Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 91 - 15. mai 2008 - Í fyrsta lagi kemur rund­koyringin at gera ferðsluna nógv trygg- ari, og í øðrum lagi kemur hon at gera íd­naðarøkið í Norðra- gøtu meira attraktivt, sigur borgarstjórin í Gøtu kommunu, Hans Mourits Fold­bo Gøta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rundkoyringin, sum Lands­ verk nú letur byggja í Gøtu­ dali, verður hin størsta í Før­ oyum. Hon fer at hava fýra aktivar “armar” til inn­og útkoyring, men fer at hava møguleikar til tveir armar aftrat. Tær aktivu útkoyringarnar úr rundkoyringini verða ávikavist til Kambsdals/ Fuglafjarðar, Leirvíkar/ Norðoyggjar, Gøtu/ Skála­ fjørðin – og síðan verður ein útkoyring inn á nýggja ídnaðarøkið, sum er planer­ að til eitt nú handilsmiðstøð í Gøtudali. Tað er eingin loyna, at Landsverk sær fyri sær, at framtíðar vegaføringin mill­ um Norðoyggjar, Leirvík, Fuglafjørð, Gøtu og inn á meginøkið gongur um ein tunnil, sum fer inn í fjallið vestanfyri Gøtudal og kem­ ur útaftur beint sunnanfyri Valaknúkar, uttanvert bygd­ ina í Skálafirði. Tí fer rundkoyringin, sum nú verður bygd í Gøtu­ dali, at hava møguleikar til tvær íbindingar aftrat, sum ganga vestur í dalin, harav onnur kann førast vestur í komandi tunnilsmunnan. Serliga trygdin Hans Mourits Foldbo, borgar­ stjó­ri í Gøtu kommunu, sigur, at tað er Landsverk, sum burtur av hevur uppgávuna við rundkoyringini í Gøtudali um hendi. At gera arbeiði fyri seg, hevur stovnurin fingið fyritøkuna JHR Entreprenørar í Runavík. Tilboðið upp á sjálva rund­ koyringina liggur um 3,2 miljó­nir kró­nur, og síðan koma ymiskir snøklar aftrat, sum skulu gerast, eitt nú laðingar við Alu­Plast og annað. ­ Við møguleikum fyri seks íbindingum, hava vit skilt, at hetta verður størsta rundkoyring í Føroyum, og sambært tíðarætlanini verður hon liðug á ó­lavsøku. Borgarstjó­rin í Gøtu komm­ unu fegnast um, at hetta arbeiði nú er farið í gongd, og í hesum sambandi hugsar hann serliga um trygdina. ­ Hetta er eitt vandamikið vegastrekkið við nó­gvari ferðslu, og vit hava eisini havt fleiri vandamikil ferðslu­ ó­happ í krossinum, har vegurin úr Leirvíkstunlinum kemur oman í Gøtudal. Hans Mourits Foldbo fegn­ ast serliga um, at rund­ koyringin fer at tryggja ferðs­ luna um hesar leiðir nó­gv betur. ­ Um 8­tíðina á morgni, tá skúlanæmingar og lærarar koyra inn á Kambsdal, stend­ ur mangan bilrøð á vegnum oman úr Leirvíkstunlinum og bíðar eftir at sleppa út á vegin. Hann væntar, at rundkoyr­ ingin fer at “slúsa” ferðluna nó­gv betur og fer at gera vegastrekkið lættari at ferð­ ast eftir, samstundis sum trygdin verður størri. Attraktivari handil Hans Mourits Foldbo ivast heldur onga løtu í, at rund­ koyringin fer at gera ídnaðar­ økið, sum kommunan hevur planerað og latið privatum at byggja á, nó­gv attraktivari. ­ Tað hevur stó­ran týdning fyri handilsvirksemið, at bil­ ar, sum koma um hesar leið­ ir, noyðast at seta ferðina niður í eini rundkoyring, og kunnu velja eina útkoyring inn á handilsøkið. Hann veit um handil á Vejle­leiðini í Danmark, sum meira at kalla liggur í ó­bygd­ um, men sum samstundis liggur við eina rundkoyring. ­ Handilin seldi mest land­ búnaðarvørur og amboð til landbúnaðin, og eg skilti, at hetta var ein av handlunum á leiðini, sum hevði størsta umsetningin. Tað er so lætt og ó­makaleyst at koyra inn á eitt handilsøkið, tá tú kortini hevur sett ferðina niður, og útkoyring er inn á økið. Koyr­ ir tú hinvegin við nó­gvari ferð eftir høvuðsvegi, skal tú líka sum hava tikið avgerð­ ina frammanundan, um tú steðgar við handilsøkið ella