Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 90 - 14. mai 2008 Enn ein ræðusøga úr Eysturríki - Deyða kona mín og deyða dóttir mín liggja í íbúð míni. Soleiðis ljóðaðu boðini frá einum manni, sum klokkan 3.20 í nátt ringdi til løgregluna í Wien. Og tá løgreglan kom fram var tað ikki nøkur vøkur sjón, sum møttu teimum. Gentan lá inni í einum skápi og konan í sovirúminum. Báðar vóru dripnar við ógvusligum øksahøggum í høvdið. Tað varð beinanvegin greitt, at 39 ára gamli maðurin var drápsmaðurin og hann stóð og tók ímóti løgregluni sum beinaqnvegin handtók mannin og førdi hann á løgreglustøðina til avhoyringar. Men her gjørdist søgan enn verri, tí tað kom fram, at maðurin eisini hevði dripið síni egnu foreldur og verfaðirin – møguliga við somu øks. Tazð er løgregluni enn ógreitt, hví maðurin soleiðis gjørdist frá sær sjálvum og gjørdi av við familjuna. Í Eysturríki eru tey annars ikki enn komin fyri seg eftir »Fritzl«-sakina og fólk eru skelkað eftir enn eina ræðusøgu, skrivar bt.dk - Besta tíðin er oftast miðskeiðis á degnum, beint fyri middag ella tíðliga seinnapartin. Fiskiskapurin roynist ofta best í góðum og klárum veðri, og tað er ikki verri, um sólin stendur hægst á himmalinum, sigur skiparin á Vestmenningi, Arvid Petersen, sum heldur, at tað verður seinur dagur, áðrenn menn gerast klókir upp á gulllaksin Gulllaksaveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eins og undanfarin ár, verða trý pør á gulllaksaveiði í ár. Polarhav og Stjørnan hava longu gjørt einar fýra túrar, Vestmenningur og Fram hava gjørt fyrsta veruliga túrin, og tá Eysturbúgvin verður liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju, loysa Eystur- búgvin og Vesturbúgvin eis- ini. Hetta er flotin, sum seinnu árini hevur fiskað gulllaks í summarhálvuni. Skipini plaga at byrja um mánaðarskiftið apríl/ mai, og tey plaga at vera á hesi veiði til út í september og onkuntíð heilt út í oktober. Tvey virki keypa gulllaks frá skipunum í ár. Tey eru Tavan í Leirvík, sum má sigast at vera pionerurin innan hesa vinnu og nýggja gulllaksavirki, Atlantis í Vestmanna. Vestmenningur, Fram og Vesturbúgvin fara aftur í ár at landa í Vestmanna, með- an Polarhav, Stjørnan og Eysturbúgvin landa í Sal- tangará. Landaðu mánadagin Vestmenningur og Fram landaðu í Vestmanna mána- dagin, sum var 2. hvítu- sunnudagur. Skipini høvdu stívliga 200 tons, sum tey fingu á Føroyabanka og syðri eftir einari lítlari viku. Skipini taka út við 300 tons tilsamans, so tey vóru ikki full hendan túrin. Skiparar á Vestmenningi eru Jónsvein Haraldsen og Arvid Petersen, og hendan túrin var Arvid á brúnni. - Nú vit eru á gulllaksi eru skiparar og maskinmenn vanliga tveir túrar umborð og tveir í landi, meðan dekk- ararnir eru tveir túrar um- borð og ein í landi, sigur Arvid. Sjey mans eru við hvørj- um skipi hvønn túrin, og einir 24 mans eru soleiðis knýttir at Vestmenningi og Fram í gulllaksatíðini. Hann vísir á, at skipini fyrst gjørdu ein stuttan túr fyri at fáa nøkur tons av gulllaksi, so nýggja virkið í Vestmanna kundi roynd- arkoyrast. - Vit vóru úti í fýra dagar og fingu 120.000 pund. Hendan túrin vóru vit bara á Føroyabanka. Arvid sigur, at túrurin, sum endaði um hvítusunn- una, var hin fyrsti veruligi gulllaksatúrurin hjá skip- unum í hesi vertíðini. Eingin hjáveiða Skiparin sigur, at hendan túrin var lítið av svartkjafti uppi í veiðini. - Vit sóu ongantíð svart- kjaftaskipini, og svartkjaftur órógvaði ikki veiðina. Hann vísir á, at viðhvørt royna gulllaksaskipini um somu leiðir og kunnu síggja hvørt annað onkrar dagar. - Tá roynt verður, har svartkjaftaskipini eru, kann íblandingin av svartkjafti viðhvørt órógva arbeiði at fáa gulllaksin til høldar, tí so nógv verður at skilja frá. Í aðrar mátar er hjáveiðan í Gulllaksi dámar só Skal tað loysa seg fyri skip og manning at veiða gulllaks, skulu skipini helst sigla fullfermd til lands einaferð um vikuna Mynd: Karstin Vang Hóast fiskurin ikki verður kruvdur, kann tað vera stævið at fáa stór hál til høldar. Her er Karstin Vang lastamaður. Vanliga eru tveir mans í lastini, tá skipið er á gulllaksaveiði vinnan