mikudagur 14. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 90 • 14. mai 2008
MIÐvIkaN
21
allari útgerð. Vit fingu boð um
at koma uppá dekkið og fingu
bajonettir settar móti bringuni.
Tá byrjaðu vit at síggja, at tað var
kríggj. Hetta høvdu vit ikki sæð so
nógv til frammanundan.
Bretarnir vildu sjálvsagt síggja
øll pappír hjá skipinum. Vit søgdu
sum var, at vit vóru eitt fiskiskip á
veg úr Íslandi til markna. So komu
teir umborð við jarnstongum, sum
teir steytaðu niður í lastina at
vita, um nakað illgrunasamt var
at finna. Teir lýstu eftir numm
arinum, og sóu, at tað stóð LO,
fyri London, á bógnum. Eisini
flaggaðu vit við einum bretskum
vimpli á afturmastrini.
Skiparin fekk at vita, at hann
skuldu lystra ordrar eina aðru
ferð. Tað skuldi eingin spurningur
vera um tað.
Skip søkt av minum
Vit sluppu so leysir og hildu á
at sigla. Tá ið vit tá komu niðan
eftir Humberánni, sóu vit fleiri
jarnskip, sum vóru søkt. Hetta var
fyrstu ferð, at týskarar nýttu tær
magnetisku minurnar. Tær vóru
blakaðar á sjógv av flogførum,
og »lupu á« tað, sum var av jarni.
Minurnar vóru ikki størri enn
fótbóltar. Eina ferð, eg seinni við
Normanner, hevði útkikk taldi eg
17 ella 18 av hesum minunum.
Men hesar minur gjørdu so ikki
træskipum nakað. Men tað var
nokk so skjótt, at bretar funnu
útav at leggja ein antimagnetisk
an kápul um jarnskipini, so hesin
vandin kundi fyribyrgjast.
Tað vóru tískil tvey sløg av
minum. Týskarar nýttu hesar min
urnar, sum »bert« sprongdu hol á
skipið.
Bretar løgdu eitt annað slag av
minum, sum vóru nógv størri. Tær
vóru ankraðar í minubeltum, sum
skipini skuldu halda seg uttanfyri.
Rendu tey kortini á eina slíka
minu, kundi hon sprongja skipið í
luftina, og tá var ofta ikki bøn hjá
manningini. Tað vóru hesar minur,
sum kostaðu føroyingum fleiri
skip og mannalív.
Veddaðu um salgið
Eg minnist, at vit plagdu at
vedda um, hvussu nógv vit fóru
at fáa fyri lastina. Vestland hevði
gjørt ein so sera góðan túr árið
frammanundan. Tá hevði hann
selt fyri 1.400 pund, og var hetta
sera nógv. Sjálvur var eg ikki
vanur við slík tøl. Vit vóru vanir
at selja fyri eini 200 pund, tá
ið eg sigldi við Hjalmar, og tá
var tað gott. Onkur skjeyt uppá
1.500 pund, onkur annar tordi at
fara uppá 2.000 pund. So segði
onkur triði, at vit munnu fara at
selja fyri 2.500 pund. Tá svór og
bannaði skiparin við, at hetta fór
so ikki at henda. Úrslitið gjørdist,
at vit seldu fyri 2.600 pund, og
hetta var ein øgiligur túrur. Hetta
var eins nógv, sum nógv størri
føroysk skip plagdu at selja fyri
fyrst undir krígnum.
Eg fekk kr. 500 bert fyri hendan
túrin, sum vardi einar 3 vikur. Til
sammetingar hevði eg forvunnið
900 kr. alt árið 1939 við Thurid.
Bumbaðir í átta av 10
døgum
Vit koma so inn til Grimsby og
liggja her í 10 dagar. Menninir
vistu ikki, um teir skuldu fara
avstað aftur. Hetta var fyrsti túrur,
síðan hersetingina av Danmark.
