Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 91 - 15. mai 2008 Ísbjørnin í vanda Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at seta ísbjørnina á listan við djórum, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Dirk Kempthorne, innanríkisráðharri, segði í gjár, at tann minkandi ísurin kring Norðpólin tekur lívsgrundarlagið undan ísbjørnini, og at tað tí er neyðugt at staðfesta, at hon er í vanda. Kanadisku myndugleikarnir hava ikki tikið sama stig sum USA, hóast umleið tveir triðingar av heimsins ísbjarnum halda til í kanadiskum øki. Vend í Danmark Ta seinastu tíðina hava fleiri danskir búskaparfrøðingar ávarað um, at gongdin í danska búskapinum fer at venda, og summir teirra vænta, at pílurin fer ikki at venda tann rætta vegin aftur fyrr enn um eini tvey ár. Helge Pedersen, sum er búskaparfrøðingur hjá Nordea Bank, sigur við JydskeVestkysten í dag , at arbeiðsloysið fer neyvan at veksa stórvegis í Danmark, og hann eggjar eisini fólki til at halda fram við verandi privatu nýtsluni. Sambært amerikanarunum eru ísbjarninar í vanda fyri at doyggja út Mynd: Vísir Leikbólkurin TVAZZ er nú boðin til altjóða sjónleikafestival í Tampere í Finnlandi Tíðindaskriv Leikbólkurin TVAZZ, sum kom á føroyska sjónleika­ pallin við leikunum Køks­ drotningarnar (2006) og Fundamentalisturin (2007) er nú boðin á altjóða sjón­ leikafestival í Tampere í Finnlandi. Hetta er 40. festi­ valurin, sum verður hildin í býnum Tampere/Tammer­ fors í døgunum 4. – 10. August í ár. Í ár verða norðurlendskir teaturdagar eisini hildnir á sama festivali, og í tí sam­ bandi verður stórt norður­ lendskt showcase á festival­ inum. TVAZZ er við í høv­ uðsskránni á festivalinum við leikinum Fundamental­ isturin, sum varð sýndur fyri fullsettum húsum á Meiarínum í fjørheyst. Finskur leikur á føroyskum Leikurin Fundamentalistur­ in er finskur og hevur verið spældur í mongum leikhús­ um í Finnlandi síðan 2006, tá hann hevði frumfram­ førslu. Eisini har fyri full­ settum húsum. Men festival­ urin hevur valt at bjóða TVAZZ at framføra sína uppseting av leikinum, har spælt verður á føroyskum við enskum undirteksti. Hetta er rættiliga vanligt á festivalum, har luttøka er úr ymsum londum. Ein leik­ bólkur úr hvørjum Norður­ landi er við í høvuðsskránni, umframt bólkar úr Letlandi, Estlandi, Grikkalandi, Frak­ landi, Týsklandi og aðar staðni. Allir bólkar eru yrk­ isleikbólkar og eru nógv frammi í løtuni. Sí meira um festivalin á heimasíðuna www.teatterikesa.fi. Fundamentalisturin í uppskoti til norðurlendska leikritavirðisløn Á norðurlendsku teaterdøg­ unum, sum verða hildnir annaðhvørt ár, verður norð­ urlendska dramatikara virðislønin handað. Hetta er virðisløn fyri besta norðurlendska leikrit, sum skrivað er seinastu tvey árini, og sum hevur havt frumframførslu. Hvørt land innstillar ein leik og er tað stýrið í Nordisk Teater Uni­ on, sum viðgerð uppskotini og velur ein vinnara. Tað vísir seg, at Finland hevur innstillað Juha Jokala net­ upp fyri leikin Fundamental­ istin. Tí kann væntast, at uppsetingin hjá TVAZZ verður væl vitjað á festival­ ini. Umframt heiðurin fær vinnarin virðisløn áljóðandi 5000 EUR, ella umleið 37.000 kr. Komandi verkætlanir hjá TVAZZ TVAZZ hevur aðrar verk­ ætlanir í umbúna. Eitt nú at uppseta leikin Fundamental­ isturin uttanfyri Føroyar. Næsta verkætlan í Føroyum verður væntandi í vetur 08/09 og møguliga ein verk­ ætlan til Listaleypin. At seta leikir upp krevur nógva fígging og leitar TVAZZ í løtuni eftir stuðlum og spon­ sorum til verkætlanina. Men fyribils er fyrsta verkætlan hjá TVAZZ í 2008 at taka upp aftur Fundamentalistin og at lut­ taka á festivalinum í Tam­ pere í august. Tað verða Bárður Persson og Gunnvá Zachariasen, sum spæla leiklutirnar sum ávikavist presturin Markus og Heidi. www.tvazz.com TVAZZ á altjóða sjónleikafestival Nýggj spennandi ungdómsbók um kærleika, vinalag, einsemi og morð í heitari summarsól BókmenTir Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Vandamikli mussurin Eftir Kjetil Johnsen Jákup í Skemmuni týddi Ætlað 12­16 ára gomlum Forlagið Nýlendi gav út Ronja Berg myndprýddi 192 síður 79 kr. Vandamikli mussurin er onnur bókin í spildurnýggju krimirøðini við felagsheitin­ um 3 VINKONUR eftir norska metsølurithøvundan­ um Kjetil Johnsen. Fyrsta bókin, Eitt hol í sálini, kom út til jóla í 2007, og triðja bókin kemur eftir ólavsøku. Ætlanir eru um 12 bøkur. Kjetil Johnsen er føddur í 1966. Hann hevur starvast sum blaðmaður og sum blaðstjóri á størstu norsku ungdómsbløðunum. Bóka­ røðin „Tusen biter“ (18 bøk­ ur) byrjaði upprunaliga sum ein framhaldsrøð í «Vi og Gutta» og varð sera væl móttikin. Kjetil er nú rit­ stjóri í stóru blaðfyritøkuni Egmont. ­ Eg skrivi ikki pedagog­ iskar bøkur. Bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær fáa nógv ung at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur Kjetil Johnsen. ­ Tíverri eru dreingir ikki so grammir at lesa sum gentur, sigur Kjetil. Teir kunnu fáa áhuga fyri fyri­ brigdum sum Harry Potter, men tað merkir ikki, at teir halda fram, og at teir lesa nógv, soleiðis sum gentur ofta gera, sigur Kjetil John­ sen. Hann heldur tað ikki vera so umráðandi at læra nakað í einari spennandi bók, ið tú lesur sum undir­ hald. ­ Eg orki hvørki at skriva ella lesa ov nógvar málandi lýsingar, fløkjasligt mál og sálarfrøðiligar hugleiðingar. Nei, gev mær heldur eitt dráp ella bæði tvey! Triðja bókin í 3VIN­ KONUR­røðini við heitin­ um Tað, sum fer at henda, kemur á føroyskum eftir ólavsøku. Vanda- mikli mussurin - Eg skrivi ikki pedagogiskar bøkur. Bøkurnar skulu vera so spennandi, at tær fáa nógv ung at lesa. Eisini tey, sum vanliga ikki lesa so nógv, sigur Kjetil Johnsen Soleiðis byrjar Vandamikli mussurin: Ein ung genta verður funnin deyð á einum lítlum vatni í Djúpadali: “Hon er nakin. Hann kannar hana. Hann heldur hana vera vakra. Hann veit, at hon er 15 ára gomul. Nærri sagt 15 og eitt hálvt. Hon er júst byrjað í tíggjunda. Hon er fullkomin, lýtaleys, sum so mangar á tí aldrinum. Húðin er sløtt og rein. Men hon er eisini køld og gráblá av lívloysi.“