Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 91 - 15. mai 2008 Landsstýriskvinnan í mentamálum er á listaframsýning í Eysturríki, meðan størsta skúlabygging í Føroya søgu er til viðgerðar í Løgtinginum politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin Løgtingið hevur í dag havt endaligu viðgerðina av málinum um at byggja skúladepil í Marknagili í Havn fyri 391 milliónir krónur. Hetta er størsta skúla­ bygging í Føroya søgu og tí fall tað onkrum tinglimi fyri bróstið, at lands­ stýriskvinnan í mentamál­ um, sum varðar málinum, ikki var til staðar í Løg­ tinginum. ­ Ein sum átalaði, at landsstýriskvinnan ikki var til staðar, var Anfinn Kalls­ berg úr Fòlkaflokkinum. Hann tók tulkaði hetta sum um at hon ikki metti at málið hevði so stóran týdning, at tað var neyðugt at vera til staðar. Eisini Jákup Mikkelsen úr fólkaflokkinum fanst at, at landstýriskvinnan ikki var til staðar og somuleiðis harmaðist samgonguleið­ arin, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um at hon var burturstødd. Úr Mentamálaráðnum verður upplýst, at hon er á føroyskari listaframsýning í Wien í Eysturíki. Annars vóru tað fleiri tinglimir, sum átalaðu, at uppskotið frá landsstýris­ kvinnuni var alt ov illa fyrireikað og summi hildu enntá, at tað var so vánliga frágingið, at tað var als ikki búgvi at leggja fyri løgtingið yvirhøvur. Millum tey, sum ikki hildu, at uppskotið var borðbært, vóru eisini parta­ menninir hjá landsstýris­ kvinnuni, Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen. Rás2/Sosialurin royndi at ringja til landsstýris­ kvinnuna í morgun at fáa eina viðmerking, men hon var ikki at hitta. Átala Kristinu Háfoss - Vit eru samd um, at Løgtingið eigur at vísa vegin, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður Grøn orka Áki Bertholdsen aki@sosialurin Nú verður roynt at gera Løgtingið grønt. Og eydnast tað, er væl hugsandi at í framtíðini verða tað fleiri almennir bygningar, sum eisini verða grønir. Tað er ikki máling, vit tosa um, men orka. Hergeir Nielsen, løg­ tingsformaður, heldur, at Løgtingið eigur at ganga undan sum eitt gott fyridømi og tí eru tey nú farin undir at kanna í hvønn mun tað ber til at skifta miðstøðuhitan í tinghúsinum út við eina sólorkuskipan. Hetta er ein spurningur, sum formansskapurin í Løgtinginum hevur arbeitt við í eina tíð. Formansskapurin heldur, at skulu vit hugsa um grøna orku í Føroyum, eigur tað almenna at ganga undan og tað kundi ikki verið betri hóskandi enn at byrja við okkara fremsta, almenna bygning, sum er Løgtings­ húsið. ­ Tí eru vit samd um at kanna, um tað yvirhøvur ber til at seta sólorku upp í Løgtinginum Fleiri bjóða seg fram Hergeir Nielsen sigur, at fleiri orkuveitarar hava bjóðað seg fram at seta sól­ orku upp í løgtingshúsinum. Og nú hevur formans­ skapurin so biðið Jarðfeingi gera sínar metingar av málinum. ­ Vit avgjørt at biða sak­ kunnleikan kanna eftir um tað yvirhøvur loysir seg at seta sólorku upp í Løgting­ inum ella um tað er nakað, sum er heilt burturvið. Hann sigur, at tað skal sjálvsagt verða eitt lutfall ímillum íløguna, sum ein slík sólorkuskipan kostar og tað nyttuna, sum fæst burturúr. ­ Tí er fyrsta stigið at kanna eftir, um hetta er nakað, sum loysir seg yvir­ høvur við atliti av oljuprísi, Co2 útláti og so framvegis. Hann sigur, at tí vil formansskapurin hava eina greiða mynd av støðuni og tá ið myndin er greið, verður gjørt av um hetta er nakað, sum tað loysir seg at fara víðari við. ­ Men eg haldi, at tað er felags fyri alt Løgtingið at vit vilja ganga undan at fara yvir til grøna orku. Løgtingsformaðurin sig­ ur, at eydnast tað at gera Løgtingið orku­grønt, held­ ur hann avgjørt, at tað kann brúkast sum eitt fyridømi fyri aðrar almennar bygningar. Í samsvar við Norðurlandaráðið Annars hevur Norðurlanda­ ráðið samtykt eitt uppskot frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um at heita á allar stjórnirnar í Norð­ urlondum um at í øllum almennum bygningum, sum verða bygdir, skal mist 30% av orkuni verða varandi orka og í longdini kann málsetningurin vera, at øll orka í almennum bygn­ ingum, skal vera grøn. Men Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin at fáa grøna orku í Løgtingið, hevur onki við tað at gera, tí tað er eitt hugskot, sum formansskapurin er farin at arbeiða við av sínum eintingum. Nú er Løgtingið mestsum alt spildurnýtt, bæði innan og uttan, men løgtingsfor­ maðurin dugir ikki at siga um bygginevndin yvirhøvur hevur hugsað um grøna orku, tá ið arbeiðið varð gjørt. Vilja hava grønt løgting Skulu vit hugsa um grøna orku, eigur tað almenna at ganga undan og formansskapurin í Løgtinginum heldur, at løgtingið er tað best hóskandi staðið at byrja. Tí verður nú kannað eftir, um tað ber til at seta sólorku upp í Løgtinginum Finalan endaði í roki Viðhaldsfólk hjá Rangers komu í bardaga við løgregluna í Manchester, og hann vardi í fimm tímar. Orsøkin var, at ein stórskíggi gekk fyri beint áðrenn UEFA­cup finalan millum Rangers og Zenit St Petersburg byrjaði. Eftir hendan harðskapin hevur býráðið í Manchester gjørt av at sleppa ætlanunum um at seta stórskíggjar upp, tá Champions League­finalan millum Manchester United og Chelsea verður spæld komandi mikukvøld. Martin Joensen live í Tórskjallaranum Eftir tvær sera væl eydnaðar konsertir undanfarnu hóskvøld, verður aftur skipað fyri konsert í Tórskjallaranum komandi hóskvøld 15. mai klokkan 21. Tá fer tónaskaldið Martin Joensen at framføra sínu egnu verk, ið av sonnum mugu sigast eru vorðin ”evergreens” her á landi. Saman við skaldinum úr Vestmanna verður hansara egna ljómlið, og við Martin sum skipara á brúnni verður manningin hendan: Pauli Magnusen: bass & sang, Eyðun M Hansen: gittar, Jákup Zachariasen: stál & dobro, Konsertin er frá klokkan 20 til 23.30 Løgtingslimir og Løgmaður harmast um, at Kristina Háfoss er burturstødd ímeðan løgtingið viðgerð størstu skúlabygging í Føroya søgu