Teir høvdu einki samband heim til
Danmarkar. Ei heldur høvdu teir
nakað heim at vera í, og máttu
búgva umborð. Alt var so óvist
hjá teimum.
Vit fingu so boð frá umboðs
manninum, at vit skuldu vera
umborð tann 10. dagin eina ávísa
klokkutíð. Tá høvdu teir orðnað at
taka ís og útgerð.
Av hesum 10 døgum vit vóru
inni, bumbaðu týskarar í átta
dagar. 30 fólk vórðu dripin og 160
vóru særd. Teir bumbaðu eisini í
Hull nærindis, og har varð mun
andi meira bumbað og fleiri fólk
doyðu. Millum annað varð danska
sjómanskirkjan í Hull bumbað,
soleiðis sum vit greiddu frá í fjør í
samrøðu við Harry Wilson, giftur
við føroysku Honnu Apol.
Grimsby hevði verið bumbaður
frammanundan eisini. Hetta sóu
vit, tá ið vit fóru í land, og vit
gingu framvið toftunum av bumb
aðum bygningum. Grimsby var
ikki nakar vakur býur tá.
Eg minnist serliga eitt bumbu
álop hesar dagarnar. Eg stóð í
kappanum. Alt var myrkt. Mann
slapp ikki í land. Meðan eg stóð
í kappanum var eitt øgiligt brøl.
Eg minnist, at eg hekk í leysari
luft í kappanum, tá tað brast. Eg
mátti bara halda fast, tí beinini
fóru undan mær, so stórt var
lufttrýstið.
Hetta var ein bumba, sum var
slept ikki so langt frá okkum.
Tað var eitt grúligt sorl men
ikki nógvur mannaskaði, sum
vit frættu um. Nógvur skaði var
hendur uttarlaga í dokkini.
Soleiðis var, sum eg upplivdi
kríggið frá byrjan av.
Til Havnar at keypa
breyð
So fara vit avstað aftur, og tá
fáa allir teir donsku bátarnir
tey boð, at teir skuldu framyvir
til Fleetwood á vesturstrond
Bretlands at landa. Hetta var
mett at vera minni vandafult,
tí Fleetvood lá tað longri burtur
frá vandaøki. Framvegis vildu
bretar fegnir hava fiskin, sum
saman við føroysku landingunum
høvdu stóran týdning fyri
matvøruforsýningina í Bretlandi
undir krígnum.
Vit fóru so avstað aftur. Vit
løgdu altíð inn á Havnina, tá
leiðin gekk framvið til Íslands. Í
Onglandi fekst bert luff, eitt slag
av franskbreyði, men danir vildu
hava ordiligt rugbreyð, sum tað
fekst í Føroyum.
Tað kann skoyast uppí, at
»tjóðarrætturin« hjá teimum var
vanlig donsku speygupylsa.
So eg slapp tá heim nakrar
tímar. Hetta hevði tó tann vansa,
at eg fekk sjóverk, tá ið vit fóru
avstað aftur.
Næstu ferð
Í komandi parti greiðir Johan
framhaldandi frá síni sigling
undir krígnum. Hann er
eisini við til jarðarferðina
hjá fyrrverandi bretska
forsætisráðharranum
Neville Chaimberlain
Frammi í gron á Vestland. Johan eru høgrumegin
»Reyði« var ein óførur fiskimaður. Her kemur posin aftur umborð fullur av fiski
Hetta er Yukon, ein av teimum grønu donsku bátunum. Sum tað sæst, er hann
merktur LO, sum stendur fyri London
Rættingar
Í fyrsta part varð undir
yvirskrivtini »Ósjónlig mørk«
varð greittt frá monnum,
sum stóðu eystanfyri og
vestanfyri í býnum og
prátaðu. Her var býtt um
uppá eystur og vestur.
Í seinasta parti varð
sagt, at Matthias Jacobsen
var skipari á Elsu. Tað var
beiggi hansara Hans.