mikudagur 14. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
nr. 90 • 14. mai 2008
Í seinasta parti greiddi
Albert Norðfoss frá, at
hann í Íslandi undir fyrra
heimsbardaga hevur
siglt saman við einum
sum kallaðist Jens Fær
eying frá Ísafjørðinum.
Hesin partur skal snúgva
seg um Jens og hansara
lagnu, grundað á frásøgn
í FF blaðnum í 2006.
Hetta er nevniliga ein
áhugaverd søga um ein
av teimum mongu
føroyingunum, sum eru
farnir av landinum
Upprunin til søguna er Jens
Johannesen (1837-1880) - eisini
kallaður Janus hjá Dímunar
Jóannes. Janus var giftur við
Onnu Elisabeth Jógvansdóttir úr
Skúgvi. Foreldur hennara vóru
Malena Katrina og Jógvan á
Vattóli.
Ein sonur teirra var Jens
Frederik Jensen. Tað er eitt
sindur óvist, hvussu hann endaði
á Ísafjørðinum seinast í 1800-
talinum. Men hann man vera
komin við skipi inn hagar. Hann
hittir gentu á staðnum, Malfríður
Magnusdóttir, sum hann giftist
við. Á Ísafirði verður hann kall-
aður Jens Færeying. Jens og
Malfríður fáa tilsaman 11 børn.
Av hesum doyggja tvey sum
smá, og síðani doyr mamman í
1914 frá 9 børnum. Tá ið tíðini
hevur ikki verið lætt at vera
einsamallur pápi við so nógvum
børnum. Í Íslandi var heldur
ikki nógv ætt hjá mammuni at
fáa hjálp frá. Dóttirin - 15 ára
gamla Brynjólfina - fer tískil til
Føroyar við fimm av teimum
yngru systkjunum, sum ætlandi
skuldu vera verandi í Føroyum.
Brynjólfina tænti í Føroyum í
eitt ár, og fór so aftur til Íslands
saman við systrini Herthu, sum
ikki vildi vera verandi í Føroyum.
Við var eisini pápin, sum tá var
komin til Føroya at vitja børnini.
Tískil vóru í fyrsta umfari fýra
systkin eftir í Føroyum, og tey
vóru Óskar, Napoleon, Salli og
Vigant. Tey komu til Føroyar við
»Lyru«, sum fórst stutt eftir.
Óskar var elstur av beiggjunum,
sum komu til Føroyar. Hann
livir enn 101 ára gamal. Havi
vitjað hann fleiri ferðir, og hann
er framvegis sera skilagóður.
Øllum vitjandi føroyingum leggur
hann eina við at fara væl við
fiskastovnunum! Trol dámar
honum einki.
Endaði hjá Askham
Óskar kom saman við beiggja
sínum Napoleon at vera hjá
Sigmundi á Argjum í laðaðu
gróthúsunum í Dr. Jacobsensgøtu.
Kona Sigmund, Margretha, var
ættað úr Skopun, og hon var
systkinabarn Jens Frederik. Hetta
man vera orsøkin til, at tey komu
higar. Sigmund og Margretha áttu
annars níggju børn, so her hevur
verið hjartarúm, so tað forslær.
Óskar gekk í skúla saman við
Signu hjá Margrethu, sum hann
var javngamal við.
Seinni fór Óskar til Julionnu
og Tummas Askham at búgva.
Tað var sonurin Símun, sum fekk
hann at koma til teirra. Símun
giftist seinni við Onnu, sum
gjørdist 104 ára gomul. Símun
var eini 10 ár eldri enn Óskar.
Hann búði við Landavegin ikki
langt frá Sigmundi, og er komin
í heimið hjá Sigmund og Grethu.
Her hevur hann fingið tokka til
Óskar, sum hann hevur tikið heim
við sær. Har vóru eisini nóg mikið
av børnum, so hetta sigur eisini
nakað um hjartarúm og hjartalag.
Óskar var sum ein sonur í hesi
familjuni, og hann uppkallaði
eisini sína yngstu dóttir eftir
Julionnu, nevniliga Anna Júlía.
Óskar ætlaði at fáa sær Askham
til eftirnavn, men hetta var
ikki so líka til og gjørdist tí av
ongum. Men framvegis roknar
Askhamættin Óskar sum ein av
teirra egnu, og er hann í teirra
ættartalvu.
