Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 90 - 14. mai 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg havi verið errin av at bera liðskiparabindið í HB Jákup á Borg Hollendski venjarin hjá Zenith Petersborg sigur seg framvegis vera fjeppara hjá Glasgow Rangers. Í kvøld spæla liðini finalu í UEFA Cup- kappingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan verður avgjørt ikki um finaluna, sum fólk flest roknaðu við, tá russiska Zenit Petersborg og skotska Glasgow Rangers renna inn á vøllinum á City of Man­ chester Stadium í Ong­ landi. Men í finaluni bastu tey bæði feløgini ávikavist Bay­ ern Munchen og Fiorentina, og so hevði tað ikki tað stóra at siga, hvør varð mett­ ur sum favorittur undan teimum uppgerðunum. Hóast UEFA Cup­kapp­ ingin í stóran mun stendur í skugganum av Champions League, so er hampuliga stórt fokus á hollendska venjaranum hjá Zenit, Dick Advocaat. Advocaat, sum eitt skifti var hollendskur landsliðsvenjari, hevur nevnliga eisini verið venjari hjá Glasgow Rangers, og tað er ein tíð, sum hann ong­ an tíð fer at gloyma. ­ Eg havi sagt tað áður. Eg var í felagnum í hálvt­ fimta ár, og tað var ein ógloymandi tíð. Eina ferð Rangers – altíð Rangers, er eitt orðafelli, sum enn hósk­ ar til mín, sigur Advocaat við enska SkySport. Undan dystinum hevur Walther Smith, venjari hjá Glasgow, fýlst at skotska fótbóltssambandinum, tí tað ikki hevur borið til at flyta dystir í heimligu kapp­ ingini. Nakað, sum ber við sær, at Rangers skal spæla sjey tíðandi dystir í 18 dag­ ar. Í Russlandi hevur fótbólts­ sambandið hinvegin flutt dystir, so Zenit hevur best møguligu fyrireikingarnar, og tað er Advocaat sjálvandi nøgdur um. ­ Vinna vit, so siga teir helst, at teir vóru troyttir. Tapa vit, so sigur skotska fótbóltssambandið hinveg­ in, at teir høvdu rætt, so eg veit ikki, hvussu hetta fer at spæla av. Men sjálvur haldi eg, at vit kanska hava ein lítlan fyrimun í fyrireiking­ unum sigur Advocaat. Finalan verður spæld í kvøld og kann síggjast bein­ leiðis á 3+. Advocaat móti sínum egnu Úrslitini hjá HB hava ikki verið nøkrandi seinastu vikurnar. Rættiliga óvæntað fær hetta nú ta avleiðing, at Jákup á Borg missir liðskiparabindið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá HB komandi vikuskiftið tekur ímóti NSÍ, verður tað ikki Jákup á Borg, sum fer at taka ímóti mótstøðu­ monnunum. Jákup hevur annars verið liðskipari hjá HB í fjør og higar til í ár, men tað heitið misti hann í gjárkvøldið. Tá fekk hann nevnliga boð frá Rúna Nolsøe um, at hesin hevði valt Fróða Benjaminsen til álitissessin. Ein avgerð, sum venjarin váttar, men sum hann ikki vil gera nakrar serligar við­ merkingar til. ­ Talan er um eina juster­ ing, sum vit hava gjørt inn­ anhýsis, og eg haldi ikki, at tað er nakað, sum eg fari at viðgera í fjølmiðlunum, er einasta viðmerkingin, sum venjarin hevur til spurn­ ingin. Jákup á Borg vil heldur ikki sjálvur gera tær heilt stóru viðmerkingarnar til málið. ­ Sjálvandi eri eg vón­ brotin. At vera liðskipari er ein heiður, og eg havi verið errin av at bera liðskipara­ bindið í HB. Tí kann eg ikki siga, at eg eri samdur í avgerðini hjá venjaranum. Men hinvegin er fótbóltur eitt liðspæl, og kann hetta hjálpa til at fáa glið á hjá okkum, so má tað vera tað, sigur Jákup á Borg. Hálvt ár í felagnum Fyri uttanfyristandandi kann tað tó undra, at venjar­ in hevur valt hetta sum ein part av loysnini upp á trupul­ leikarnar á HB. Tað kann vera, at Jákup á Borg ikki hevur verið so sjón­ ligur í ár, sum hann annars hevur verið. Men bæði á og uttan fyri vøllin er hann van­ liga ein av spælarunum, sum gongur á odda. Og tað man neyvan vera so, at hann einsa­ mallur hevur verið atvoldin til laku gongdina hjá HB sein­ asta mánaðin ella so. Eitt kritik­punkt frá tí meira inkerneraða partinum av HB­viðhaldsfólkunum hevur tó verið, at tað líktist ongum, at ein fyrrverandi B36’­ari skuldi bera liðskip­ arabindið í felagnum. Møgu­ liga hevur talan verið um trýst á venjaranum í so máta, men er hetta argu­ mentið, so vildi tað verið meira upplagt, um til dømis verandi varaliðskiparin, Hans á Lag, ella Andrew av Fløtum varð valdur sum nýggjur liðskipari. Eingin ivi er um, at Fróði Benja­ minsen er ein av spælarun­ um, sum gongur á odda, tá stig skulu stríðast heim, og sum spælari er hann ein náttúrligur leiðari á vøllin­ um. Men enn hevur hann ikki meira enn lítið hálvt ár á baki í HB, og tá er hampu­ liga óvanligt, at ein spælari longu verður valdur at bera liðskiparabindið. Men møguliga er hugs­ anin handan hetta, at nýggir kustar feiga best. Og sunnu­ dagin fæst so at vita, um nýggi kusturin hjá HB er betri í so máta. Jákup á Borg kom til HB í 2004. Síðani í fjør hevur hann verið liðskipari hjá felagnum, men tað heitið misti hann í gjár Jákup missir armbindið