Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 90 - 14. mai 2008 Fara til gongu í Klaksvík Norðoya Kunningarstova hevur ætlanir um at stovna eitt gongufelag í økinum. Í kvøld kl. 19 verður nevniliga stovnandi fundur av gongufelagi í hølunum hjá Norðoya Kunningarstovu á Varpinum. Vónað verður, at nógv fólk møta upp, eisini umboðandi hinar oyggjarnar í økinum. Í Føroyum hava vit tvey kend og sera aktiv gongufeløg, nevniliga Eysturoya Gongufelag og Tórshavnar Gongufelag. Sandoyingar fækka í tali Nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya vísa, at talið av íbúgvum á Sandoynni veksur ikki, men er heldur minkandi. Í januar mánaði í ár búðu 1390 fólk í oynni, meðan tey í februar mánaði vóru 7 færri. Heimasíðan bkv.fo skrivar, at hetta eru skakandi tøl. Víst verður á, at higartil í ár eru 9 fólk deyð og bert fýra fødd. - Her í oynni hava vit eitt stórt burðarhall, verður staðfest. Mong uppskot hava verið frammi um, hvussu ferðslan gjøgnum bygdina í Skálafirði skal loysast á bestan hátt. Bygdarfólkið er kortini ikki í iva: - Varð vegurin lagdur omanfyri bygdina, høvdu vit fingið eina góða og vinarliga bygd. Samstundis høvdu tey ferðandi fingið munandi betri umstøður, sigur eitt teirra SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Í Skálafirði: - Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innanfyri fá ár. So tað sigur rættiliga nógv um støðuna! Soleiðis segði Almfinn Jacobsen úr Skálafirði við Sosialin í gjár í eini grein við heitinum ”Liva í ótta fyri tí stóru vanlukkuni”. Her vísti hann á ta nógvu ferðsluna, sum koyrir eftir smala vegnum gjøgnum heimbygd hansara. Hesin er als ikki gjørdur til teir 1700 størru og smærru bilarnar, sum koyra eftir hesum vegastrekkinum hvønn einasta dag. Tað ringasta mundi kort- ini vera tað, at nógvir bilfør- arar virða als ikki ferðslu- lógina, sum sigur at ein ein- ans hevur loyvi at koyra 50 í bygdum øki. - Vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80 í bygdini. Og tá er líkamikið um teir eru last- aðir ella ólastaðir, vísti skálafjarðarmaðurin á. Hann tosaði vist fyri tey flestu í bygdini, sum ynskja at ætlanin um ein landsveg omanfyri bygdina verður sett í verk sum skjótast. - Vit bíða framvegis eftir eini loysn, segði Almfinn Jacobsen við blaðið. Vandamikil farleið Bygdarvegurin í Skálafirði liggur soleiðis, at hann býtir bygdina sundur: Í ovara borði liggja sethúsini, og í niðara borði og oman móti sjálvum Skálafjørðinum gamli skúlin og tann vakri sandurin. Fólk tora sjálv nóg illa at ganga eftir bygdarvegnum, og tey tora so als ikki at loyva børnum sínum oman á stóra og vakra sandin at stuttleika sær í góðveðrinum. Til tað er farleiðin alt, alt ov vandamikil. Leingi hevur verið tosað um at gera ein veg omanfyri bygdina, soleiðis at ferðslan eftir vestara armi á fjørðinum kann leiðast út um bygdina. Enn er so einki hent í hes- um máli, og í ár hendir so heldur einki, skal ein trúgva uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008 sum er til viðgerð í løtuni. Eftir hesum uppskotinum at døma er eingin króna sett av til nakra vegagerð í Skálafirði. Men komandi ár ætlar samgongan kortini at seta 2 mió krónur av til hetta arbeiðið. Gerast liðugt Málið um bygdarvegin í Skálafirði er ikki nýtt, og hevur verið frammi í tingi- num fleiri ferðir - bæði sum fyrispurningar, men eisini sum ítøkilig uppskot til sam- tyktar. Eitt av hesum nýggjaru uppskotunum er frá mars mánaði 2004, tá tingmaðurin Torbjørn Jacobsen legði fram uppskot um at gera eina verklagslóg sum skjótast fyri vegakervið úr Skálafirði og út á Strendur, og í øðrum lagi millum Norðskála og Oyri. Í viðmerkingunum vísti hann á, at samferðslukervið var nógv útbygt, eisini í Eysturoynni, men at tað kortini vóru vegastrekki sum ikki vóru nøktandi í mun til tørvin. Víst varð á, at ta tungu ferðsluna sum nógva vinnu- lívið í økinum hevði við sær. Men so er eisini alt sagt: - Vegakervið er kortini millum tað lakasta í landin- um, vísti hann á. Síðani er vegurin millum Skála og Strendur breiðk- aður og latin upp, men enn vantar tað seinasta pettið á arminum - strekkið í nánd av bygdini í Skálafirði. Uppskotið frá Torbjørn Jacobsen miðaði eftir, at játtað varð ein so mikið stór upphædd, at bæði arbeiðini kundi gerast samanhangandi til rokkið varð á mál. Tá tingið hevði uppskotið til viðgerðar vann tað kortini ikki frama, m.a. tí at betri var at gera eina heild- arætlan fyri alla vegagerð kring landið. Gamalt vegastrekki Í mars mánaði 2006 kom kortini glið á málið um vegakervið millum Skála og Strendur. Tá legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fram upp- skot um veg millum bygdir- nar báðar. Hetta arbeiðið skuldi, sambært uppskoti- num kosta 33 mió krónur. Í viðmerkingunum til uppskotið lýsti vinnumála- ráðharrin gongdina í máli- num. Vegurin millum bygdina í Skálafirði og Skála varð Mong uppskot men eingin loysn »Vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80 í bygdini« (Almfinn Jacobsen í Skálafirði í mai 2008) »Vegakervið er millum tað lakasta í landinum« (Torbjørn Jacobsen, tingmaður í mars 2004) Almfinn Jacobsen eygleiðir ta nógvu og tungu ferðsluna gjøgnum heimbygd sína í Skálafirði ein vanligan dag í apríl mánaði í ár. - Her má okkurt gerast, slær hann fast Mynd: Jens Kr. Vang