Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2008 13 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Katrina Solborg Han­ sen, ættað úr Árnafirði, búsitandi í Funningi andaðist á Vesturskin á Toftum Hvítusunnudag, 83 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Funn­ ings kirkju mikudagin kl. 14. Hans Thomsen, Sumba, fer til gravar úr Sumbiar kirkju miku­ dagin klokkan 13. Sung­ ið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Hans, kunnu lata Missi­ ónshúsinum í Sumba eina gávu. Konta í pen­ ingastovnunum. Leygardagin 10. mai andaðist í heiminum Jens Eli Lauritsen, í Sørvági, 33 ára gamal. Súsanna Mortina Brattaberg, Vági, van­ liga nevnd Tina, andað­ ist í heiminum á Kross­ jørð leygardagin 10. mai, 58 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 10. mai vask­ aði ein 8. flokkur í Argja skúla bilar á Super Dekk við Hoyvíksvegin í Havn til frama fyri eina ferð til London hjá flokkinum. Bikvaskið byrjar kl. 10 um morgunin, og vaskað varð so leingi bilar komu. Undirtøkan var sera góð, og nógv nýttu høvið at fáa bilin vaskaðan til hvítu­ sunnu. Samstundis sum bilvaskið fór fram, bjóðaði First Stop ókeypis kanning av dekk­ um. Fríggjadagin var almenn móttøka í samband við at nýggja brandstøðin í Vest­ manna varð tikin í nýslu. Nógv fólk vóru komin saman í Miðalsbrekku, har støðin er bygd. Eisini komu fólk frá øðrum sløkkiliðum í landinum. Nýggja støðin er til­ samans 338 fermetrar stór. Kommunan hevur raðfest sløkkilið frammaliga, og støðin er sera væl fyri við útgerð sum t.d. bjargingar­ báti og pumpum, umfram aðrari bjargingarútgerð. Sløkkiliðið í Vestmanna røkir eisini grannabygdina Válin og samstarvar við sløkkilið í øðrum bygdum. 17 mans eru knýttir at sløkkiliðnum. Móttøka í nýggju brandstøðini Brandmeistaraprát, f.v.: Finn Hansen, brandmeistari í Klaksvík, Sunleiv Højgaard, Brandmeistari í skálafjarðar sløkkilið, og Petur Seloy, fyrrverandi brandmeistari í Tórshavnar kommunu, og Fríðálvur Bláhamar brandmeistari í Vestmanna Bilvask á Super Dekk Foreldrini hjálptu eisini til. Hjørdis Í Liða leggur Heðini Mortensen, borgmeistara, lag á Hóskvøldið 15. mai 2008 kl. 20 skipar samkoman Lívdin í Hoyvík fyri kjak­ fundi um trúgv og vísund í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3 í Hoyvík. Evnið á kjakfundinum verður “Trúgv og vísund – avbjóðingar og møguleik­ ar” við undirheitinum: Hvussu kunnu vit liva okkara trúgv í modernaða sam­ felagnum á ein skynsaman hátt? Tað vera teir báðir Dánjal Jákup Jacobsen, Ph.D. í gagnnýttari støddfrøi, og Poul F. Guttesen, Ph.D. í gudfrøði og bíbilskari gransking, sum fara at hava hvør sína framløgu um vísinda­ liga ástøði, ið teir arbeiða á, og hvussu hetta ávirkar trúgv teirra. Aftaná verður høvi at seta spurning­ ar til Dánjal Jákup og Poul, og møgu­ leiki verður hjá áhoyrarunum at taka lut í kjakinum. Fundurin er tann næsti í eini røð. Tann fyrri var hóskvøldið 21. februar 2008, har evnið var trúgv og politikkur. Kjakfundurin verður í hølunum hjá Lívdini á Brekku 3. Í bygninginum aftan fyri MBM­bygningin í Hoyvík. Kjakfundur um trúgv og vísund Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Herbjørn Simonsen av Sandi andaðist og varð jarðaður. Ein hjartans tøkk til tykkum, sum vóru um hann og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað – eingin nevndur og eingin gloymdur. Hjartaliga takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Frelsunarherin. Heilsan Lorraine Andy og Mortan v. fam. Dagurin 15. mai. Halvarðsøka, fyrr í tíðini eisini rópt halvarðsmessa. Verður hildin til minnis um Hallvarð, systkinabarn Ólavs hin heilaga. Navnið er norrønt og merkir hella og verja.