mikudagur 14. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 90 - 14. mai 2008
tíðindi
Nazareth spældi sum
eitt ordligt rockork
estur, men tað vóru
langar løtur millum
stóru løturnar. Bólk
urin manglaði stóru
sangirnar, sum skulu
bera eitt slíkt kvøld
men kendar sangir
fingu fólk í ríkiligt
mát, tá ið Eyðun &
Terji spældu
Nazareth
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Teir umleið 600 áhoyrararnir
til konsertina við Nazareth
leygarkvøldið vóru heldur
linligir, men fólk vórðu
purrað út, tá ið tey bæði
stóru hittini, Dream On og
Love Hurts, rungaðu úr hátal
arunum.
Annars var heldur leingi
ímillum stóru løturnar á
konsertini, sum varð hildin
í ítróttarhøllini á Hálsi.
Nazareth er ein rock
bólkur við 40 árum á baki,
og teir spæla framvegis sum
ein ordiligur rockbólkur.
Sangarin Dan McCafferty
hevur eina sterka rødd,
hóast hann kanska er blivin
eitt sindur hásari, enn hann
var. Men hann kann fram
vegis lyfta eina framførslu
hjá Nazareth, og hann var
allatíðina í miðdeplinum.
Framførslan hjá Nazareth
var góð, ljóðið var á góðari
leið, men tað tóktist, sum at
teir manglaðu stóru sangir
nar, sum veruliga kundu
bera kvøldið.
Kendir sangir í
langar banar
Kendar sangir fingu fólk í
ríkiligt mát, tá Eyðun & Terji
komu á pallin eftir konsert
ina við Nazareth. Nú var lið
ið meira út á kvøldið, og fólk
vóru meira lívlig, tá sangir
sum 80’ini, Dansa og Lívið
er okkara gáta vórðu spæld
ir.
Einki
keyboardspælari
var í bólkinum hjá Eyðun
& Terja hetta kvøldið, og
tað gjørdi teirra framførslu
eitt vet meira rockkenda –
ivaleyst hóskandi til hetta
kvøldið.
Eyðun & Terji hava nógv
góðar sangir at taka av, og
tónleikararnir Arnold Lud
vig, Rógvi á Rógvu og Leiv
ur Thomsen vóru rættiliga á
heimavølli, tá teir spældu
sangir hjá Føstufressum, og
teir dugdu væl at seta ferð
á, tá ið Eyðun Nolsøe sang
sínar kendu poppsangir.
Kvøldið byrjaði annars
við, at føroyski rockbólkurin
Eager To Please hevði
útgávukonsert, og hóast
uppgávan hjá teimum var
trupul – teir spældu tíðliga
á kvøldinum, og áhoyrara
fjøldin var ikki so stór – so
gjørdu teir vart við seg.
Í øllum førum bæð sang
arin í Nazareth fólk klappa
fyri frálíka bólkinum Eager
To Please, tá ið hann kom á
pallin.
Droym víðari
Sangarin í Nazareth, Dan McCafferty, hevði sum vera man sekkjapípuna við á pallin
Myndir Jens Kristian Vang