hósdagur 15. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 91 - 15. mai 2008
Kjak í Miðlahúsinum
Barsilsskipanin, javnstøða og arbeiðsmarknaður verða evnini á kjakfundi, sum Kvinnufelagið í
Havn skipar fyri í Miðlahúsinum mánakvøldið 26. mai. Hvussu gera vit tað meira lokkandi at
vera nýbakað barnafamilja í Føroyum? Og hvussu laga vit barsilsskipanina til, so hon livir upp
til nútíðar krøv um javnstøðu og til broytta arbeiðsmarknaðin? Hesar og nógvar aðrar brennandi
spurningar verður varpað ljós á í Miðlahúsinum mánakvøldið 26. mai. Á skránni verður peptalk
við Kristionnu Winther Poulsen, forkvinnu í Javnstøðunevndini, vísdómsorð frá Maritu
Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Jenny A. í Heiðunum sigur sína hjartans meining um at
vera í barsilsfarloyvi við tveimum smáum børnum, meðan karrieran sum Conference & Event
Manager á Hotel Føroyum eisini krevur sítt. Tiltakið byrjar kl. 19.30 og er alment, sigur
Kvinnufelagið í Havn.
Søgdu
seg ikki
hava upp
lýsingar
Hóast Taks longu
hevði útflýggjað
upplýsingar
um mvg av
skrásetingargjaldi,
helt stovnurin
fast uppá, at tey
ikki høvdu hesar
upplýsingar
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í málinum, sum er lýst
aðra staðni á síðuni, fekk
Taks boð um, at stovnurin
skuldi viðgera kravið,
sum
borgarin
hevði
reist.
Í hesi viðgerð sendi
Taks borgaranum bræv,
biðið var um nærri upp
lýsingar um krøvini. Her
undir upplýsingar um
skrásetingargjald og mvg
av hesum.
Veruleikin var tó sam
tundis, at Taks fleiri mán
aðir
frammanundan
hevði útflýggjað borgar
anum somu upplýsingar.
1. oktober í fjør sendi
Taks nevnliga skriv til
borgaran, har upplýst
var, hvussu stórt ávika
vist
skrásetingar
og
meirvirðisgjaldið av bili
num var.
Tá talan er um skráset
ingargjald hevur Taks
allar upplýsingar tøkar í
telduskipan sínari. Upp
lýsingar um hetta eru at
komuligir hjá starvsfólki,
um bert tey hava numm
arplátuna á bilinum.
Borgarin vísti eisini
skrivinum frá Taks aftur
við boðum um, at Taks
longu hevði umbidnu
upplýsingarnar
og
tí
kundi viðgera málið.
Skatta- og avgjalds-
kærunevndin er
hægsti fyrisitingarliga
myndugleikin innan
økið. Men hóast
nevndin hevur tikið
avgerð. Og hóast Taks
hevur fingið boð um,
at henda avgerð skal
fylgjast. So noktar
stovnurin framvegis
at endurrinda mvg,
sum er kravt inn
uttan lógarheimild
Mvg
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Skatta og avgjaldskæru
nevndin hevur tikið eina
avgerð, og so leingi, sum
henda ikki er broytt við
dómi, er rættarstøðan, sum
nevndin er komin til, gald
andi. Taks má fylgja avgerð
unum hjá nevndini...«
Somikið greiður var úr
skurður, sum ovasti Skatta
og
avgjaldskærunevndin
gjørdi tann 26. mars í ár í
kærumáli,
sum
borgari
hevði sent, tí Taks noktaði
at viðgera umsókn hansara
um at fáa endurgoldið mvg
av persónbili.
Skatta og avgjaldskæru
nevndin gjørdi longu í
oktober 2005 úrskurð, har
borgari fekk viðhald í, at
Taks – táverandi Toll og
Skattstova Føroya – uttan
lógarheimild hevði kravt
mvg í sambandi við keyp
av persónbili. Hetta orsakað
av einum lógartekniskum
mistaki, sum fevnir um all
ar nýggjar persónbilar, sum
eru keyptir í tíðarskeiðnum
1. mai 1999 til 28. apríl
2005.
Skifta grundgeving
Tann úrskurðurin fekk ann
an borgara at kæra um líkn
andi viðurskifti, men Taks
noktaði at viðgera málið,
vísandi til at stovnurin í
løtuni hevur kært líknandi
mál til Føroya Rætt, og at
eingin avgerð enn fyriliggur
í hesum.
