Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 90 - 14. mai 2008 23 Nýggi Seat Ibiza, sum hev­ ur heimspremieru á bila­ framsýningini í Madrid tann 22. mai er í hesum døg­ um at síggja í framsýningar­ vognum sum koyra kring um í Evropa. Bilarnir eru at síggja inn­ an fyri glasrútar í sergjørd­ um framsýningarlastvogn­ um. Um kvøldið er ljós í framsýningarvindeygun­ um. Seat Ibiza, sum er tekn­ aður av fyrrverandi Lam­ borghini designaranum Luc Donckerwolke, verður marknaðarførdur á ein heilt øðrvísi hátt, enn vit eru von við her í Evropa. Framsýningarbilarnir skulu koyra gjø gnum 17 ymisk lond í Evropa í 40 dagar. Steðgað verður í fleiri stórbýum sum t.d. Hamburg, Keypmannahavn og flestu høvuðsstøðum í Evropa. mg Skoda høvdu heims­ premieru av nýggjasta Superb á Geneve Motorshow fyrst í mars. Sum nakað heilt nýtt hevur Superb dupulta baklúku, vanliga viðførislúku sum ein sedan, og stóra baklúku sum ein hatchback ella liftback Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nýggi Skoda Superb verður ein stórur og rúmligur luksus sedan, sum hevur nógvar innbygdar trygdar­ skipanir sum t.d. 9 airbag til verju av bilføraranum og teimum ferðandi í bilinum. Eisini hevur hann knæairbag til bilføraran og síðuairbag aftan. Sum nakað heilt nýtt hev­ ur nýggi Superb dupulta baklúku. Tað vil siga at hann hevur vanliga viðføris­ lúku, sum ein sedan, og stóra baklúku, sum ein hatchback ella liftback. Soleiðis at skilja at tað ber til at lata viðførisrúmið upp sum ein vanlig lúka, sum á einum sedan, ella at lata alla baklúkuna upp (við bakrútinum), sum á einum hatchback ella liftback. Skoda nevna hesar funktión­ irnar sum ”twindoor”, sum tað av røttum eisini er. Tveir ymiskir mátar at sleppa til stóra viðførisrúm­ ið, sum er heilar 565 litrar stórt. Superb verður at fáa við trimum ymiskum TSI­ bensinmotorum og trimum TDI dieselmotorum. Størsti bensinmotorurin verður ein 3,6 litra V6 við 260 hk, og størsti dieselmotorurin verð­ ur ein 2.0 TDI við Common­ rail innspræning og 170 hk. Partikulfiltur verður stand­ ard á TDI motorunum. Superb verður at fáa við eini framkomnari forlykta­ skipan, sum automatiskt til­ lagar seg ferðini á bilinum, umframt at hann eisini verð­ ur at fáa við parkerings­ assistenti til at bakka bilin upp á pláss. Superb við størstu motorunum kunnu eisini fáast í 4x4 útgávum. Nýggi Skoda Superb kemur á marknaðin í heyst. SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAgNuS@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Nýggi Ibiza á framsýningarferð Superb við dupultari baklúku Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin millum kl. 16 og 17, og endursent fríggjadag millum kl. 8 og 9, og leygardag kl. 13 Nýggi Seat Ibiza er í hesum døgum at síggja í framsýningarvognum sum koyra kring um í Evropa. Her uttan fyri Tivoli í Keypmammahavn Nýggi Skoda Superb sær út sum ein sedan, men er í veruleikanum ein kombi Superb hevur dupulta baklúku. Vanliga viðførislúku sum ein sedan, og stóra baklúku sum ein hatchback ella liftback Skoda Suberb innan b Aftan sær Suberb út sum ein vanligur sedan