mikudagur 14. mai 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 90 - 14. mai 2008 ]
Adrian á
U18-land-
sliðið
17 ára gamli
Adrian Cieslewicz,
sum er uppvaksin
í VB og Vági,
er innkallaður
til pólska U18-
landsliðið
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Adrian
Cieslewicz,
sum er sonur Robert
Cieslewicz,
ið
var
partur av FM-liðnum
hjá VB í 2000, er júst
innkallaður til pólska
U18-landsliðið. Fram
til 2006 spældi Adrian í
VB, men í tá skrivaði
hann
sáttmála
við
Manchester City, har
hann
hevur
verið
síðani.
Sum skilst, so hevur
kviki áleyparin ment
seg nógv hesi árini í
Onglandi, og nú verður
hann
so
partur
av
pólska U18-hópinum.
Tann 24. Mai skal
Adrian
flúgva
til
Warszawa, og dagin
eftir fara hann og restin
av hópinum til Finn-
lands, har pólska liðið
skal spæla tveir venj-
ingardystir móti finska
U18-landsliðnum.
Og so kundi verið
lagt afturat, at fót-
bóltsevnini í familjuni
eru framúr. Lukasz, ið
er eldri beiggi Adrian,
hevur
sáttmála
við
danska Brøndby, har
hann hevur gjørt nógv
um seg á eykaliðnum. Í
løtuni er hann tó leig-
aður út til Hvidovre.
Pápi
teir
báðar,
Robert, er fyri stuttum
fluttur heim til Póllands
saman
við
unnustu
síni.
FM liðkappingin
fyri ung varð telvað
2. Hvítusunnudag í
Pállstovu. Kappingin
var skipað sum ein
finala, har tvær undan-
kappingar hava verið
fyrr í ár
talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Ikki færri enn 17 lið og
umleið 100 ungdómar vóru
møtt upp, sum boðar frá
einari bjartari framtíð fyri
føroyskari telving.
Hetta var triðja árið, at
Talvsamband Føroya skip-
aði fyri FM fyri skúla-
ungdómar, har Havnin og
Sandavágur høvdu vunnið
tvey tey seinastu árini, so
møguleikin var hjá teimum
at fáa Hat-trick.
5. flokkur og eldri
Hesin bólkur var býttur
sundur í tveir bólkar, har
liðini vóru bólkað eftir
stigum teirra frá undanfarnu
kappingunum. Í finalubólk-
inum vóru Havnin, Klaksvík
og Vestmanna, meðan í
opna bólkinum vóru Kolla-
fjørður, Tjørnuvík, Haldórs-
vík og Rókur.
Í finalubólkinum megn-
aði Havnin at vinna við
harðari kapping frá klaks-
víkingum, og vann Havnin
harvið eisini Hat-Trick.
Rókur úr Sundalagnum
vann opna bólkin hjá teim-
um eldru.
4. flokkur og yngri
Eisini hesin bólkurin var
býttur sundur í tveir bólkar.
Finalubólkurin var mann-
aður av Vestmanna, Klaks-
vík, Haldórsvík, Sandavági
og Kollafjørði 1. Í opna
bólkinum vóru: Kollafjørður
2, Kollafjørður 3, Kolla-
fjørður
4,
Rókur
og
Kollafjørður 5.
Sandavágur tók her øll á
bóli, tí eftir úrslitunum frá
undankappingunum
at
døma, bendi alt á, at
Vestmanna og Klaksvík
fóru at stríðast um fyrsta
plássið. Sandavágur vann
kappingina, og tí vunnu teir
eins og Havnin eisini Hat-
trick.
FM liðið úr Sandavági
var mannað við: Høgna
Egilstoft
Nielsen,
Tóra
Nielsen, Silasi Eyðsteinsson
og Janusi Samuelsen.
Opna bólkin hjá teimum
yngstu vann Kollafjørður 2
Steypakappingin
2008
Komandi leygardag verður
steypakappingin fyri lið
telvað í Gjáargarði. Steypa-
kappingin var fyri fyrstu
ferð telvað í fjør, tá Klaks-
víkin vann kappingina við
37½ stigum, Vestmanna 36
og Havnin 35½. Kappingin
verður skipað í níggju
umførum, har telvarnir fáa
15. minuttir hvør. Á hvørj-
um liði vera seks telvarar,
har loyvt er at hava tveir
útskiftarar. Eftir at kapping-
in er lokin, verður galla-
kvøld, har finnast skal fram
til Ársins telvara, Ársins
stjørnuskot
og
vakrasta
talvið frá FM 2008.
Í fjør varð Helgi D. Ziska
valdur til Ársins telvara,
Høgni E. Nielsen til Ársins
stjørnuskot, meðan Torkil
Nielsen vann vakrasta talv,
ið hann vann móti Ólavi
Simonsen.
FM í talvi fyri skúlaungdóm
Meistarnir í eldra bólkinum: Sára T. Olsen, Margar Berg, Heiðrikur T. Jacobsen, Rúni Jacobsen, Johan Hentze og Hjalti Toftum Jógvansson
5. fl. Og eldri
FM-finalan
Lið
Stig
Havnin
11,5
Klaksvík
9,5
Vestmanna
3,0
Opin bólkur
Rókur
15,0
Kollafjørð
6,0
Tjørnuvík
3,0
4. fl. og yngri
FM-finalan
Sandavágur
10,0
Vestmanna
9,5
Klaksvík
9,0
Kollafjørður 1
7,0
Haldórsvík
4,5
Opin bólkur
Kollafjørður 2
17,0
Kollafjørður 3
16,5
Rókur 1
11,0
Kollafjørður 5
7,5
Kollafjørður 4
4,5
Rókur 2
3,5
Endaligu
støðurnar
Skulu renna á Tórsbreyt
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt av, at nýggja renni-
breytin skal eita Tórsbreyt. Á fundi í gøtunavnanevnd-
ini 2. mai 2008 samtykti nevndin at taka undir við
einum uppskoti um, at nýggja rennibreytin í Havn skal
eita Tórsbreyt. Ætlandi skuldi breytin vera klár at taka í
nýtslu til seinastu ólavsøku, men ætlanin varð seinkað.
Ístaðin verður roknað við, at breytin verður klár til
komandi ólavsøku.
Henke til EM
Svenski landsliðsvenjarin togaði eina stóra kanin úr hattinum, tá
hann í dag almannakunngjørdi nøvnini í svenska landsliðshópi-
num. Tað hevur nevnliga eydnast Lars Lagerbæck at yvirtala 36
ára gamla Henrik Larsson at taka eitt seinasta tørn við landslið-
num. Henke hevur annars ikki verið á landsliðnum síðani 2006,
men hann hevur framvegis gjørt um seg í svenska Helsingborg,
har hann í ár hevur skorað seks ferðir í 11 dystum. Lagerbæck
segði á tíðindafundinum í dag, at hann las nøvnini í hópinum upp í
tilvildarligari røð, men heilt rætt mundi hetta ikki vera, tí seinasta
av teimum 23 nøvnunum var altso tað hjá Henrik Larsson, og sum
vera man, fegnast bæði miðlar og áskoðarar um hetta.