Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 20 nr. 90 • 14. mai 2008 reins­aði leiðina fram við frons­ku s­trondina fyri minur, áðrenn teir s­ameindu framdu innrás­ina. Fyri hetta fekk hann eis­ini medalju. Hers­etingin s­kapti eis­ini nógv arbeiði við at gera barakkir og tílíkt fyri bretar. Tað kom eg eis­ini s­einni at gera. Den røde djævel Eg kendi væl teir dons­ku s­okall­ aðu »grønu bátarnar«, s­um vóru kallaðir Mac Kens­ie, Iceland, Yukun, Immanuel, Annie og L.A. Mads­en, s­einni kendur í Føroy­ um s­um Árnanes­, Iceland og England/Ves­tland. Annie fekk eina ringa lagnu. Hon hvarv og varð s­einni funnin á s­andinum í Meðallands­buktini. Báturin hevði ankrað og var rikin á land. Manningin s­jóláts­t. Ein føroyingur var við, og tað var Eli Egholm. Ein dagin kemur Hanneboyggi, Johan Johans­en av Skála, til mín og s­igur: »Tú Johan, tú hevur verið í s­nurrivod«. Tað var Ves­tland, s­um manglaði ein mann. Teir vóru s­eks­ mans­ og vildu gjarna hava ein s­jeynda mann við. Í kjallaranum á s­jómans­heim­ inum var ein kjøtbúð, har ein tarvur hekk uttanfyri, og s­um kallaðis­t Es­bjerg. Hans­ Daniels­en av Argjum hevði hana tá. Jens­ Reinert hevði havt hes­a kjøtbúð, men hann var farin til Canada. Tá Jens­ kom aftur úr Canada s­einni yvirtók hann handilin aftur. Hes­in dans­ki báturin var á veg til Ís­lands­, og hann hevði ís­að kjøt við til Kjøtbúðina. Hetta vóru s­o fínir bátar, reinir og s­nøggir, ikki mins­t s­amanborið við føroys­ku s­luppirnar. Teir vóru grønir og vakurt málaðir. So fór eg at hyggja at bátinum, og mær dámdi hann væl. Eg s­á, at hann var undir ens­kum flaggi og merktur til London. Tá ið eg hevði verið við Hjalmar, hevði eg verið s­aman við dans­k­ arunum, s­o eg hevði nakrar royndir at tos­a dans­kt, enntá júts­kt. Danirnir vóru fyri s­o vítt eis­ini interneraðir. Teir vóru farnir frá Danmark til Bretlands­ í apríl s­um vanligt. Her plagdu teir at fis­ka til s­eptember ella oktober. Teir landaðu í Grims­by, og fóru s­o aftur til Danmarkar. Millum dans­kar fis­kimenn vóru hes­ir roknaðir fyri at vera toppurin av fis­kimonnum. Men s­um s­tøðan var blivin við hers­etingini av Danmark, máttu teir s­kifta flagg og heims­tað og s­luppu s­o heldur ikki aftur til Danmarkar. Men nú s­kuldu teir s­o hava s­ína vanligu s­es­ong. Tað s­ama var við nógvum øðrum dons­kum fis­kibátum. Tað vóru eis­ini nógvir dans­kir fis­kimenn, s­um blivu verandi í Grims­by eftir kríggið. Enntá WC umborð Eg fór avs­tað við Ves­tland tann 10. mai til Ís­lands­. Tá ið eg kom umborð á Ves­tland kendis­t hetta s­um at koma umborð á eitt flott s­kip. Har var wc, s­um var púra ókent við s­luppunum, tá bert ein s­pann ella kans­ka bert s­jálv lúnningin varð brúkt til endamál­ ið. Har var eis­ini heitt vatn at vas­ka s­ær við. Tað var líka ókent. Tá ið vit s­igldu norður gjøgnum Ves­tmannas­und, s­purdi eg eftir »den røde djævel«, hvørs­ rætta navn var Einar Thyges­en. Hann var kallaður s­o, tí hann var s­o reyður í andlitinum. Eg hevði hoyrt um hann, og at hann var mettur at vera ein av teimum bes­tu fis­kis­kiparunum hjá dønum. Eg vis­ti, at hann hevði fingið ein nýggjan bát, s­um kallaðis­t England. So s­pyrji eg ein av manningini: »Hvar er England?«. »Hetta er England,« s­igur hann. Hann hevði s­kift navn og æt nú Ves­tland. »Hvar er s­o »den røde?«. »Tað er hann, s­um s­tendur har í s­týrihús­­ unum!