mikudagur 14. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 90 - 14. mai 2008
Tølini tala í Klaksvík
Tað er ikki bert vinnulívið í Klaksvík sum
hevur merkt positivu avleiðingarnar av
Norðoyatunlinum, sum lat upp í 2006. Á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi (myndin) hava tey
eisini staðfest eitt økt tal av skurðviðgerð
um, rannsóknum og røntgenkanningum.
Skurðgerðirnar øktust frá 2006 til 2007 úr
647 upp í 790, og talið av rannsóknum úr
18.269 til 19.592 fyri innlagdar sjúklingar.
Um somu tíð øktist talið av røntgenkanningum fyri ambulantar sjúklingar úr 2.611 upp í 3.393 og
rannsóknir úr 46.174 til 69.462. Talið av innlegginum øktist frá 1584 og heilt upp í 1837 í 2007.
Nýggjur dagstovnu
í Kambsdali
Um tvey ár er ætlanin, at ein nýggjur dagstovnur skal standa liðugur
á Kambsdali. Hetta samtykti býráðið í Fuglafirði á seinasta fundi
sínum. Her varð samstundis sligið fast, at dagstovnurin kemur at
kosta 24,1 mió krónur. Tilmælið um liðugtgerðina av dagstovninum
er grundað á, at verandi bíðilisti og tey børnini skulu skulu flytast
frá dagrøktini og yvir á dagstovnin er uppá 60 børn. Haraftrat
verður mett, at tey írestandi 18 ansingarplássini verða fult nýtt, tá
dagstovnurin verður tikin í nýtslu í 2010.
umbygdur í árunum 1978
til 1981, og var tá komið
nakað inn á Skála, har end
að varð við einum skrávegin
oman í bygdarvegin.
Ætlanin var at halda
fram við hesi vegagerðini
oman fyri Skála bygd og út
á Strendur, men hetta kom í
drag, vísti Bjarni Djurholm
á.
Vegurin millum Skála og
Strendur var bæði smalur
og ótíðarhóskandi til vaks
andi ferðsluna, og tí varð í
2000 og 2001 játtaðar íalt 2
mió krónur til ábøtur og
breiðking av vegastrekkin
um. Frá 2001 til 2005 er
brúktar íalt 23,6 mió til
henda nýggja vegin.
Til undirsjóvartunnilin
At ein yvirhøvur fór undir
hesa breiðkingina, kom av
at henda farleiðin í fram
tíðini kann gerast ein høv
uðsferðsluæðr frá norðara
parti av Eysturoynni og ein
um møguligum tunli úr
Gøtudali til ætlaða undir
sjóvartunnilin millum Skála
fjørðin og Havnina.
Samlaða
verkætlanin
fevnir um liðugtgerð av veg
num millum Skála og
Strendur, og síðani 2400
metrar av nýggjum vegi í
Skálafirði.
Hesin skal gerast frá dag
førda vegnum sunnanfyri
bygdina og síðani omanfyri
bygdina, við eini brúgv um
Fjarðará og eini íbinding í
landsvegin
umleið
150
metrar norðanfyri verandi
íbinding. Vegurin verður eftir
ætlanini 7 metrar breiður.
Dentur er lagdur á at
hava so fáar íbindingar sum
gjørligt, fyri at tryggja fram
komuleikan
og
ferðslu
trygdina. Íbindingar verða
tó við bygdina í Skálafirði,
á Skála og á Strondum,
segði Bjarni Djurholm í
uppskotinum. Víst
varð
eisini á, at gamli landsveg
urin á teininum skal verða
ogn hjá ávikavist Runavíkar
og Sjóvar kommunum.
Uppskotið er gjørt í sam
starvi við Landsverk, og
kundi vegurin í Skálafirði
verða liðugur í 2012 ella
2013.
Málið varð síðani til við
gerð í løgtinginum og í
vinnunevndini, har tað í
løgtinginum varð einmælt
samtykt við 3. viðgerð 6.
apríl 2006.
Samstundis bíða fólk í
Skálafirði tolin eftir ein
loysn á hesum átroðkandi
máli!