ikki. Annars strýkur tú bara fram við og steðgar ikki á, vísir borgarstjó­rin á. Hans Mourits Foldbo vænt­ ar, at Gøtudalur sum frá líður kemur at savna rættiliga nó­gva ferðslu og harvið nó­gv ferðandi, tá íbindingin kemur við tunli um fjallið og vestur á Skálafjørðin. ­ Tá ið so undirsjó­var­ tunnilin kemur millum meginøkið og Skálafjørðin við høvuðsvegaføring av Strondum, inneftir Skála­ fjørðinum og í ein tunnil, sum gongur beint inn í Gøtudal, verður hetta økið rættiliga sentralt, sigur borg­ arstjó­rin í Gøtu kommunu. Aker í andróðri Aker­skipasmiðjan í Florø í Noregi hevur havt nó­g mikið at gera, men roknskapurin vísir, at skipasmiðjan fær ov lítið av pengum burtur úr teimum nýggju skipunum. Tey bæði seinastu árini hevur skipasmiðjan havt meiri enn 300 millió­nir kró­nur í halli, og leiðslan sigur, at gongdin hevur ikki verið mætari higartil í ár. Aker­samtakið setti umfatandi tiltøk í verk á skipasmiðjuni í fjør fyri at venda gongdini, men higartil uttan úrslit. 88 bankafólk uppsøgd Fyrradagin fingu 65 starvsfó­lk í íslendska bankanum Glitnir at vita, at tey noyðast at finna sær annað arbeiði. Hesi somu boð fingu 23 onnur starvsfó­lk í bankanum fyri fjúrtan døgum síðani, og sostatt hevur Glitnir sagt 88 ella 10 prosent av starvsfó­lkinum í Íslandi upp. Hetta er fyrstu ferð, at so nó­gv íslendsk bankafó­lk eru uppsøgd í einum. Gamla metið átti Landsbankin, sum eina ferð í 1994 koyrdi 64 av sínum starvsfó­lkum til hús. Rundkoyring í Gøtudali liðug um ólavsøkutíð Arbeiðið at byggja rundkoyring í Gøtudali er byrjað, og ætlandi stendur Føroya størsta rundkoyring klár at taka í nýtslu á ólavsøku Mynd: Vilmund Jacobsen Á tekningini sæst handilsøkið, sum Gøtu kommuna hevur planerað – og niðari til høgru á tekningini sæst rundkoyringin, sum nú verður bygda Hans Mourits Fold­bo, borgarstjóri í Gøtu kommunu, avsannar, at kommunan hevur tikið aftur íd­naðarøk- ið, sum kommunan hevur selt privatum til hand­ils-og tænastu- virksemi Handilsmiðstøð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað vó­ru Poul Arni Jacob­ sen og Hans Jørgen Djur­ huus, sum á sinni skrivaðu undir avtaluna við Gøtu kommunu um handilsøkið í Gøtudali, og tað vó­ru teir báðir, sum í fyrsta lagi vó­ru stigtakarar til ætlaðu handilsmiðstøðina. Sambært avtaluni við Gøtu kommunu hava stig­ takararnir keypt tann partin av økinum, har handilsmið­ støðin skal byggjast. Hetta økið er tilsamans 13.120 fermetrar, harav Alu­Plast ætlandi skuldi hava teir umleið 3.000 fermetrarnar. Fyri einum gó­ðum ári síð­ an væntaði Hans Jørgen, at teir ætlandi fó­ru inn á økið um nakrar mánaðir. ­ Tað eru nó­gv viðurskifti, sum skulu fáast upp á pláss, men vit miðja eftir at seta ”spakan” í seinni í vár, segði hann í byrjanini av 2007. Lagt varð aftrat, at Alu­ Plast, sum eisini skal byggja á nýggja økinum, fer í gongd heilt skjó­tt. Einki bygt Enn er einki bygt á ídnaðar­ økinum, har handilsmið­ støðin ætlandi skuldi byggj­ ast, og í seinastuni hevur ljó­ðað, at Gøtu kommuna skal hava tikið økið aftur. ­ Men tað er ikki rætt, staðfestir borgarstjó­rin, Hans Mourits Foldbo. Hann ásannar, at enn er ikki bygt á økinum, men hann væntar, at okkurt nýtt fer at fyriliggja heilt skjó­tt. ­ Tað eru somu eigarar, sum framvegis hava øki um hendi, og sambært øllum só­larmerkjum at døma verð­ ur okkurt at frætta um stutta tíð, sigur borgarstjó­rin í Gøtu kommunu. Enn er einki bygt á nýggja ídnaðar-og handilsøkinum í Gøtudali, sum Gøtu kommuna hevur planerað og selt privatum til handils-og tænastuvirksemi Mynd: Høgni Thomsen Handilsmiðstøðin í Gøtudali ikki slept