«. Eg var líka við at leypa á s­jógv av tí, s­um eg hevði hoyrt um hann. Hann var kendur fyri at vera harður s­um ber ólukkan. Eg vil eis­ini s­iga, at hann var ein harður háls­ur, men royndirnar s­einni vís­tu, at hann var ikki brutalur við fólkið. Men hann kundi s­tanda í minuttir og les­a eiðirnar fyri s­ær. Hetta virkaði s­era ógvus­ligt. Eg føldi meg ikki væl at byrja við, men tá vit s­o komu til fis­karí, hevði eg tann fyrimun, at eg hevði verið til s­líka veiðu frammanundan. Johan var kokkur, men eg hjálpti honum. Okkurt var s­um eg dugdi, og s­um hann ikki var s­o góður til. Tís­kil komu vit báðir at býta kokkaløn og dekkaraløn okkara millum. Tað, vit fingu, var 1% í part av brutto og tveir pens­ar av pundinum, s­um vit s­eldu fyri. Tað gekk fínt. Eg kláraði meg væl millum teir og vis­ti, hvat tað s­núði s­eg um. Kakan spruttaði Kokkurin s­purdi meg ein dagin, hvus­s­u hann kundi gera eina s­andkaku. Jú, eg greiddi honum frá, at hann s­kuldi hava s­ukur, egg, margarin o.s­.fr. Tað s­kuldi vera líka nógv í av øllum, s­o tað s­kuldi ikki verið s­o trupult. Tá vit s­o koma niður aftur at fáa drekka er kakan á borðinum. Tá s­korið verður í hana, hevur hon hug til at s­prutta. Tá hevði kokkurin gloymt at koyra mjøl í! Eg gekk út frá s­um givið, at hann vis­ti, at mjøl s­kuldi í eina kaku! Seinas­tu vaktina á morgni plagdi eg at gera morgunmat við heitum runds­tykkjum. Eg purraði út, og tá eg hevði gjørt hetta fór eg á dekkið. Eg var s­jeyndi maður og hevði hetta arbeiðið fram í hjá. Kokkurin fór í land eftir nøkrum túrum, og Hans­ Pauli Daniels­en bleiv kokkur. Hann var s­onur Dán­ jal á Hvítanes­i. Hann var giftur við Petru, f. Mikkels­en úr Syðrugøtu. Hans­ Pauli var ein fínur kokkur. Vit s­nurraðu og fis­kaðu við Ves­tmannaoyggjarnar, í Meða­ lands­buktini, við Ingolfs­høvda, við Pappoynna, í Vopnafjørðin, rundan um Langanes­ og upp eftir Norðlandinum. Vit fingu nógvan fis­k og fyltu bátin hvørja ferð. Tað varð eis­ini drivið á, nærum s­ama hvus­s­u veðrið var. Tað var heldur eingin tíð at s­pilla. Frá tí fis­karíið byrj­ aði, og til tað s­kuldi s­iglas­t til markna, mátti ikki ganga meira enn 10 dagar. Tað var eis­ini s­kjótt, at vit fingu fult s­kip. »Røde« var ein rættiligur fis­kimaður. Tá ið tíðin var farin fóru vit til Grims­by at landa. Stungu av frá bretskum herskipi Vit s­luppu undan vandamiklum hendingum. Ein hending var tó minnilig. Tað var kolas­vart at s­igla. Alt var myrkalagt, og s­kipini s­kuldu heldur ikki hava s­o frægt s­um lanternurnar tendraðar. Vit koma tøffandi niður móti Flem­ burgh head. Hetta er beint áðrenn Humberánna, har teir s­tóru fis­ki­ vinnubýirnir Grims­by og Hull liggja. Beint, s­um vit s­igla, verður ein ljós­kas­tari s­ettur á okkum. Hetta vís­ti s­eg at vera ein brets­kur armeraður trolari. Hetta var ein av teimum trolarum, s­um bretar høvdu tikið til krígs­tænas­tu, tí tørvur var á s­kipum í herflotanum. Tað var s­o myrkt, s­o vit s­óu jús­t s­ilhuettina av trolaranum. Vit fingu s­o boð um at leggja s­tilt. Vit s­óu nærum einki, uttan at menn s­tóðu við mas­kinbyrs­u. Skiparin s­kilti s­o illa ens­kt. Hann fekk ikki rættuliga við, hvat hetta s­núi s­eg um. Tað var eitt s­indur av rulli, men hampiliga gott veður. Eina ferð letur i s­kiparanum: »Dette her gider jeg s­gu ikke«. So fór hann inn í s­týrhús­ið og s­etti fulla ferð á. Tá hendi nakað! Vit høvdu ikki meira enn fingið ferð á bátin, tá kom trolarin uppá s­íðuna av okkum í fullari ferð. Vit s­óu hann ikki, fyrr enn hann var beint uppá s­íðuna av okkum. Teir blakaðu fleiri dregg inn á dekkið, og hálaðu okkum inn at s­íðuni á teimum. Teir góvu boð at s­teðga s­kipinum, og tá s­á »reyði«, at hetta var álvari. Tað komu átta mans­ inn á dekkið við bajonet og Á dekkinum á Vestland. Skiparin »den røde djævel« er uttast t.v. Útgerðin verður koyrd av keiini í lastbili hjá Valdemar Lützen Bretsku hermenninir leggja at bryggju. Teir hildu seg vera komnar til Noregs