Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar 4. partur Seinasti partur endaði við, at eg var við til at ansa eftir týskarum í varðhaldi. Tá ið teir knappliga fóru av landinum, mátti eg finna annað arbeiði. Eg fór so aftur at lossa og gera annað fyrifallandi arbeiði á keiini. Eg var tískil á keiini, tá ið bretar komu í land í Havn í samband við hersetingina av Føroyum í 1940. Danmark var jú hersett 9. apríl. Hetta var ein rættiligur hvøkkur, eisini í Føroyum, tí eingin hevði roknað við hesum, serliga við tí ikki-álopssáttmála, sum var gjørdur millum Týskland og Danmark. Men hetta skapti eisini eina óvissu um, hvat ið fór at henda við Føroyum. Mundu týskar- ar vera á veg hendan vegin eisini? Hetta var prátið millum manna. Á morgni 11. apríl var eitt bret- skt kanningarflogfar yvir Havnini og helt so suðureftir. Hendan dag bar bretska útvarpið BBC tey tíðindi, at Churchill hevði sagt í parlamentinum, at nú ráddi um hjá bretum at vera undan týskarum at taka Føroyar, so bíðað var nú spenningi eftir hesum. Einki var hent við uppfaringartíð tann 12. apríl. Men stutt eftir middag komu tvey stór grá skip inn um Borðuna við stórari ferð og stevndu móti Havnini. Tá ið tey nærkaðust sást, at hetta vóru tveir bretskir oyðarar. Tá lætnaði um mangt hjarta, at tað ikki var týskurin sum var komin. Oyðararnir løgdu seg fyri akker kl. 12.30. Skjótt var bátur settur út og fólk fór umborð á svensku og donsku skipini á vánni. Kl. 13.30 kom bátur í land við tveimum yvirmonnum. Teir koma uppá land á trappuni undir keikioskini. So at siga einki fólk var statt har, men sum tað er alment kent, fór Andreas Ziska ímóti teimum og beyð teimum vælkomnar. Men hann segði, at hann saman við nógvum øðrum vildu, at føroyingar sjálvir skuldu ráða í Føroyum. Yvirmenninir fara á fund við løgtingsformannin Kristian Djur- huus og amtmannin Hilbert, har sagt varð frá bretsku ætlanini at hertaka Føroyar. Her var so heldur einki at gera uttan at góðkenna hesa støðu. Um fimm tíðina fóru oyðararnir avstað aftur, men nú vóru vaktar- skip sædd at sigla millum Borðuna og Kirkjubønes. Sama dag varð boðað frá myrkalegging í Havn og á Argjum. Bretarnir koma Í lýsingini dagin eftir tann 13. apríl sóust tveir vápnaðir trolarar liggjandi fyri akker sum vaktar- skip. Alt arbeiði gekk sum vant, men tað var fjáltur á fólki. Klokkuni leið at trý, tá ið nøkur grá skip komu í eygsjón sunnan fyri Borðuna. Tað vísti seg at vera ein krússari, tveir oyðarar og tveir vápnaðir trolarar. Skipini stevna øll móti Havnarvág, har krússararnir og báðir trolararnir leggja stilt, meðan oyðararnir fara at sigla oman og niðan gjøgn- um fjørðin at ansa eftir og forða fyri møguligum týskum álopum. Krússarin var Suffolk. Hann var 10.000 tons og var eitt av teimum miðalstóru herskipunum í bretska flotanum. Hann hevði átta kanónir, loftverjukanónir og kundi skjóta átta torpedoir. Skjótt eftir var ein motorbátur við sjey monnum settur út og sigldi inn til kaiina. Her kom Sandall oberstur uppá land, og hann fór við nýggja bretska konslinum Mason og einum yvirmanni frá Royal Marines á fund við amtmannin og løgtingsformannin at fáa tað seinasta uppá pláss. Meðan hetta gekk fyri seg, høvdu báðir trolararnir lagt at borði hjá krússaranum og fingið teir umleið 250 hermenninar, sum vóru úr Royal Marines, umborð við viðføri og útgerð. Síðan varð lagt at landi. Førning- urin var skipaður uppá kaiina, fyltur uppí kolabilar hjá Valdemar Lützen og koyrdur niðan í býin, meðan herdeildin fór taktfast marsjerandi og syngjandi heim eftir keiini til tilhald síni. sum millum annað var í Sjónleikarhúsinum. Kl. 20 var alt komið til høldar. Tað mesta av ungfólkinum í Havn var á keiini hendan dagin. Nú fekst at síggja, at hetta við krígnum var álvari. Framman- undan høvdu fólk fylgt við í bløðum og útlendskum útvarpi, men nú gekk sjón fyri søgn, at tað var kríggj. Tey flestu høvdu ikki sæð vápnaðar menn fyrr. Tað vóru eisini blandaðar kenslur millum fólk. Tað vóru ikki so heilt fá í Føroyum sum vóru hugtikin av Týsklandi. Men tá vistu fólk heldur ikki til fulnar, hvussu ræðulig nasisman var. Fyrstu donsku flóttarfólkini Kríggið broytti nógv. Tað vóru nógv handilsslip sum komu og fóru. Tað vóru eisini føroyingar, sum fóru at sigla við hesum skipum. Kríggið broytti eisini nógv hjá manningunum á donskum skipum. Tær skuldu nú velja millum, um tær framvegis vildu sigla undir donskum flaggi og harvið týskum eftirliti, ella um manningin vildi sigla fyri teir sameindu. Tað vóru heilt nógv donsk skip við mann- ing, sum valdu hetta seinna. Nógvir teirra umkomust. Hini sluppu ikki heim aftur fyrr enn fimm ár seinni. Hetta merkist eisini í Føroyum. Eitt av donsku skipunum, sum komu á Havnina 9. apríl, var skip- ið hjá ØK »Amerika«. Her mynstr- aðu 11 av manningini av. Onkrir av teimum búsettust her fyri lívið. Dømi um hesar vóru Eivind Binderup og Børge Due Sørensen, sum gjørdust kendir føroyingar. Due Sørensen fór í 1943 sjálvboðin í bretska herskipaflot- an, har hann sigldi við einum minusópara, sum fyrst í juni 1944 Johan fer við »den røde djævel« Nú byrjar krígssiglingin hjá Johan Norðfoss. Han fær seg eisini rættiligan royndan, tí hann fer at sigla við »den røde djævel«, som eisini livir upp til navnið Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Bretsti krússarin Suffolk kom á Havnina 13. Apríl 1940 við bretsku yvirvøldini og tí fyrsta herliðnum, Royal Marines. Johan arbeiddi tá á keiini