Úrskurðurin hjá nevndini
frá mars mánaði tvingaði tó
Taks at taka málið upp.
Men hóast talan er klokku
klár, hevur hetta ikki fingið
Taks at fylgja úrskurðinum.
Heldur ikki, hóast talan er
um úrskurð, ið er sagdur av
hægsta
fyrisitingarliga
myndugleika á skatta og
avgjaldsøkinum.
Tvørtur ímóti, so noktar
Taks at geva borgaranum
viðhald í málinum. Hesa
ferð við tilvísing til, at tað
ikki er stovnurin, ið hevur
kravt inn meirvirðisgjaldið.
»Taks er av tí áskoðan, at
afturgjalding av mvg bert
kann koma upp á tal eftir
reglunum í §24 í meirvirðis
gjaldslógini, te afturgjald
frá Taks til meirvirðisgjalds
skrásett virki. «
Við øðrum orðum vil tað
siga, at Taks nú sigur, at tal
an er um mál millum bila
sølu og keypara.
Víðari stendur skrivað, at
Taks út frá hesum ikki fer
at endurrinda av mvg’ið av
skrásetingargjaldinum.
Men at hetta ístaðin er eitt
mál millum borgaran og
bilasøluna.
Bróta fyrisitingar
rættin
Sum ovasti fyrisitingarliga
myndugleiki innan økið, er
tað Skatta og avgjaldskæru
nevndin, sum ásetur rættar
støðuna í málum innan
skatta og avgjaldsøkið.
Í úrskurði, sum varð
gjørdur í nevnda máli í
mars
mánaði,
staðfesti
nevndin, at Taks má fylgja
teimum avgerðum, sum
nevndin kemur til.
Málið, sum er viðgjørt
her á síðuni, er meinlíkt
øðrum máli, har Taks – eftir
boðum frá Skatta og av
gjaldskærunevndini – hevur
endurrinda mvg til borgara.
Men hóast hetta viðgerð
Taks ikki núverandi mál á
sama hátt.
Málið, har peningur er
goldin, er kært til Føroya
Rætt, og í tíðindaskrivi,
sum varð sent út í apríl mán
aði, sigur Taks, at tey ikki
taka undir við, at Skatta og
avgjaldskærunevndin hevur
heimild til at fastleggja
rættarstøðuna í málum, ið
ikki eru løgd fyri nevndina
til støðutakan.
Við øðrum orðum noktar
Taks at góðtaka, at ovasti
fyrisitingarligi myndugleik
in hevur heimild at fast
leggja rættarstøðuna.
Bíða eftir Taks
Vit ætlaðu at fáa viðmerkingar til málið um mvg-
endurgjald fyri persónbilar frá Taks. Telefonboð eru
løgd til stjóran á Taks í morgun, men fyri evstamark
okkara høvdu vit ikki frætt aftur.
-mørk
TAKS virðir ikki
fyrisitingarrættin
1. mai 1999 vórðu dagføringar gjørdar í lógini um
skrásetingargjald fyri innflutning av bilum.
28. apríl 2005 verður lógin broytt, soleiðis at
heimildin at krevja inn ætlaða gjaldið verður í lagi.
25. oktober 2006 ger hjá Skatta og
avgjaldskærunevndini úrskurð í kærumáli. Har verður
staðfest, at tað ikki var lógarheimild at krevja inn
millum 1 mai 1999 til 28 apríl 2005.
26. mars 2008 tekur Skatta- og avgjaldskærnevndin
avgerð um, at avgerðin frá 25. oktober skal fylgjast, so
leingi sum annar dómur ikki fyriliggur í málinum.
Skatta- og avgjaldskærunevndin er hægsti
fyrisitingarligi myndugleiki innan skatta- og
avgjaldsøkið.
15. apríl 2008 sendir Taks út tíðindaskriv. Her
staðfestir stovnurin, at tey ikki meta Skatta- og
avgjaldskærunevndina hava heimild at fastleggja
rættarstøðuna í málum, sum ikki eru løgd fyri
nevndina.
7. mai 2008 afturvísir Taks kæru frá borgara, sum
hevur kravt mvg-afturbering í samband við keypi av
persónbili. Talan er um mál millum borgaran og
bilasøluna, sum hevur selt bilin, sigur Taks.
FAKTA
Hóast talan er um púra eins mál, so noktar Taks at fylgja fyrisitingarrættinum, sum ovasti
fyrisitingarmyndugleiki hevur fastlagt