»Henda farleiðin
í framtíðini kann
gerast ein høvuðs
ferðsluæðr frá norð
ara parti av Eystur
oynni og einum
møguligum tunli úr
Gøtudali til ætlaða
undirsjóvartunnilin
millum Skálafjørðin
og Havnina«
(Bjarni Djurholm, vinnu
málaráðharri í mars
2006)
Í morgin fara
leiðarar úr hvítu
sunnusamkomum í
Føroyum og hinum
Norðurlondunum
til Ísraels at vitja.
Ísraelska ferðamála
ráðið bjóðar og rindar
teimum ferðina
SamStarv
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Ísrael/Føroyar: Ferðin til
Ísraels er komin í lag, nú 60
ár eru liðin síðani staturin
Ísrael varð lýstur.
Hetta hendi júst í dag
14. mai í 1948 og í hesum
sambandi fara samkomu
leiðararnir til Ísraels at vitja
í nakrar dagar.
Úr Føroyum fara Tummas
Jacobsen úr samkomuni
Filadelfia í Havn og Dánjal
á Dul Jacobsen úr Evangelii
húsinum, men sum á ferðini
er við sum tíðindafólk hjá
útvarpsrásini Lindini.
Eg gleði meg nógv til
ferðina, serliga hetta at
kunna
hitta
nakrar
av
kristnu jødunum. Teir eru
ikki so nógvir, men eg havi
kortini skilt, at talið á teim
um er alsamt vaksandi.
Og hetta gleðast vit
sjálvandi um, sigur Tummas
Jacobsen, fyristøðumaður í
Filadelfia við Sosialin.
Ferðalagið fer úr Dan
mark í morgin og verður
aftur mikudagin í komandi
viku.
Veking millum jødar
Tummas Jacobsen hevur
eina ferð áður verið í Ísrael
tí Heilaga Landinum, sum
summi nevna tað.
Hetta var í 1999, tá hann
var luttakari á einari bønar
ráðstevnu. Júst um hetta
mundið brast ófriður á, og
tí sluppu tey ikki at vitja so
nógv av kendu bíbilsku
støðunum, sum ætlanin upp
runaliga var.
Hesaferð verður kortini
øðrvísi: Ísraelska ferðamála
ráðið hevur lagt eina fjøl
broytta og spennandi skrá
fyri teir norðurlendsku sam
komuleiðararnar, har teir
koma at vitja bæði í Nasa
reth,
Galileasjógvin,
Deyðahavið og tey mongu
søguligu støðini í Jerusalem
bara fyri at nevna brot úr
skránni.
Seinasta dagin á ferðini
fáa Tummas, Dánjal og hini
í fylginum eina serstaka
uppliving: Tá sleppa teir at
hitta kristnar jødar.
Henda dagin skipa hvítu
sunnusamkomurnar í øki
num fyri ymiskum tiltøkum,
har báðir partar kunnu
hittast, fáa góða tíð at tosa
saman og soleiðis kunnu
læra hvønn annan at kenna.
Ynskið hjá gestunum er í
øllum førum at fáa góð við
urskifti og góð sambond
við tey kristnu í Ísrael.
Vit hava sjálvir ynskt at
koma á tal við hesar kristnu
jødarnar og samkomuleið
arar teirra. Og henda partin
av vitjanini gleði eg meg
ótrúliga nógv til.
Eg vóni, at vit fáa eitt
gott og inniligt samband
við tey, eitt samband ið vit
ynskja at halda viðlíka, eis
ini í framtíðini, slær Tumm
as Jacobsen fast.
Meiri verður at frætta
um ferðina, tá Dánjal á
Dul Jacobsen fer at greiða
frá ferðini í Lindini.
Í 60 ára føðingardag hjá Ísrael
Eg gleði meg nógv at vitja
Jerusalem og at hitta teir
kristnu jødarnar, sigur
Tummas Jacobsen (innsetta
myndin)
Landsverk hevur
gjørt eitt uppskot
um, hvussu
vegaføringin
skal verða á
vestara armi á
Skálafjørðinum.
Vegurin um
bygdina í Skála
firði fer eftir
ætlanini at taka
tvey ár at gera
og fer helst at
kosta einar 40
mió krónur.
Spurningurin
er bara, nær
arbeiðið byrjar
Mynd: landsverk.fo