Oskar man vera komin nokk
so skjótt til Askam, tí hann
mintist, at Julianna hevði biðið
hann seta kopparnar á borði.
Hetta skilti hann onki av, tí orðið
koppur hevur ein heilt annan
týdning á íslendskum, nevniliga
náttpottur. Hann gjørdi kortini
eftir boðunum, og hetta flennir
hann at framvegis.
Óskar gekk fyrst í realskúla.
Hann hevði tónleikaevni, og
hann spældi eisini við í harmoni-
orkestrinum Olivant. Óskar spældi
trompet, men annars hevur hann
eisini spælt mandolin og floytu.
Óskar lærdi til prentara á
Dimmalætting. Hann fór hagar, tá
hann var 14-15 ár. Ein av teimum,
sum arbeiddu har, var Poul
Niclassen, sum eisini gjørdist
politikari, og Óskar arbeiddi
saman við kendum prentarum
sum Hans Christoffer Hansen,
kallaður Doffa, Niels Jacobsen
og Esbern Vangsen. Í sambandi
við Dimmalætting kann verða
nevnt, at Jens Frederik var syst-
kinabarn Beatu, sum var gift við
Andrass Samuelsen, og sum var
omma til ta Beatu, sum nú er á
Dimmalætting.
Aftur til Íslands
Hóast Óskar letur væl at, at
hann hevði tað gott í Føroyum,
avgjørdi hann sum 19 ára gamal
at fara aftur til Íslands, har hann
framvegis átti pápa og systkin.
Hann kendi á sær, at tað var her,
hann hoyrdi heima. Hetta var í
1925, og hevur hann bert verið í
Føroyum nakrar fáar ferðir hesi
80 árini. Hóast hetta tosar hann
heilt væl føroyskt. Óskar gjørdi
ymisk arbeiði, tá hann kom aftur
til Íslands. Eitt ár hevði hann
timburarbeiði í Reykjavík. Ein
vetur var hann skúlalærari í Staða-
sveit, og eitt ár arbeiddi hann á
ullspinnarínum Álafoss, sum var
kent fyri íslendskar ullvørur.
Á sumri 1930 hittust Hansina
og Óskar, tá tey arbeiddu á sama
bóndagarði við Mývatn. Seinni
vísti tað seg, at tey vóru í ætt.
Íslendska omman hjá Óskar og
abbi Hansinu vóru systkin.
Hansina og Óskar fóru til
Reykjavíkar um heystið, men har
var arbeiðsloysi, og tíðirnar vóru
harðar tá.
Á vári 1931 fóru tey til Ønundar-
fjørðin, har foreldrini hjá Hansinu
búðu á einum bóndagarði. Óskar
fór síðan til skips eitt skifti. Fyrst
við snøri og síðan á sildarveiðu
við gørnum.
Hansina var heima hjá foreldr-
unum, og í november kom teirra
fyrsta barn í heimin. Á vári 1932
búsettust Hansina og Óskar á
Ísafjørðinum. Har búðu eisini
trý av systkjunum hjá Óskar -
Brynjólfina, Kristensa og Magnus.
Jens Frederik livdi framvegis
tá, men doyði stutt eftir av
hjartatilburði, um 55 ára gamal.
Jens Frederik hevði tá fingið sær
eina húshjálp - Elin - og teirra
fosturbarn var Maggfred, sum var
fyrsta barnið hjá systrini Amaliu.
Elin og fostursonurin vóru verandi
í heiminum, eftir at Jens Frederik
var deyður.
Teir tríggir brøðurnir blivu ver-
andi í Føroyum. Napoleon vaks
upp hjá Sigmund Arge og giftist til
Vágs. Arsæll, Salli kallaður, vaks
upp og búði í Lorvík og Vigant vaks
upp og búði í Klaksvík. Allir eiga
teir eftirkomarar í Føroyum.
Óskar býr á ellisheimi i Garðar-
bær, og hann er fegin um vitjanir
úr Føroyum.
Søgan um Jens Færeying
Næstu ferð
Næstu ferð greiðir Albert
Norðfoss framhaldandi
frá sínum lívi til sjós. Enn
einaferð verður skipið, hann
er við, tikið av bretum
Jens Færeying og kona hansara Malfríður
Fýra av børnum hjá Jens eftir, at tey eru komin til Føroyar. Aftast er Óskar.
Frammanfyri f.v. Vigant, Napoleon og Hertha
Oskar á
100 ára degnum
18. august 2006