hósdagur 15. mai 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 91 - 15. mai 2008
Sum sjáldan áður hevur
fíggjarligi byrðurin verið
føringum blíður farnu
árini. Ein vøkstur í A inn
tøkum, ið táttar í 1 ½ milli
ard og ein bankapolitikkur,
ið skundaði undir privatu
nýtsluna og harvið inn
tøkur landskassana, góvu
best hugsandi fortreytir
fyri at lyfta tjóðina á eitt
hægri støði. At styrkja
vælferð og røkt, tryggja
verandi grundarstøði og
leggja lunnar undir endur
nýggjan av samfelagnum.
Tíverri avdúkar hvør
dagur eina samfelagsleið
slu farnu árini, ið á økjum
nærkast vanrøkt. Niðanfyri
nevndu viðurskifti eru ein
partur av dømum, ið vátta
hesa útsøgn.
Heilsuskipanin fyri børn
og ung, ið ongantíð kom
Hin 27 apríl 2005 feldi
Føroy Løgting uppskot frá
Miðflokkinum um løgtings
lóg um landsskúlalækna
skipan og samtykti ístaðin,
hin 4 mei sama ár, løgtings
lóg um fyribyrgjandi
heilsuskipanir fyri børn og
ung. Tóat gott og væl 3 ár,
t.e. fleiri enn 1100 dagar,
eru farnir síðani hesa
samtykt, so hendi einki.
Hetta hóast kent og alment
góðtikið er, at fyribyrging
er mangan ferðir meira
verd enn viðgerð.
Harmuligt er at staðfesta,
at hendan skipan, sum skal
tryggja børnum og ungu
okkara bestu menningar
møguleikar, er so vanrøkta
í best hugsandi tíðum.
Hví? spyr tú kanska.
Sama havi eg spurt, ferð
eftir ferð. Ein undanførsla
fyri og onnur eftir hevur
verið svarið, ongin av
teimum virðulig ella
nøktandi. Á tingi herfyri
gjørdi undirritaði tí púra
greitt, at tol Miðfloksins
við umsitingina av hesum
øki, er við at vera uppi.
Tað meta vit, at vit skylda
komandi ættarliðum!
Manglandi tunnilstrygdin
Seint í heyst svaraði táver
andi landsstýrismaðurin í
samferðslumálum fyri
spurningi frá undirritaða
um gomlu tunnlarnar. Í
svarinum váttaði hann, og
sama hevur núverandi
landsstýriskvinnan síðani
gjørt, at fleiri av hesum
tunnlum á ongan hátt liva
upp til tey trygdarkrøv,
sum í dag verða sett.
Hóast hetta varð lítið og
einki gjørt í gulltíðunum
við at viðlíkahalda og
dagføra hesar tunnlar.
Úrslitið er, at ynskini um
nýggjar, og sjálvsøgdu
krøvini um røkt teirra
gomlu, eru endaði í einari
sannari fløkju. Einari
fløkju, sum saman við
manglandi røktini av
øðrum økjum, m.a. heilsu
økinum og skúlaøkinum,
hevur sett annars ríka
føroyska samfelagið fleiri
ár aftur í menning.
Afturútsigldir skúlar
Fyri 4 árum síðani vóru
bert snøklar eftir av fyri
reikingum til byggjan av
skúladepli, ið vildi nøkta
tørvin hjá handils tekniska
og studentaskúlanum. Í
dag, 4 ár seinni, eru vit
ikki komin úr stað. Tað
sigst, at innanhýsisklandur
var orsøkin til at so varð.
Og meðan politikkarar, ið
burdu verið meira at sær
komnir, klandraðust, hava
næmingar gingið í skúlum,
sum á ongan hátt nøkta
nútíðarkrøv, og sum, eins
og gomlu tunnlanir, als
ikki liva upp til tey heilsu
og trygdarkrøv, sum verða
sett í dag.
