hósdagur 15. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2008
13
Einaferð vóru øll oyru í Føroy
um vend ímóti útvarpinum.
Tað, sum útvarpið segði, var
sannleiki. Tá sjónvarpið kom,
fekk tað nærum eins sterka
støðu. Alt, sum har var at
síggja av føroyskum tilfari,
mátti síggjast. Hendan tíðin er
farin. Eindarmentanin á
fjølmiðlaøkinum er deyð, og
nýggjasta lurtarakanningin
prógvar hetta. Fremsta
uppgávan hjá kringvarpinum
verður nú at sannføra lurtarar
og hyggjarar um sín tilverurætt
Nógv hevur verið tosað um
Kringvarp Føroya í seinastuni.
Undanfarna landsstýrið gjørdi av
at leggja útvarpið og sjónvarpið
saman, og undanfarni stjórin,
Jógvan Jespersen, hevði onki
annað val enn at royna at gera,
sum landsstýrið vildi. Hann
royndi at leggja stovnarnar
saman, men gavst, tí hann helt
uppgávuna vera vónleysa.
Nú hava so nýtt stýri og
nýggjur stjóri tikið við, ið skulu
føra samanleggingina á mál.
Bygnaðurin skal broytast, so
samanleggingin kann fáast at
rigga, verður sagt.
Eg haldi, at øgiliga nógv hevur
verið tosað um samanlegging,
nýtt hús, bygnað, kringvarpsgjald
og starvsfólkarøkt í seinastuni.
Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu
metast sum karmar um virksemið
hjá kringvarpinum. At hava ein
hóskandi bygnað, nóg mikið av
pengum og nøgd starvsfólk eru
neyðugar fortreytir fyri, at tað
skal eydnast at skapa gott útvarp
og sjónvarp. Men eg sakni eitt
kjak um, hvat vit vilja við kring
varpinum í 2008. Hetta kjakið er
neyðugt, tí støðan hjá kringvarp
inum er grundleggjandi broytt
seinnu árini.
Tá útvarpið kom
Upprunin til kringvarpið er
Útvarp Føroya. Útvarpið varð
stovnað í 1957 við tí endamáli at
veita føroyingum føroyskt útvarp.
Føroyingar høvdu møguleikan at
fara undir at endursenda danskt
útvarp, men av berum treiskni
varð hetta tíbetur ongantíð gjørt.
Føroyskt útvarp ella sløktan
sendara, gjørdist meginreglan, og
soleiðis mentist útvarpið. So
hvørt sum orka at senda meira
fekst til høldar, komu fleiri
sendingar á skránna.
Við útvarpinum fingu før
oyingar fyri fyrstu ferð ein
fjølmiðil, sum rakk út í hvønn
krók í landinum samstundis við
somu tíðindum borin fram
soleiðis, sum útvarpsmaðurin
valdi at bera tey fram. Hetta gav
útvarpsfólkum eina nærum
óhoyrt sterka støðu í samfelagn
um. Tá útvarpstíðindi vóru á
døgurða, var manntómt í gøtun
um, tí fólk lurtaðu. Sama støða
var á nátturða. Fólk vildu vita,
hvat útvarpið segði.
Útvarpið skapti á hendan hátt
eitt slag av eindarmentan í Føroy
um. Sum dømi kann nevnast, at
V4sendingarnar í sjeytiárunum
gjørdust óvanliga væl umtóktar
millum fólk, júst tí sendingarnar
vóru einasta undirhaldið, fólk
fingu. Føroyingar høvdu tá onki
sjónvarp, ongar parabolir og onki
internet, og tí vóru stjørnur
føroyinga allar stjørnurnar í V4.
Men útvarpið vildi ikki bara
undirhalda. Málið var eisini at
vera mentanarmiðstøð í landinum.
Útvarpið átók sær leiklutin at vera
málsliga uppbyggjandi og inni
haldsliga kveikjandi. Undir hesum
málsetningi var ein sterk kensla av,
at føroyska mentanarøkið er lítið
og má røkjast. Útvarpsleikir vórðu
tí spældir á føroyskum, útlendskar
søgur lisnar á føroyskum, føroysk
ir sangir tiknir upp og spældir
aftur og aftur, spennandi ítróttarfrá
sagnir skaptar, aktuellar sendingar
sóu heimin úr føroyskum sjónar
horni, siglt varð kring oyggjarnar
at greiða frá landinum o.s.fr.
