mikudagur 14. mai 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 90 - 14. mai 2008
Boraðu djúpt hol
Felagið, sum veitir Reykjavíkar býi fjarhita, hevur nú
borað djúpasta hol, sum higartil er borað í Íslandi. Holið
er 3.322 metrar djúpt og góðar 200 metrar djúpari enn eitt
tilsvarandi hol, sum felagið boraði fyri trimum mánaðum
síðani, og sum tá var tað djúpasta. Íslendsku bløðini
skriva, at tað tók góðar fimm vikur at bora teir 3.322
metrarnar. Vísindafólk fara nú at kanna viðurskiftini í
holinum, og hvussu nógvur hiti fæst úr tí.
Íslendingar fara langt niður fyri at fáa hita
Mynd: Vísir
Tað kom til ilnar mill
um leiðsluna og næm
ingar í 3. g og 2. HF í
Hoydølum í morgun,
tí nakrir næmingar
vóru ov ávirkaðir av
rúsdrekka
Skúli
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Síðsti skúladagur hjá næm
ingum í 3.g og 2. HF plagar
at vera ein hátíðardagur, har
næmingar og lærarar eta
morgunmat og hugna sær
saman. Tað hevur í nógv ár
verið vanligt, at veitsla er
náttina fyri síðsta skúladag,
og altíð er onkur næmingur,
og lærari fyri tað, sum ikki
er vorðin edrúur, áðrenn fel
ags morgunmatin í skúlan
um. Men í ár kom ilt millum
nakrar næmingar og rektar
an, Mikkjal Helmsdal, tí hes
in metti ov nógvar næmingar
vera ov ávirkaðar. Og knapp
liga gjørdist tað, sum skuldi
vera ein hátíðardagur, ein
ørkymlandi uppliving hjá
teimum flestu.
Ætlanin var, at morgun
matur skuldi vera klokkan
10 og kabarett klokkan 12.
Men í morgun varð tó
ovboðið hjá rektaranum,
Mikkjali Helmsdal:
Her gingu einir 5070
rættiliga fullir næmingar,
og tí hildu vit tað ikki vera
ráðiligt at hava ætlaðu tiltøk
ini, sigur rektarin. Sostatt
vóru tey tiltøk, sum eftir
ætlan skuldu vera, avlýst,
og teir næmingarnir, sum
høvdu fingið ov nógv at
drekka, sendir heim, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Næmingarnir vóru sjálv
andi sera ónøgdir við hesa
avgerð, og ætlanin var at
fara bæði kravgongu, felags
fund og trappustreyku. Teir
vóru ónøgdir við, at leiðslan
ikki hevði gjørt teimum
greitt, hvør avleiðingin var,
um onkur møtti fullur upp.
Fleiri lærarar tóku synd í
næmingunum, og eftir sam
ráðingar við samstarvs
nevndina varð avgjørt, at
tiltøkini skuldu vera kortini.
Í samstarvsnevndini eru,
umframt rektaran, umboð
fyri lærarar og næmingar.
Morgunmaturin
var
tí
klokkan 11, men hýrurin var
ikki tann besti millum næm
ingarnar, og tí høvdu teir
ikki hug til at hava kabarett
ina kortini. Eisini vóru fleiri
teirra, sum skuldu spæla
við, farin heim. Í staðin varð
okkurt
videotilfar,
sum
varð gjørt frammanundan,
sýnt fram í skúlahøllini.
Rektarin, Mikkjal Helms
dal sigur, at tað skal bera til
hjá næmingunum at hava
ein stuttligan enda á skúla
tíðini í Hoydølum, men tey
mugu koma til eina semju
um, hvussu hetta skal bera
til.
Rokaligur síðsti skúladagur í Hoydølum
Studentar í hernað
móti leiðsluni á
Studentaskúlanum
Vanliga er síðsti skúladagur
ein hátíðardagur í Hoydølum.
Her eri ein næmingur við
einum blómutyssi, sum helst
var ætlað einum góðum
lærara
Ná, tá vit ikki sleppa at eta
rundstykkini inni, mugu vit
heldur fara út við teimum