hósdagur 15. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 91 - 15. mai 2008
Á samkomu í gjár í
Eik banka handaði
Zacharias Wang
Eikgrunninum bók,
sum sigur søguna hjá
bankanum tey 175
árini, hann hevur
verið til. Talan er um
eitt valaverk upp á
meiri enn 450 síður
BANKASØGA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
450 síður av bankasøgu.
Tað var úrslitið, tá Zach
arias Wang í gjár handaði
Odd Bjellevåg, næstfor
manni í Eikgrunninum 175
ára longu søguna um bank
an.
Nógv fólk var komið sam
an í høvuðsdeildini, tá hand
anin fór fram og nakað
seinkað bjóðaði forstjórin,
Marner Jacobsen, vælkom
in. Síðani greiddi hann eitt
sindur frá uppgávuni, sum
lá í at skriva søguna hjá
bankanum frá stovnan, 24.
august 1832, og fram til
dagin í dag.
Fyri trimum árum síð
ani, 9. mars 2005, gjørdi
Eik Grunnurin avtalu við
Zakarias Wang, stjórnmála
frøðing, um at skriva eitt
minnisrit í sambandi við at
táverandi Føroya Sparikassi,
nú Eik Banki, fylti 175 ár,
24. august 2007, segði
Marner Jacobsen.
Tað var í veruleikanum
ein rímiliga einfaldur setn
ingur, sum settur var fyri
bókina.
Uppgávan var at skriva
eitt minnistrit uppá umleið
250 síður við teksti og
myndum. Ritið skuldi fevna
um søgu og menningina av
Eik Banka frá tí hann var
stovnaður 24. august 1832,
og skuldi samstundis lýsa
tann samfelagsliga týdning
Eik Banki hevur havt gjøg
num tíðina, segði Marner
Jacobsen.
Bókin gjørdist munandi
meiri umfatandi enn roknað
var við, og nakað seinkað
– tó at tað var við vilja.
Upprunaliga var ætlan
in, at ritið skuldi koma út til
sjálvan 175 ára dagin, men
av ymsum orsøkum var
hetta útsett soleiðis, at nú 9
mánaðir eftir sjálvan føðing
ardagin er barnið fullborið!
Úrslitið gjørdist ikki 250
men 462 síður í stívari
permu, sum lýsa hesi gott
175 árini fram til árslok
2007, segði Marner Jacob
sen, sum síðani greiddi eitt
sindur frá skránni fyri
hátíðarhaldið.
Zacharias takkar
Síðani fekk høvundurin
sjálvur, Zacharias Wang,
orðið og hann legði fyri við
at takka fólki, sum hava
havt týdning fyri útgávuna.
Fyrsta tøkkin fer til øll
tey, sum hesi 175 ár hava
virkað í tí stovni, sum bókin
viðger. Tað er teirra dagliga
strevi fyri at takka, at vit
hava hesa fyritøku og kunnu
standa her í dag, segði
Zacharias Wang.
Tað hevur sjálvandi stór
an týdning at fáa skjøl til
vega, sum lýsa byrjanina og
fyrstu tíðina hjá einari so
gamlari fyritøku.
Harnæst fer tøkk mín til
undangongumenn
mínar
sum hava arbeitt við at lýsa
fyritøkuna. Fremstur teirra
millum var amtsskjalavørð
urin Anton Degn, sum í
sambandi við 100 ára dagin
hjá Færø Amts Sparekasse
fann fram til ein hóp av
skjølum, sum lýsa upprunan
og ta fyrstu tíðina. Tíverri
kom hetta tilfar ikki út tá, og
tað hevði kanska nakað við
tað at gera, at 100 ára
dagurin var í 1932, tá tann
stóra heimskreppan leikti í
av tí harðasta. Tað var í hes
um árum, at triði hvør banki
í USA stongdi, og í spari
kassanum var heldur ikki
nógv veiggj. Men hetta til
far kom til mikið gagn, tá
John Davidsen skrivaði tær
báðar bøkurnar sum komu
út í sambandi við 125 ára
dagin í 1957 og 150 ára dag
in í 1982. John kendi eisini
flestu av teimum fólkum,
sum høvdu virkað í spari
kassanum, og hevði sum
havnarmaður sera góðan
kunnleika til alt tað um
hvørvið, ið sparikassin virk
aði í, segði høvundurin.
