Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 90 - 14. mai 2008 Í sendingini Bylgj­an hj­á Kring­ varpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Audi A4 og Ford Explorer, annar ein týskur sedan hin ein amerikanskur SUV Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilarnir sum vórðu um­ mældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum miku­ dagin 14. mai vóru Audi A4 við 2,0 litra TDI diesel­ motori og Ford Explorer við 4.0 litra V6 bensin­ motori Audi A4 Fyrri bilurin sum varð royndarkoyrdur var Audi A4, ið er ein spildurnýggjur sedan við fýra hurðum, sum er teknaður av italska designaranum Walter da Silva, sum nú er designstjóri hjá VW­konsernini. A4 er ein hátøknilig kon­ struktión allan vegin ígjøg­ num við øllum innbygdum trygdarskipanum. Ein dreymur at koyra við kom­ forti á høgum støði. Motorurin er ein 2,0 litra TDI (diesel) við 143 hk og snúningsmomenti upp á 320 Nm við 1.750 snún/ min. Motorurin er sera um­ hvørvisvinarligur og øko­ nomiskur (oljunýtslan er 18,2 km/l). Motorurin er sjáldsama ljóðleysur av ein­ um dieselmotori at vera. Bilurin, sum varð roynd­ arkoyrdur, var væl útgjørdur og kostaði 409.000 krónur. Annars kostar ein Audi A4 frá 331.000 krónum fyri ein 1,8 TFSI við 120hk. Audi A4 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Ford Explorer Seinni bilurin var ein ameri­ kanskur Ford Explorer við 4,0 litur V6 motori og 213 hk. Ford Explorer, ið er ein stórur 7­persónabilur við trimum røðum av setrum, hevur í mong ár verið mest seldi SUV (Sport Utility Vehicle) í USA. Explorer lýkur øll tey strangastu krøv um trygd og umhvørvisvernd í USA og fekk t.d. fimm stjørnur og besta karakter frá NHTSA (National Highway Traffic Safety Administra­ tion). Bilurin hevur “Control Trac 4WD System” ið er eitt sera framkomið system, ið gevur bilinum teir bestu 4x4 eginleikar bæði á asfalti og uttan fyri vanliga koyri­ vegin. Bilurin er praktiskt inn­ rættaður við ljósari leður­ kabinu, automatiskum gir­ um og sóltaki. V6 bensin­ motorurin kraftar væl og hóskar væl til bilin. Bilurin sum varð royndar­ koyrdur kostar 570.000 krónur og kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel. mg Audi A4 og Ford Explorer Audi A4 er ein spildurnýggjur sedan, sum er teknaður av italska designaranum Walter da Silva, sum nú er designstjóri hjá VW- konsernini. Hesin hevur 2,0 litra TDI motor við 143 hk Ford Explorer er ein stórur 7- persóna SUV við trimum røðum av setrum. Hesin hevur 4,0 litra V6 motor við 213 hk bilar