Vanrøktin av
sjúkrahúsverkinum
Neyvan er dagur farin sein
astu tíðina uttan avdúking
av vánaligu støðuni heilsu
verk okkara er komið í.
Fyri at kunna nøkta basalu
tørvirnar farna ár varð
neyðugt at brúka tvíciffra
millióna krónutal meira
enn játtað varð á fíggjar
lógini. Um játtaða krónu
talið kundi havt rokkið, er
møguligt, men hesum kjaki
óviðkomandi. Tí vanrøktin
liggur í, at man ikki játtaði
tað peningaupphædd, ið
neyðug var undir tí skipan,
ið var galdandi ella setti
kanning í verk ( júst sum
núverandi landsstýrið
hevur gjørt ) fyri at finna
útav, um broytingar kundu
verið gjørdar í skipan og
bygnaði, ið vildu bøtt um
raksturin.
Bara at lata standa til og
onki gera, hevur ført megin
sjúkrahús okkara út í eina
kreppu, sum fleiri enn ein,
ið hava innlit í verkið,
frykta fyri kann taka bein
ini undan tí.
Vælferðin kom í aðru røð
Hvussu kundi samfelagið
ikki verið ment, um teir
flokkar, sum fyri 4 árum
síðani valdu at mynda
stjórn, høvdu valt samhalds
festi framum høgravent
sjálvsøkni? Um peninga
treymurin hesi árini, ístað
in fyri m.a. at fari til skatta
lættar til vælbjargað, varð
brúktur at styrkja og trygg
ja vælferðarsamfelagið
Føroyar?
Kanningar í grannalond
um okkara vísa, at borgarar
har velja vælferð framum
skattalættar. Vilja heldur
hava trygg heilsuverk,
almannaverk, skúlaverk og
vit kundu hildi á, enn
skattalættar. Ivist onga løtu
í, at føringurin hevði givið
somu boð, varð hann
spurdur. Heldur dagførdar
skúlar, heldur tryggar
heilsuskipanir, heldur
sjúkrahúsverk á høgum
støði, heldur eitt nútíðar og
trygt samfeðslukervi v.m.,
enn eina heimagjørda
skattahugsan, sum neyvan
nakar í heiminum utta
nakrir fáir høgravendir
føringar, taka undir við.
Vælferð og samhaldsfesti
í fremstu røð
Komandi mánaðir, til
nýggj fíggjarlóg verður
løgd fram tíðliga í heyst,
verða sera áhugaverdir og
avgerandi fyri okkum øll.
Spennandi verður at síggja,
um samgongan torir
nýhugsan og hevur dirvi at
taka tey tøk, ið eru neyðug,
fyri at rætta samfelagskós
ina. Tí rættast má hon,
ikki bert á omanfyri
nevndu, men so mongum
øðrum økjum.
Samhaldsfesti ella sjálvsøkni
formaður Miðfloksins
Jenis av Rana
Royniberini eru ikki súr.
Tá eg byrjaði í studenta
skúlanum í Hoydølum fyrst
í 70´unum, var eitt tað
fyrsta, eg upplivdi, at ein
av lærarunum spurdi okk
um ein og ein, hvat for
eldrini hjá okkum gjørdu?
Lærarin vildi staðfesta sína
teori, um at børn hjá bønd
rum blivu lærarar, og børn
hjá lærarum blivu akadem
ikarar. Í okkara flokki, sum
taldi nøkur og tjúgu ung
fólk úr øllum landinum,
kundu tey foreldrini teljast
á einari hond, sum onga
útbúgving høvdu.
Eg minnist, hvussu foy
eg gjørdist, tá ið eg mátti
viðganga, at pápi mín
”bara” var vanligur fiski
maður (orsaka pabba, eg
veit at tú vart ein óførur
trolmaður). So her vóru tað
yvirhøvur børnini hjá betra
slagnum í Føroyum, sum
vóru komin saman at halda
skúla.