Av nærlagni og vilja til at bróta
upp úr nýggjum fekk útvarpsar
beiði ein sterkan dám av at vera
listhandverk, um tað so snúði seg
um málsligt hegni, hegni at siga
frá ella evnini at skapa fyndugt
innihald og undirhald. Fólk vandu
seg á hendan hátt við frálíkar
upplesarar, frásøgumenn, týðarar,
skribentar, tíðindamenn, yrkjarar,
tónleikarar, sangarar, sjónleikarar
og skemtarar. Øll eru tey mangan
nevnd og tí eisini kend.
Tá sjónvarpið kom
Útvarpið var einsamallur loft
miðil frá 1957 til 1978, tá fyrstu
sjónvarpsfeløgini fóru at senda.
At síggja sjónvarp fyrstu árini var
sera forkunnugt. Enn í dag
munnu mong minnast til dømis
sendirøðina um Coloradosøg
una, ið rúnarbant mangan hyggj
ara, hóast hon neyvan nyttaði
serliga nógv. Tá so Dallas og
Dollars komu á skíggjan, vóru
føroyingar seldir, og tey flestu
gloymdu alt um fiskaprísir,
politikk og kanska eisini vanligt
fíggjarligt skil.
Sterkastu ávirkanina í sjón
varpinum høvdu tó føroysku
sendingarnar. Eftir at Sjónvarp
Føroya var komið í 1984, og
danska TVavísin hevði tapt
dystin ímóti nýggju føroysku
tíðindasendingini, Degi & Viku,
kundi ongantíð vendast aftur til
donsk tíðindi. Føroysku sjón
varpstíðindini vóru ein stórhend
ing, hvørja ferð tey vórðu send,
og tað vóru allar hinar føroysku
sendingarnar eisini. Var tað
føroyskt, mátti tað síggjast.
Ávirkanin, sum sjónvarpið
fekk, kann sammetast við ávirk
anina, sum útvarpið hevði fyrstu
mongu árini. Sendingarnar vóru
felagshendingar fyri alla tjóðina.
Kanningar hava onkuntíð víst, at
80 prosent av fólkinum hugdu at
Degi & Viku. Eg ivist ikki í, at
sama høga tal á hyggjarum
hugdi, tá t.d. undirhaldssendingin
Kjørbreyt var á skránni, tá sjón
varpsfólk fóru til fjals, ella tá
avdúkandi sendingar tóku í herða
toppin á landsins politikarum og
stjórum.
Men soleiðis er ikki longur, og
tað veit eg av royndum. Sjálvur
var eg í starvsvenjing í sjónvarpi
num frá 1996 til 1998, har eg eitt
nú gjørdi tíðindi og mentanarsend
ingar. Eg hevði ikki verið í sjón
varpinum í meira enn 23 vikur,
so visti hvør einasti av øllum
teimum, eg hitti, at eg arbeiddi í
sjónvarpinum. Tá eg í 2004 aftur
var í sjónvarpinum og hevði
arbeitt har í 15 mánaðir, kundu
fólk framvegis spyrja, hvat eg nú
gjørdi, tí tey vistu tað ikki.
Hví vistu tey tað ikki? Mín
niðurstøða var, at sjónvarpið
hevur mist evnini at rúnarbinda
fjøldina, og at fólk hyggja nógv
minni at føroyska sjónvarpinum
nú enn fyrr. At útvarpið er í ferð
við at fáa somu lagnu, er nýggj
asta Gallupkanningin um út
varpsvanar eitt talandi prógv um.
At bara ein triðingur av øllum
føroyingum yvir 15 ár lurtar eftir
tíðindunum á døgurða og nátt
urða, sigur mær, at eindarment
anin á fjølmiðlaøkinum er deyð,
tí fyrr hava 6070 prosent av
fólkinum lurtað somu tíðir á
degnum.
