mikudagur 14. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 90 - 14. mai 2008
Grønlendingar áskoðarar
Josef Motzfeldt, sum er tingmaður hjá IA og limur í uttanríkis-
og trygdarnevndini hjá Landstinginum, er í øðini um, at
landsstýrið letur útlendingar taka avgerðir um grønlendskan
veðurlagspolitikk, uttan at grønlendingar verða tiknir við upp á
ráð. Við KNR sigur Josef Motzfeldt, at landsstýrið hevur ikki
megnað at seta sína dagsskrá á økinum, og at hann og aðrir
grønlendingar eru ikki annað enn áskoðarar í egnum landi.
Josef Motzfeldt vil hava Grønland á
veðurlagsheimskortið (Mynd: KNR)
Sjálvstýrisflokkurin á vitjan
í Suðuroynni
Fríggjadagin í hesi vikuni fara tingbólkur og landsnevnd hjá Sjálvstýrisflokkinum á
vitjan í Suðuroynni, har ætlanin er at hava Tingstovu og landsnevndarfund.
Tingstova Sjálvstýrisfloksins hevur verið væl vitjað og hava fólk verið fegin um
møguleikan at heilsa upp á tingbólkin, sigur flokkurin í tíðindaskrivi. Tí er ætlanin
at fara kring landið við Tingstovuni, so eisini fólk í útjaðarinum skulu hava høvi at
hitta tingbólkin og landsnevndina. Ein av limunum í landsnevndini, Eileen Sandá, er
búsitandi í Vági og nýtir landsnevndin tí samstundis høvi at halda landsnevndarfund
har suðuri. Á ferðini verður eisini vitjað í Salt Siloni á Drelnesi, við eftirskúlaøkið í
Hvalba, á Seglloftinum á Tvøroyri og møguliga eisini í Sandvík.
Ein kvinna er
ákærd fyri bæði
óviljað manndráp,
skilaleysa koyring,
rusdrekkakoyring
og fleiri onnur
lógarbrot eftir eina
ferðsluvanlukku á
Sandvíkahjalla, har
tvey fólk lótu lív
Ferðsluvanlukka
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað var óvanliga skilaleys
koyring, sum á hvítusunnu í
fjør, elvdi til eina ferðslu-
vanlukku á Sandvíkahjalla,
sum kravdi tvey mannalív.
Tað heldur Fútin í hvussu
so er.
Ein kvinna er nú ákærd í
málinum og tað eru rættiliga
umfatandi ákærur.
Hon er bæði ákærd fyri
óviljað manndráp, fyri ser-
liga skilaleysa koyring, fyri
rúsdrekkakoyring og fyri
fleiri onnur lógarbrot, verð-
ur upplýst av fútaskrivstov-
uni.
Orsøkin til at hon er
ákærd fyri skilaleysa koyr-
ing afturat ákæruni um
óviljað manndráp, er, at
hon hevur sett lív og heilsu
hjá fleiri fólkum í álvars-
ligan vanda.
Málið var fyri í Rættinum
í gjár, men verður tikið
uppaftur seinni, tí tað eydn-
aðist ikki at gera tað liðugt.
Í rættarmálinum í gjár,
kundi ákærda hvørki játta
ella nokta seg seka, tí hon
mintust onki til vanlukkuna
ella tað, sum varð farið
fram.
Men vitni hava greitt frá,
at hon koyrdi munandi skjót-
ari enn teir loyvdu 80
kilometrarnar um tíman.
Tey greiddu frá í rætti-
num, at á veg norðureftir úr
Havnini,
koyrdi
koyrdi
kvinnan slalom ímillum
bilarnar og hon yvirhálaði
fyrst ein bil høgrumegin,
tvs í skeivari síðu og síðani
yvirhálaði
hon
ein
bil
vinstrumegin.
Tá kemur hon yvir í
vinstru síðu á vegnum og
rennur við nógvari ferð á
ein bil, sum kom suður-
eftir.
Onkur vitni, sum hon
hevði yvirhálað søgdu, at
hon koyrdi upp á ein máta,
so at tey vóru fullgreið yvir,
at hetta fór at enda galið.
Tvey fólk í bilinum, sum
var á veg suðureftir, lótu lív
á staðnum.
Ákærda fekk eisini stóran
skaða og varð innløgd á
sjúkrahúsi í fleiri mánaðir.
Eitt triðja fólk í bilinum,
ein vaksin abba- og ommu-
sonur varð eisini í rættinum
og hann var hevði verið
noyddur at skifta arbeiði, tí
hann fekk mein av vanlukk-
uni.
