mikudagur 14. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 90 - 14. mai 2008
Heimasíðan hjá
Faroe Petroleum, er
innstillað til virðisløn
í bretsku kappingini
AIM Investment
Awards ‘08
INNSTILLING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er bretska íløgublaðið
Investor’s Cronicle, eitt av
bløðunum hjá Financial
Times, ið stendur handan
kappingina.
Faroepetroleum.com
er
innstillað í kategoriini Best
AIM website, og um heima
síðuna stendur at lesa: ’clear,
concise and very good at
explaining strategy’.
Á føroyskum merkir hetta
at heimasíðan er greið,
beinrakin og sera góð til at
greiða frá strategi.
Heimasíðan er stílað til
íleggjar og møguligar nýggj
ar íleggjarar, og tað stuttliga
við henni er, at hon er før
oyskt framleidd frá enda í
annan, um sæð verður burt
ur frá Stock info, ið verður
importera frá øðrum veitara.
Tað
er
samskiftisvirkið
Sansir, ið hava gjørt heima
síðuna, ið er bygd á før
oysku Sansir.net skipanina.
Millum hini innstillaðu í
hesari kategori eru ein ensk
medicinalfyritøka og ein
írsk fruktfyritøka, so Faroe
Petroleum
er
komið
í
altjóða selskap.
Vinnararnir verða funnir
á stórari veitslu í London
tann 29. mai, og tá verður
spennandi at síggja, hvussu
leikur ferst.
Heimasíðan kann síggjast
á www.faroepetroleum.com.
Heimasíðan hjá Faroe Petroleum
innstillað til virðisløn
Sjóvinnudepilin
– CMM – er fyritøka,
sum skipar fyri skeið
um innan sjóvinnu.
Í næsta mánaði taka
teir fyrsta stigið at
víðka um virksemið,
so tað røkkur út um
landoddarnar
SJÓVINNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tað gerast alsamt fleiri før
oyskar fyritøkur, sum víðka
um virksemið so tað eisini
røkkur út í heim. Í næsta
mánaði fer Sjóvinnudepilin
–
Centre
of
Maritime
Management – at halda
skeið hjá útlendskum reið
aríi, og tað kann gerast byrj
anin til eitt rættiligt gjøgn
umbrot hjá felagnum.
Felagið varð stovnað á
sumri 2006, og eigararnir
eru Lassi Borðoy, sum eis
ini er stjóri, Sjúrður Guð
jónsson
og
íløgufelagið
Royndin, sum Lív eigur.
CMM kann bjóða 22 ymisk
skeið, tey flestu innan trygd
umborð, sum øll geva
prógv. Harumframt eru eis
ini nøkur onnur skeið, sum
felagið kann bjóða.
Í løtuni starvast seks mans
hjá felagnum, sum allir eru
fyrrverandi sjómansskúla
lærarar, og haraftrat eru tveir
sjúkrarøktarfrøðingar knýttir
at felagnum. Lassi Borðoy,
sum er stjóri í felagnum,
hevur eisini góða barlast við
sær sum stjóri í Atlantic
Supply Base í trý ár.
Ætlanin er, nú vit fara út
í heim við virkseminum, at
hava tríggjar mans úti nakrar
mánaðir, meðan hinir tríggir
arbeiða heima, og skifta vit
um, sigur Lassi Borðoy.
Hann fílist á, at almenna
Trygdarmiðstøðin
heldur
fýra daga skeið fyri túsund
krónur, tí tað hava privat
feløg ongan møguleika at
kappast ímóti.
Kortini hevur CMM fing
ið eina rímiliga góða byrjan,
og teir hava hildið skeiðir
umborð á Strandferðsluskip
unum og Norrönu, umframt
nøkrum fiskiskipum.
Betri umstøður
CMM fer fyrsta dagin at
taka eina bjargingabátastøð
í brúk úti á nýggju keiini á
Viðarnesi.
Hetta
hendir
næstan
samstundis
sum
felagið flytir í nýggj høli á
fjórðu hædd á Saltsøluni.
Bjargingabátastøðin
umfatar tríggjar bjarginga
bátar og tríggjar davidar.
Eini báturin er innilokaður,
og er einasti av sínum slag
til venjingar í Føroyum.
Talan gerst um munandi
betri
hølisumstøður,
tá
CMM fyrsta dagin flytir inn
á fjórðu hædd á Saltsøluni.
Vit fara at fáa fleiri
undirvísingarhølir, kantinu
og sjálvandi skrivstovu. Í
alt er talan um einar 350 fer
metrar, sigur Lassi Borðoy.
Hann heldur, at tørvur er
á einari slíkari fyritøku,
sum CMM.
25% av allari manning
ini umborð á skipunum hjá
Mærsk eru føroyingar, og
samlað fyri allan danska
farmaflotan eru 1520% av
manningunum føroyingar,
vísir Lassi Borðoy á.
Hann er tí spentur upp á,
hvussu hendan fyrsta roynd
in at sleppa inn á útlendskar
marknaðir fer at hepnast.
Stóru reiðaríini eru varin
at binda seg til smáar
fyritøkur, og tí vilja tær fyrst
royna seg fram. Men tað er
eyðsæð, at fáa vit eitt stórt
reiðarí sum kunda, verður
skjótt brúk fyri fleiri starvs
fólkum, sigur Lassi Borðoy.
Um so verður, væntar hann
ikki tað fer at gerast trupult
at fáa fólk, serliga við kom
bineraði skipanini, har fólk
er úti eina tíð og so heima
eina tíð. Serliga útisiglarar
hava hug at fáa eitt slíkt starv,
heldur Lassi Borðoy.
Annars verður móttøka í
sambandi við at CMM flytir
í nýggj hølir á fjórðu hædd
á Saltsøluni fríggjadagin
23. mai millum klokkan 15
og 17.
Á veg út
um land
oddarnar
Lassi Borðoy er
stjóri í CMM,
sum bjóðar 22
ymisk skeið,
serliga innan
trygd umborð á
skipum, fram
Nýggja bjargingarbátastøðin
umfatar tríggjar
bjargingabátar og tríggjar
davidar
Ræðast sinnalagið
hjá McCain
John McCain, senatorur og republikanskt forsetavalevni,
hevur lyndi at bresta í øði uttan ávaring, og valbólkurin hjá
honum ræðist, at tað kann koma honum aftur um brekku,
bæði til valið í november og í forsetastarvinum, skuldi hann
vunnið. Konan verjir hann við at illsinnið bert vísir, at hann
er kensluborin, men sjálvt góðir vinir óttast fyri hvat kann
henda, um hann gerst heimsins maktríkasti maður við
atomvápnum beint við hondina, skrivar Sky News.
Málningur fyri 170 mió
Ein málningur av einari naknari kvinnu er seldur fyri 17,2
milliónir pund, ella umleið 170 milliónir krónur. Talan er um
dýrasta listaverk hjá listamanni, ið enn er á lívi. Málning
urin, sum er í fullari stødd, er av einari naknari kvinnu og
nevnist Benefits Supervisor Sleeping. Tað er týski málarin
Lucien Freud, sum hevur málað listaverkið, sum var selt av
uppboðssølufyritøkuni Christie’s. Tað var ein privatur
samlari, sum seldi málningin á einari uppboðssølu í Rocke
feller Centre í New York, skrivar enska blaðið The Sun.