Hvat so nú
Men hví er so vorðið, kunnu vit
spyrja. Ein orsøk er, at loftmiðla
monopolið varð avtikið í 1998, og
at aðrar útvarpsrásir eru farnar at
kappast við útvarpið. Ein onnur
orsøk er, at fylgisveinar hava
altjóðagjørt hvørt einasta føroyskt
heim við tíggjutals útlendskum
sjónvarpsrásum. Ein triðja orsøk
er, at ungdómurin við interneti
num hevur fingið ein miðil, hann
aldrin fer at sleppa aftur.
Kunnu vit við hesum í huga so
siga, at Kringvarp Føroya hevur
útspælt sín leiklut? Mítt svar er av
gjørt noktandi. Men eg haldi, tað
hevur gingið ógvuliga striltið hjá
kringvarpinum at orða, hvør tess
leiklutur skal vera undir teimum
nýggju umstøðunum. Eins og ein
fyritøka støðugt má spyrja seg
sjálva, hví hon er til, og hvagar
hon fer, má Kringvarp Føroya
spyrja, hví tað yvirhøvur sendir, og
hvør tess tilverurættur er í dag.
Kringvarp Føroya er einastand
andi, tí tað sum einasti fjølmiðil í
heiminum hevur fingið álagt at
framleiða føroyskar sendingar.
Men mitt í eini tíð, har støðan hjá
kringvarpinum viknar, tykist
kringvarpið innihaldsliga at vera
vorðið ógvuliga nógv ávirkað av
skjótleikanum og lættisoppa
kenda tilfarinum, sum floymir úr
júst fylgisveinum og interneti. Í
staðin fyri at framleiða umhugsað
og tilvitað tilfar verður nógv
meira snakkað um leyst og fast í
dag enn fyrr. Útvarpsarbeiði er
við fáum undantøkum ikki
listhandverk longur.
Hetta er skeiv leið at fara, tí
sum einasti stovnur á klótuni skal
Kringvarp Føroya jú prógva, at
tað ber til at framleiða føroyskt
loftmiðlatilfar við fynd, innihaldi
og dygd, og hendan uppgávan má
takast í álvara, skulu vit ikki
gerast mentanarliga og innihalds
liga líkasæl. Tí eigur kringvarpið
støðugt at uppfinna og framleiða
dygdarsendingar, ið síggja
samfelagið og heimin úr einum
føroyskum sjónarhorni og um
røða lív, mentan og kenslur á
føroyskum máli. Og ikki bara
tað. Kringvarpið má lýsa við
sendingunum, tí í dag er jú ikki
sjálvsagt, at føroyingar lurta og
hyggja at føroyskum sendingum.
Kringvarpið eigur haraftrat at
fara at brúka møguleikarnar á
internetinum til fulnar og breiða
út alt sítt stóra bandasavn til før
oyingar heima sum uttanlands.
Leggið alt savnið í Sortudíki og
Vørðsluni út á netið, alt frá
Dánjali í Klingruni til landsdyst
in í Landskrona. Fyllið cyper
space við mentanarskattinum,
sum er skaptur síðan 1957, so
hesin skatturin ikki varð skaptur
til fánýtis, tí tíðin er so vorðin í
dag, at tað, sum ikki finst á neti
num, er í veruleikanum ikki til.
Á hendan hátt kann Kringvarp
Føroya fara at standa sum ein
mentanarligur Rockall í andligu
altjóðagerðini. Ein klettur tilvit
aður um sín tilverurætt og errin
av, at hann megnar at vera fremsta
umboð í heiminum fyri eina lítla
mentan og eitt lítið mál, sum nokt
aði at doyggja, men livir í besta
blóma og støðugt mennir seg.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Føroysk eindarmentan
er fortíð
Næstu ferð:
Næsta tíðargreinin kemur týsdagin.
Rolf Guttesen, Hví stendur fólkatalið í stað?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Uni Arge, journalistur
Kringvarp Føroya er einastandandi, tí tað sum einasti
fjølmiðil í heiminum hevur fingið álagt at framleiða
føroyskar sendingar