Han takkaði eisini fyrr
verandi stjórunum og øllum
teimum fólkum, sum hann
hevur gjørt samrøðu við.
Somuleiðis takkaði hann
stjórunum, Bjarna Olsen og
Marner Jacobsen, eins og
hann takkaði samskiparan
um, Sigrún Brend.
Ikki Zacharias
av tilvild
Og høvundurin tók saman
um soleiðis:
Tað eru nú farin gott trý
ár, síðani heitt varð á meg
um at skriva hesa bók. Hon
hevur verið mín trúfasti
felagi hesa tíð, og havi eg
eftir førimuni saman við
góðum fólkum roynt at lýst
stovnin og tað samfelag,
sum hann hevur virkað í.
Tann gleðiligasti dagur,
sum eg havi havt í hesum
verki, var tá eg fekk at vita,
at fyritøkan hevði skift
navn, og eisini navninum
viðvíkjandi var vorðin ein
banki. Tá var raðið at
viðgera henda bankan sum
ein partur av tí heimsumfat
andi gongd, har økonomisk
ur vøkstur hevur broytt sam
feløg okkara úr tí svarstasti
armóð til dagsins vælferðar
samfeløg. Eyðsæð er, at
peningastovnar hava havt
stóran týdning fyri hesa
gongd við at veita ta tænastu
at flyta gjaldføri frá teimum,
sum hava í meira lagi, til
teirra sum hava tørv á gjald
føri til nýggj tiltøk. Av tí at
bókin var um tað, sum er
upprunin til dagsins virki,
lá tað sera raðið fyri at fáa
navnið til bókina, og er tað
mær ein frøi í dag at handa
næstformanninum í nevnd
ini, Odd Bjellevåg, fyrsta
eintakið av bókini um
Føroya elstu og størstu fyri
tøku, bókina Eikirøtur!
Síðani handaði Zacharias
Wang næstformanninum í
Eikgrunninum, Odd Bjelle
våg, sum takkaði Zacharias
Wang fyri verkið.
Til slíkt arbeiði er tað
ein fyrimunur at vera stjørn
málafrøðingur og at vera
kønir í samfelagsviðurskift
um, so tað var ikki av tilvild,
at júst Zacharias Wang varð
valdur at skriva søguna hjá
Eik Banka, segði Odd
Bjellevåg millum annað.
At enda læs Dánjal Joen
sen eitt brot úr bókini,
nevniliga um innbrotið í
Færø Amts Sparekasse í
1949, sum ongantíð varð
uppklárað. Men tað gjørdi
kanska ikki so nógv, tí tjóv
arnir fingu ongantíð brotið
peningaskápið upp.
Eikirøtur, sum bókin eit
ur, verður borin í hvørt hús
í Føroyum í næstum.
Eikrøtur
– ein partur av
Føroya søgu
Høvundurin, Zacharias Wang, handaði næstformanninum í Eikgrunninum, Odd Bjellevåg, fyrsta eintakið av Eikirøtur
Forstjórin í Eik Banka,
Marner Jacobse, fegnaðist um
bókina
Óegnað til meinigheitsráð
Herfyri valdu grønlendingar nýggj meinigheitsráð, men nú vísir tað
seg, at fleiri av teimum valdu hava ikki valbæri og kunnu tí ikki
vera í einum meinigheitsráði, skrivar Sermitsiaq. Sambært blaðnum
er talan um níggju fólk, sum av ymsum orsøkum hava mist valbæri.
Ein hevur dóm fyri stuldur, ein annar hevur dóm fyri svik, ein triði
er dømdur fyri harðskap, og ein fjórði hevur dóm fyri at hava
vanrøkt sínar sleðuhundar.
Tað ber ikki til at velja tjóvar og svikarar í meinigheitsráð
Mynd: KNR