mikudagur 14. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 90 - 14. mai 2008
Hon sveimaði ímill
um lív og deyða í tveir
dagar og tá ið hon
vaknaði aftur, ynskti
læknin henni væl
afturkomnan til lívið.
Nú hevur hon fingið
revsing fyri at hava
verið atvoldin til eina
ferðsluvanlukku, sum
kostaði eitt mannalív
Vanlukka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurinfo
- Tað er ræðuligt at liva við,
at eg skal hava verið við í
eini syndarligari vanlukku
og so uttan at vita av tí.
Ein kvinnuligur bilførari,
sum var í Føroya Rætti í
gjár, minnist púra onki frá
eini
ferðsluvanlukku
í
síðsta heyst, sum kravdi eitt
mannalív.
Tað hendi, tá ið bilurin,
hon koyrdi, kom yvir í
vinstru síðu og rendi á ein
bil, sum kom ímóti henni.
Stoyturin varð so harður,
at ein eldri kona í mótkoyr-
andi bilinum, læt lív.
Av tí at hon onki mintist,
kundi hon heldur ikki taka
støðu til um hon var sek
ella ikki.
Hinvegin hevði rætturin
álit á teimum teknisku
prógvum og kanningum,
sum vórðu løgd fram og á
teimum vitnum, sum góvu
frágreiðing og útfrá tí, varð
kvinnan dømd.
Men av tí, at umstøðurnar
vóru so serligar, fekk hon
so lina revsing, sum hugsast
kundi.
Hon varð ikki ákærd fyri
óviljað manndráp, men fyri
tað linu lógargreinina um
ikki at hava víst neyðugt
ansni.
Væl afturkomin
til lívið
Men at hon onki minnist til
vanlukkuna er ikki so løgið,
tí sjálv meiðslaði hon seg
so illa, at hon sveimaði
ímillum lív og deyða í tvey
samdøgur.
Hon lá meiri og minni í
óviti og tað var ikki fyrrenn
annan dagin, at samband
fekst aftur við hana.
Tað fyrsta, hon minnist,
var, at ein lækni ynskti
henni væl afturkomnan til
lívið.
Seinni fekk hon at vita, at
hon hevði brotið meiri enn
helvtina av øllum beinunum
í kroppinum, umframt at
fleiri gøgn høvdu fingið
skaða.
- Tað er eina og aleina
takka verið góðari røkt á
Landssjúkrahúsinum, at eg
yvirlivdi, greiddi hon frá í
rættinum.
Tann dag í dag, er hon
ikki fullfør aftur, tí hon fær
ikki brúkt armarnar, sum
fyrr.
- Men tað ringasta at liva
við, eru tær sálarligu avleið-
ingarnar. Tað er ræðuligt at
hava verið upp í eini so
syndarligari vanlukku og
ikki vita av tí.
Hon er aftur farin at koyra
bil, men tað er alt annað
enn lætt.
Friðsælur stemningur
Ongin dugir at siga, hví bil-
urin endaði yviri í vinstru
siðu.
Vanlukkan hendi, tá ið
bilførarin og tveir starvs-
felagir ein morgunin vóru á
veg vestur í Vágar.
Bilførarin
hevur
havt
koyrikort í yvir 35 ár og
hevur koyrt rættiliga nógv
til og frá arbeiði, men hon
hevur ongantíð áður verið
fyri tí allar minsta óhappi.
Bilførarin hevði sovið
væl og var væl fyri.
Eitt vitni, sum eisini var í
bilinum, dugdi heldur ikki
at greiða frá tí, sum hendi.
Hon segði, at stoyturin kom
sum snarljós av klárum
himli. Tað var ongin sum
helst ávaring frammanundan
um, at nakar vandi var á
ferð, ongi róp og ongin
hørð bremsing, sum kundi
benda á, at nakað óvanligt
fór at henda.
- Tað var friðsælur stemn-
ingur í bilinum, segði hon.
Men so brast sum snarljós
av klárum himli.
- Tað einasta eg føldi, var
at tað var sum at bresta
ímóti einum hvítum veggi,
segði hon.
Helst var tað stoytkoddin,
hon meinar við, tí hann
blástust upp.