Sálarliga hevði hann eis-
ini fingið mein, tí hann var
skjótur at fáa herðindi av
illsinni og tað hevði hann
ikki havt fyrr, men hann var
eisini blivin sosialt avbyrgd-
ur, tí hann maktaði ikki so
væl at koma ímillum fólk
og tí var hann bli
Margarinfabrikkin
setir eitt festligt
punktum fyri virk
semið í ár við einum
stórum barnafestivali
í Grasagarði
Børg og ung
Rigmor Dam
Alt tað kulasta sum børn og
ung dyrka verður á skránni
í Grasagarði í Havn leygar-
dagin 5. juli. Hetta siga tey
av Margarinfabrikkini, har
tey hava úr at gera við at
fyrireika Føroya fyrsta festi-
val fyri børn og ung.
Salua Manai, pedagogur,
sum er projektleiðari fyri
barnafestivalin, sigur, at
hetta verður dagurin hjá
børnunum. Endamálið er
sostatt ikki at vinna pening,
men at skipa fyri einum
hugnaligum og hátíðarligum
degi fyri børn og ung.
Leiðarin
í
Margarin-
fabrikkini, Bogi Andreassen
rópar eisini tiltakið tivoli-
sligt við poppkorni og
candy-floss.
- Tað skal vera ordiliga
feitt og kult fyri børnini,
sigur hann.
Av tí at árið hjá Margarin-
fabrikkini endar um hetta
mundið, hildu tey, at tey
ungu skuldu fáa høvi til at
framføra nakað av tí nógva,
sum tey hava lært gjøgnum
árið.
- Vit hava sett skránna
saman, so tað er nakað til
allar typur og til allar ald-
ursbólkar,
sigur
Salua
Manai, sum eisini undrast
á, at Grasagarður verður so
lítið brúktur.
- Hann er ein perla í
býnum, sum vit eiga at
brúka nógv meira. Á barna-
festivalinum verður økið
avbyrgt, við tveimum inn-
gongdum, so smá børn ikki
kunnu rýma, sigur hon.
Fjølbroytt skrá
Millum
tilboðini
verða
hoppiborg, tarvur og Sumo-
bardagi. Har verður spæli-
pláss við sandkassa og
skreiðibana, bál við grill-
aðum pylsum, sneisabreyði
og pannukøkum.
Eisini verður kreativur
verkstaður í neðra í Til-
haldinum,
har
børnini
kunnu tekna, mála og gera
smýkkur. Teir báðir Búi
Dam og Dánjal á Neystabø
fara at framføra
Ævintýraferðina, og gykl-
arin Ásbjørn Berthelsen fer
at vísa kynstur síni sum búk-
talari. Eisini verður konsert
við Meylu og Jóannes,
umframt eitt hip-hop dansi-
show verður við gentum,
sum hava gingið til dansi-
undirvísing
í
Margarin-
fabrikkini í ár, og gentur úr
Havnar Fimleikafelag hava
fimleikaframsýning.
Á
barnafestivalinum
verður
sjálvandi eisini søla av
øllum tí, sum tey vaksnu
hata:
Candyfloss,
milk-
shake, poppkorn, softice og
slush-ice. Kortini skulu tey
vaksnu eisini hava okkurt
gott, tí í miðhæddini í Til-
haldinum verður ein café
við lekrum mati fyri tey
vaksnu.
Donsk barnastjørna
Á konsertini kl. 20 spæla
tríggir tónleikabólkar frá
Margarinfabrikkini,
ein
gentubólkur
og
tveir
dreingjabólkar. Og til end-
ans spælir danin Nikolaj,
sum vann MGP fyri tveim-
um árum síðani.
Barnafestivalurin er fyri
øll børn og ung, og byrjar
longu klokkan 10 á morgni.
Tiltøkini millum 10 og 18
verða fyri børn og ung,
meðan konsertin verður
millum 20 og 23. Tiltakið
kostar 50 krónur fyri hvørt
barn, meðan vaksin sleppa
ókeypis inn.
Rimmar barnafestivalur í Havn
Óviljað manndráp
og skilaleys koyring
Danska barnastjørnan
og MGP vinnari Nikolaj
verður stóra navnið á
barnafestivalinum í juli
Teir báðir Búi Dam og Dánjal á Neystabø fara at framføra
Ævintýraferðina
Løgreglan sigur, at tað var bæði óviljað manndráp, skilaleysa
koyring og rúsdrekkakoyring, tá ið tvey fólk lótu lív í eini
ferðsluvanlukku á Hvítusunnu í fjør