mikudagur 14. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 - 14. mai 2008
17
ól og summar
gulllaksafiskiskapi
ógvu
liga lítil. Tú fært onkran
hendinga upsa og onkran
kongafisk, men hetta er
einki
nevnivert,
sigur
Arvid.
Skiparin sigur, at gulllaks
urin, sum teir fingu á hesum
túrinum, var góður.
Skal gulllaksatíðin royn
ast, er neyðugt, at nøgdirnar
eru stórar, tí prísurin er væl
lakari enn upsaprísurin er í
løtuni. Tú kanst ikki vera
nøgdur við eini 610 tons í
hvørjum háli. Veiðan eftir
tóg, sum vara einar 56 tím
ar, skal helst verða eini 15
tons, og tá tosa vit um
hampiligan fiskiskap.
Hann sigur, at tógini
kunnu vera ymisk til longar
– alt úr fýra upp í níggju
tímar.
Best um dagin
Besta tíðin er oftast mið
skeiðis á degnum, beint fyri
middag ella tíðliga seinna
partin. Fiskiskapurin roynist
ofta best í góðum og klárum
veðri, og tað er ikki verri,
um sólin stendur hægst á
himmalinum.
Arvid heldur, at tað helst
verður seinur dagur, áðrenn
menn gerast klókir upp á gull
laksin, sum hann tekur til.
Í veiði eftir øðrum fiska
sløgum verður ofta hildið,
at skýming og lýsing er
besta tíðin, men soleiðis er
ikki við gulllaksi. Tú kanst
royna og lítið og einki fáa,
men so knappliga stingur
fiskurin seg uppaftur, og tú
hevur rokfiskiskap.
Arvid sigur, at trolini,
sum teir hava undir til veiði
eftir gulllaksi, er ein bland
ingur millum botntrol og
flótitrol.
Trolini hava grunn, og
meginparturin av veiðini
fæst við botnin. Hetta er
ikki sum við svartkjafti,
sild, makreli ella kongafiski
í Irmingarhavinum. Gull
laksur kann standa tættur,
men ikki á sama hátt í veld
uga stórum torvum sum
hini uppisjóvar fiskasløgini,
sigur hann.
Hongur fastur
Hóast gulllaksur ikki verður
kruvdur, men fer heilur í
lastina, kann tað kortini
vera strævið hjá manningini
at fáa stór hál í tey 800
pund stóru kørini.
Tað, sum serliga ger, at
fiskurin kann vera tungur
og strævin at arbeiða við
hjá manningini, er, at hann
glíður ikki avstað, sum ann
ar fiskur, men meira at kalla
hongur fastur og skal flytast
við
handamegi,
áðrenn
hann kemur á bandið, sum
førir hann niður í lastina til
ísingar.
Skiparin sigur, at tá fisk
urin kemur úr sjónum er
hann líka sum snikutur,
men tá hann so tornar, hong
ur hann fastur allastaðni.
Vit plaga at siga, at
sleppur tú einum gulllaksi á
eina plátu, sum hellir 45
stig, hongur hann fastur og
fer ongan veg. Tað er líka
við, at hetta er so, leggur
hann aftrat.
Arvid sigur, at neyðug er
at brúka nógvan sjógv, tá tú
fæst við gulllaks, og soleiðis
er eisini, tá posin skal tøm
ast niður í pavnin.
Eitt av teimum tungu
arbeiðunum er at fáa fiskin
úr pavninum og fram á
bandið, sum flytir hann
niður í lastina. Neyðugt er
at skumpa fiskin við spaka
og handamegi lítla pettið
frá pavninum og yvir á
bandið, og tað kann vera
tungt, tá rúgvan er stór, og
stutt er millum hálini.
Roynist ymiskt
Skiparin á Vestmenningi
sigur, at skal gulllaksatíðin
roynast hjá skipi og mann
ing, er neyðugt, at væl av
fiski er at fáa, tí prísurin á
gulllaksi er væl lægri enn
prísurin á upsa.
Vit fáa helst einar 3,50
3,75 fyri kilo av gulllaksi,
og tí skulu vit helst fáa eini
220250 tons um vikuna.
Arvid sigur, at summar
hálvan vanliga ikki er besta
tíðin til upsa og upsaprísir,
men hetta er ikki allur sann
leikin.
Taka vit næstsíðsta
summar, fór upsaprísurin
upp í gjøgnum – ella heilt
uppí 6,75 krónur fyri kilo.
Tá góvust vit at veiða gull
laks longu í august og
gjørdu nakrar rættiliga góð
ar upsatúrar.
Skiparin vísir á, at tað
eisini hevur sína ávirkan á
upsaprísin, at seks partrol
arar fara á gulllaks, og
minni upsi soleiðis verður á
marknaðinum.
Arvid Petersen sigur, at í
fjør summar vóru Vestmenn
ingur og Fram eisini lut
falsliga stutt á gulllaksinum,
tí Fram breyt motorin, tá
skipini høvdu verið nakrar
túrar.
Fram lá í ein mánaða
ella so, og síðan byrjaðu vit
aftur, men komu soleiðis
ongantíð veruliga í gongd
við gulllaksinum í fjør
summar, sigur skiparin á
Vestmenningi.
Vigar hálvt tons
Lívið er ikki lætt – heilt bókstaviliga – hjá 40 ára
gamla Kenneth Brumley úr Texas. Sum myndin vísir
er hann ein tungur harri, hann vigar ikki minni enn
hálvt tons. Hann inntekur 30.000 kaloriur um dagin,
tað sama sum ein vanligur maður inntekur í tvær
vikur. Tá Kenneth herfyri skuldi á sjúkrahús til
skurðviðgerðar, mátti brandliðið bróta ein vegg
niður, áðrenn teir við krana fluttu hann á sjúkrahús.
Har var neyðugt hjá læknunum at skera góð hundrað
kilo av feitti burtur, áðrenn sjálv skurðviðgerðin
kundi fremjast, skrivar The Sun
Skiparin á Vestmenningi á
seinasta túri, Arvid Petersen,
stendur nærmastur av
monnunum á myndini, nú
teir júst hava hálað
Mynd: Karstin Vang
Oops I did it again
Britney Spears hevur enn einaferð verið íblandað eitt
ferðsluóhapp. Hesaferð rendi kenda sangarinnan upp í
reyvina á einum bili, sum koyrdi framman fyri hana á
Sunset Boulevard í Beverly Hills. Tað hendi kortini
eingin mannskaði, og Spears tímdi ikki so frægt sum at
fara úr bilinum eftir óhappið. Í staðin sendi hon body
guardin hjá sær at tosa við kvinnuliga føraran av bilinum.
Síðani fylgdi kvinnan eftir Britney Spears heim til húsar,
har hendingin varð avgreidd, skrivar The Sun
vinnan