Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 91 - 15. mai 2008 Helgi Nolsøe, granskari á Fiski­ rannsóknarstovuni, fer í morgin á stóra bio­ráðstevnu í Kina, har hann skal halda ein fyrilestur. Hetta hendir eftir innbjóðing frá samskiparanum av ráðstevnuni GRANSKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »Dear Dr. Helgi Nolsoe, On behalf of the Organi­ zing Committee – China Med­icinal Biotech Associa­ tion, we cord­ially invite you to give a lecture at BIT Life Sciences’ 1st Annual World­ Congress of ibio­2008, a d­ed­icated­ event on Ind­us­ trial Biotechnology, which will be held­ on May 18, 2008 in Hangzhou, China«. Soleiðis ljóðaði byrjanin til innbjóðingina, sum Helgi Nolsøe ein d­agin í februar fekk frá kinversku fyrireikarunum av einari bioráðstevnu, sum verður hild­in í Kina í d­øgunum 18. til 21. mai. Talan er um eina rættiliga stóra ráðstevnu yvir fleiri d­agar, og hon viðgerð evnir sum bio­brennievni, enzy­ mir, mikrobiologi, heilivág­ vørur, umhvørvi, sjógv, land­brúk og føði. Helgi Nolsøe skal hald­a ein fyrilestur á ráðstevnuni, og í skránni stend­ur hann at hald­a hann 21. mai millum klokkan 14.20 og 14.45. At ein føroyingur er boðin við til hesa fyrstu ráðstevnuna av sínum slag í Kina kann und­ra. Men alt hevur sína frágreiðing. ­ Eg hevði eina grein í »International Journal of Food­ Science and­ Thechno­ logy«, sum umrød­d­i ein nýggjan hátt at framleiða surimi, sum gevur eina munand­i størri úrtøku. Kina er heimsins størsti fram­ leiðari av surimi, so tað er helst orsøkin til, at eg eri boðin við, sigur Helgi Nolsøe. Herðaklapp Granskarin á Fiskirann­ sóknarstovuni er fegin um hend­an spennand­i møgu­ leikan. Ikki bert at hald­a ein fyrilestur á eini slíkari ráðstevnu, men eisini at talan er um eitt so fjarskotið land­ sum Kina. Tá tú ferðast so langan veg er púra náttúrligt, at gera sær d­ælt av møguleik­ anum og taka nakrar d­agar eyka á staðnum, og tað ger Helgi Nolsøe eisini. Hann fer úr Føroyum í morgin, fríggjad­ag og verður heima aftur mánad­agin 26. mai. ­ Men tað tekur langa tíð at ferðast. Eg fari í morgin, men eri ikki komin upp á pláss fyrr enn leygarkvøld­ið, sigur Helgi Nolsøe. Fyrilesturin fer sjálvand­i at snúgva seg um fram­ leiðslu av surimi, hvussu úrtøkan betrast og fram­ leiðsla úr feitum fiski. Kina er heimsins størsta fiskivinnutjóð og heimsins størsti framleiðari av surimi, so tað verður spenn­ and­i at hald­a hend­an fyri­ lesturin, sigur Helgi Nolsøe. Tað má sigast, at tá ein føroyingur verður boðin við til eina slíka ráðstevnu, so setur hetta veruliga føroyska gransking á heimskortið. ­ Hetta er ein viðurkenn­ ing og eitt herðaklapp til føroyska gransking, sigur Helgi Nolsøe, sum hevur granskað nógv í framleiðslu av surimi. Føroysk gransking sett á heimskortið Helgi Nolsøe, granskari á Fiskirannsóknarstovuni, fer til Kina í morgin at halda fyrilestur á stórari bioráðstevnu Mynd: Jens Kristian Vang Fólkatalið kom 1. apríl 2008 upp á 48.547. Hetta er aðru ferð at fólkatalið fer upp um 48.500, seinast var í august í fjør. Seinastu fýra árini hevur fólkatalið verið mest fyrst í august mánaða, men er longu í september minkað aftur við fleiri hund­rað, tí netto fráflytingin er størst í august. Um vit síggja burtur frá hesum árligu sveiggjunum, er tað samanumtikið lítil og eingin vøkstur í fólka­ talinum longur. Hetta kem­ ur klárt fram, um vit rokna miðaltalið av und­anfarnu 12 mánaðunum. Eftir hes­ um at d­øma leggjast ikki meira enn eini hund­rað fólk aftrat um árið, ella minni enn eitt hálvt prosent. Vit kunnu siga, at fólkatalið nú í næstan fýra ár hevur staðið í stað, skrivar Hagstova Føroya á heimasíðu síni. Fólkatalið stendur í stað Eingin vøkstur hevur verið í fólkatalinum seinastu árini Fekk Mercedes fyri at vaska skógvar Í Ongland­i er skikkur, at ein fótbóltslærlingur fær ábyrgd­ av einum av fyrstaliðs spælarunum. Tað vil siga at reinsa fótbóltsskógvarnar og annað líknand­i. Tað er ikki óvanligt, at fótbóltslærlingar, eftir eitt langt kappingarár, vóna at fáa eina troyggju sum souvenir. Ella kanska eitt brúkt par av fótbóltsskóm. Fótbóltslærlingurin í Birmingham City, James McPike, hevur hetta kappingarárið havt til uppgávu at vera »boot boy« hjá fronsku stjørnini Olivier Kapo, men hann visti ikki hvat hann skuld­i trúgva, tá hann spurd­i Kapo, um hann kund­i fáa eitt brúkt par av fótbóltsskóm og í staðin fekk tveittar lyklarnar til ein Merced­es. Og hartil fekk hann at vita, at hann skuld­i eiga hann. Orsøkin var eftir øllum at d­øma tann, at Kapo hevði tikið skógvarnar heim við, men franski miðvallarleikarin læt ikki 17­ára gamla McPike fara tómhentan í summarfrí. So í staðin gav hann d­reinginum Merced­es’in hjá sær. Tá McPike, sum forvinur 1200 pund­ um mánaðin, ivaðist í, um hann hevði ráð at gjald­a trygging fyri ein so fínan bil, insisteraði Kapo upp á at gjald­a tryggingina eitt ár fram. So tað má sigast, at tað ikki er eiti á souvenir at fáa eftir kappingarend­a. Og tað enntá eftir, at felagið flutti niður, skrivar Daily Mail.