjum jbr.
sundurliðingina omanfyri.
Niðurfrysting
Samstundis sum nevndu
málsøki vórðu yvirtikin,
gav landsstýrið donsku
stjórnini boð um at steðga
reguleringini av restini av
blokkinum – 615.5 mió. –
sum, næstan allur sum
hann er, er statskassans
partur av fíggingini av
heilsuverkinum og
almannaverkinum. Hesi
sundurliða seg soleiðis:
Sjúkrahúsini í Føroyum 50%
Ríkishospitalið 100%
Sjúkrakassar v.m. 100% og 50%
Almennar pensiónir 50%
Serforsorg 100%
Niðurfrystingin hevur
inniborið, at statskassans
partur av útreiðslunum til
heilsuverkið og almanna-
verkið er niðurpíndur nú á
sjeynda ári. Hesi almennu
øki, sum eru etisk baro-
metur hjá framkomnum
londum, fingu við niður-
frystingini ein sera álvars-
ligan niðurskurð í teirra
gjaldføri. Tað er sannlíkt,
at konsekvensurin av niður-
frystingini er, at í 2008 er
fíggingin til sjúkrahús-
verkið og almannaverkið
skerd við 75 milliónum.
Í einari grein nú um
dagarnar, merkt av stórum
álvarsemi, skrivar formað-
urin í Læknafelagnum
umsjúkrahúsverkið í
andaleypi, og hann vísir á,
at ”somu fólk, sum fyri
fýra mánaðum síðani
ferðaðust landið á tamb og
stóðu á nakkanum hvør á
øðrum við fyrigyklanum
um, at tey vildu menna og
styrkja sjúkrahúsverkið –
nú hava lagt fram eina
sláturætlan, sum sópar alla
menning av borðinum.”
Sama kann sigast um
almannaverkið.
Um at lesa lógartekst
Í fólkatingslóg um blokk-
stuðulin er tilskilað, at
”Færøernes Hjemmestyre
kan inden for rammerne af
gældende lovgivning frit
disponere over tilskuddet.”
Hetta er ein staðfesting
av, at tað danska eftirlitið
(grannskoðan) við teimum
omanfyri umrøddu útreiðsl-
um, sum statskassin rindar,
er fallið burtur, samstundis
sum blokkskipanin kom í
gildi.
Analogt dømi
Í 1964 stovnaði fólkatingið
Íleggingargrunnin fyri Før-
oyar. Í árunum 1964-1979
játtaði Fólkatingið grunni-
num samanlagt 140 millión-
ir. Í 1977 handaði tann dan-
ska stjórnin hátíðarliga
landsstýrinum (og gjaldstov-
uni) øll til grunnin hoyrandi
skjøl og tann tøka peningin.
Við hesum yvirtók landsstýr-
ið umsitingina av grunnin-
um. Roknskaparliga varð
hann lagdur undir Føroya
Gjaldstovu, men 15 ár
seinni varð hetta arbeiði
flutt til landsbankan. Í oktob-
er 1992 gjørdi landsstýrið
kunngerð til ta donsku
lógina um íleggingargrunn-
in. Higartil hevði grunnurin
einans veitt lán til almennar
íløgur og til stovnar og
grunnar, men við hesi kunn-
gerð kann grunnurin eisini
veita stuðul, eitt nú til
útbygging av flogvøllinum
vesturi í Vágum.
Tær nevndu 140 millión-
irnar, sum ongantíð hava
verið niðurfrystar, nærkast
so smátt milliardini.
Men søguna hjá evangel-
istinum Matteus um tær
fimm talentirnar, sum økt-
ust til tíggju talentir, gloym-
di landsstýrið eftir øllum at
døma at hava í huganum, tá
ið djúpfrystarin varð settur
til 1. januar 2002, og sum
varð byrjanin til eina fíggjar-
liga píning av heilsu- og
almannaverkinum.
Bøn
Um nú kravboðini frá teim-
um, sum ráða fyri borgum í
Føroyum, eru ófrávíkilig:
Yvirtøka og niðurfrysting
fyri ein og hvønn prís? So
mugu vit ímynda okkum
eldri og gomul, sjúk, avlam-
in, evnaveik, psykisk sjúk og
menningartarnað í eini eyð-
mýkjandi, mannminkandi
bøn: Tak okkum úr kuldan-
um. Gev okkum sannleikan.
Gev lygn durafjórðingin.
Gev okkum næstakærleik-
ans fløva. Gev okkum aftur
haldgóða føroyska mentan.
Tað biðja vit um.
Tann deflatiónin (niður-
frysting) av landskassans
fígging, okkara politikarar
framdu í 2002, hevði í
framkomnum londum við
demokratii og gløggari
pressu fingið alarmklokk-
urnar at ringt viðkomandi
politikkarar út í – kuldans
myrkur.
Er Visión 2015 annað
enn sjónleikur, sum ein
annar Gogol (skaldsøgan
Deyðar Sálir) ikki hevði
skrivað betur?
Loksins. Ein og hvør yvi-
rtøka ella broyting eigur at
verða framd við tí fyri
eyga, at broytingin er
ein bati. Er tað hent?
Hvat halda føroyingar?
Í 1964, tá Íleggingar-
grunnurin fyri Føroyar
varð settur á stovn, átti
Tjóðveldisflokkurin lands-
stýrismannin við fíggjar-
málum. Hesin dugnaligi og
visioneri politikkarin var
eisini hann, ið legði støði
til eykafíggjarlóg, sum
Løgtingið ikki hevði
frammanundan.
Eg meini tað.
Talentirnar
Heri MoHr
Tað, sum fór í blokkin 1. januar 1988, var:
Almannamál, 117.823.000 krónur
tús. kr.
Ellis- og røktarheim (rakstur)
28.511
” (íløgur)
5.144
Peningur til børn og einkjur v.m.
2.016
Heimahjálp
21.037
Skúlin á Trøðni
9.462
Vanlukkutryggingin
619
Ekstern forsorg
398
Avlastingar- og frítíðarheim í Tórshavn
912
Dagstovnar
6.531
Sjúkradagpeningur
4.455
Barnaforsorg, revalidering v.m.
6.231
Institutiónsuppih. hjá føroyingum í Danm.
og ferðaútr. til avvarðandi
12.466
Andveikraforsorg
18.611
Administratiónsútreiðslur
430
Íløgur til serforsorg
1.000
Heilsumál, 176.695.000 krónur
”Udligningstilskud til Færøernes
hjemmestyre”
27.705
Tey føroysku sjúkrahúsini
107.913
Íløgur
3.000
Ríkishospitalið
22.011
Kommunulæknar
1.183
Heilsurøkt til barnakonur
269
Heimasjúkrarøkt
3.988
Læknakannan av børnum
349
Skúlalæknar
188
Umfarssjúkur, vaccinatiónir, kynssjúkur
199
Sjúkrakassar
9.890
Skúlamál, 157.225.000 krónur
Fólkaskúlin, rakstur og íløga
81.981
Frískúlar, rakstur
2.688
Frítíðarundirvísing, rakstur
7.128
Yrkisskúlar, rakstur og íløga
35.691
Læraraskúli, rakstur
8.237
S/U (Statens Uddannelsesstøtte)
21.500
Pensiónir (Finansministeriið)
6.705
Fiskirannsóknarstova
983
Føroya Maskinskúli
2.258
Blokkurin 1. januar 1988 samantaldur 461,689 milliónir.
viðmerking