Bæði bilførari og vitni
vóru samd um, at ferðin var
ikki nógv, kanska 70 kilo-
metrar um tíman, tí tey vóru
í góðari tíð og nutu túrin í tí
góða veðrinum.
Bilurin var í góðum standi
og hevði nýggj vetrardekk.
Mótkoyrandi bilurin, sum
varð árendur, koyrdi heldur
ikki skjótt. Ein annar bilur,
sum eisini kom ímóti stað-
festi, at ferðin var ikki nógv,
men hann hevði ikki sansað
nakað, fyrrenn tað brast.
Følir seg ikki seka
Ákærdi bilførarin ásannaði,
at ein vanlukka er altíð ein
menniskjansligur feilur.
Men hon helt eisini, at
rætturin átti at umhugsa at
tikið menniskjanslig atlit.
- Eg føli ikki, at tað eri
eg, sum eri atvoldin til van-
lukkuna, segði hon og hon
visti ikki, hvat er vunnið
við at døma hana, helt hon.
Hon endurtók, at hetta
verður ræðuligt at liva við,
men fær hon dóm, verður
hetta eitt tungt ok afturat, tí
fær hon eisini skyldina fyri
vanlukkuna hóast hon ikki
veit, hvat er hent og hóast
hon onki minnist.
Verjin helt ikki, at tey
teknisku prógvini vóru so
eintýðug, at tey áttu at føra
til dóm.
Men hann skilti heldur
ikki, hvat løgreglan vildi
við at leggja eitt mál, sum
hetta fyri rættin.
Hon hevur tað so ringt av
hesum, sum er hent og hann
skyldi ikki, men at geva
henni dóm oman á alt, er at
geva henni tað seinasta
sparkið, tí tað er tað sama,
sum at geva henni skyldina
fyri vanlukkuna.
Má fáa avleiðingar
Hinvegin helt ákærin, at ein
vanlukka
sum
hendan,
mátti hava onkrar avleiðing-
ar,
hvussu
syndarligar
umstøðurnar annars eru.
Men endamálið var ikki
at geva nøkrum skyldina og
tí var ákæran eisini so mild
sum
yvirhøvur
hugsast
kundi.
Hann mælti tí til, at konan
fekk 900-1200 krónur í bót
og misti koyrikortið treytað.
Hesin var dómarin samd-
ur í og sostatt fekk kvinnan
900 krónur ímót og misti
koyrikortið treytað í trý ár.
Tað merkir, at hon skal upp
til nýggja koyriroynd.
Stendur hon royndina,
má hon ikki gera nakað aft-
ur tey næstu árini, sum er
so revsivert, at hon eigur at
missa koyrikortið, tí so
verður hetta lagt afturat.
Hetta er ræðuligt at liva við
Eitt heystarkvøld fyri tveimum árum síðani, endaði ein útferð hjá trimum starvsfeløgum í eini marru, tá ið tey brádliga vóru mitt í eini ferðsluvanlukku, sum fekk
álvarsligar avleiðingar fyri fleiri fólk
Kvinnur keypa
á netinum
Kvinnur gera meiri av at keypa á internetinum, enn menn
gera. Tað vísir í hvussu er ein kanning av keypsvanum hjá
dønum. Í fjórða ársfjórðingi í fjør áttu donsku kvinnurnar
52 prosent av tí, sum bleiv keypt umvegis internetið, og í
januar ársfjórðingi í ár var parturin 53 prosent. Kanningin
vísir, at tað er serliga klæðir, sum kvinnurnar keypa á
netinum. Tá menn keypa umvegis internetið, er tað sum
oftast elektroniskir lutir, sum hava áhuga.
Nú eru kvinnurnar dugnaligari enn menn at
keypa á internetinum
Mynd: Polfoto
Viðganga samanstoyt
Eftir tøgn í fimm ár hevur bretska verjumálaráðið
viðgingið, at ein kjarnorkurikin kavbátur hjá bretska
herflotanum var fyri samanstoyti við eitt ísfjall í tí
arktiska økinum í 2003. Kavbáturin, sum eitur „HMS
Tireless“, fekk stóran skaða á barlasttangarnar av
samanstoytinum, men mansskaði var eingin. Sambært
blaðnum Daily Mirror var tað Tony Blair, táverandi
forsætisráðharri, sum gav boð um at halda aftur
upplýsingum um samanstoytin.