Í dag er vent í holuni í
studentaskúlanum. Nú er
tað veruliga ein skúli fyri
øll! Eg eri tí so ógvuliga
ørkymlað, ill og kedd um,
at vit nú eru í ferð við aftur
at seta skilnað í millum
fólk her á landi. Her hugsi
eg um, at tað er vorðið so
heilt fantastiskt at ganga í
frískúla. Dimmalætting
gevur enntá mentunnarprís
fyri nýskapandi skúlavirk
semi til frískúlan á Velba
stað. Eitt mentunnarbragd
kalla tey tað.
Lat meg beinanvegin
gera greitt, at hetta eg
skrivi, als ikki er vent í
móti lærarunum í frískúla
num á Velbastað, sum uttan
iva gera eitt sera gott
arbeiði. Og tað kunnu tey í
veruleikanum eisini:
Tríggir lærarar við 15
børnum, teir sjálvir hava
valt út. Hetta eru børn hjá
foreldrum, sum hava ráð
og vilja gjalda fyri at lata
børn síni fara í skúla.
Uttan iva eru hetta foreldur
við hægri útbúgvingum
ella í góðum størvum, og
mínar royndir sum lærari í
25 ár siga mær, at slík
foreldur eru sera engagerað
í skúlanum hjá barni teirra.
Tað vil siga, at her uttan
iva er talan um børn, sum
eru væl svøvnt, eru væl
ílatin og hava góðar
matpakkar við.
Tað má vera ein dreymur
at undirvísa slíkum børn
um i einum slíkum skúla!
Eg trúgvi tó ikki, at frí
skúlin á Velbastað gevur so
nógv øðrvísi undirvísing
enn hin skúlin á Velbastað,
sum hýsir øllum børnum.
Vit eru farin undir at
skilja børn sundur, alt eftir
hvussu nógv foreldrini
forvinna, og tá haldi eg, at
okkara samfelag missir
sera nógv. Tað, sum eyð
kennir okkara samfelag, er,
at vit kennast øll, og tí
hava vit ikki longur undir
brotliga virðing fyri teim
um, sum eru betur fyri
fíggjarliga.
Vit hava kanska gingið í
sama flokki sum løgmaður,
vit hava, ið hvussu so er
møguleika fyri tí, men um
vit skulu satsa upp á frí
skúlar, so endar tað við, at
alt samfelagið verður nógv
meiri stættarbýtt, enn tað
er nú. Um hetta heldur
fram, og bløðini og kring
varpið framvegis dyrka
hesa sundurskiljingina av
børnum, so endar fólka
skúlin við at vera ein skúli
fyri tey veikastu í
samfelagnum.
Ein starvsfelagi mín tók
til herfyri, at í dag búgva
tey penu og klóku í Havn.
Soleiðis kann eisini vandi
verða fyri skúlunum fram
yvir. Frískúlar til tey klóku
og ríku. Fólkaskúlin til tey
býttu og fátæku.
Hetta líkist ongum. Eg
má tí seta spurnartekin við,
hvar politikarar okkara eru.
Eg ivist í, um teir innast
inni hava givið sær far um,
hvat vit eru á veg út í, og
hvørjar langtíðaravleiðing
ar tað fær á okkara sam
felag, tá ið seráhugamál í
samfelagnum sleppa at
taka seg burtur úr tí sam
haldsfasta samfelagnum.
Eg haldi, at tað er stórur
vandi fyri, at sosiala med
vitið og samhaldsfasti hug
burðurin, sum verður lagd
ur í børnini, sum eru saman
við øllum stættum í einum
fjøltáttaðum skúla, skjótt
kann gerast ein trotvøra í
einum einsrættaðum frí
skúla, har øll eru sama slag.
Hví stuðla og menna
politikararnir ikki heldur
fólkaskúlanum, sum í veru
leikanum er ein góður
skúli, har børn læra tol
semi mótvegis sínum
meðmenniskjum, tí tey
møta børnum úr øllum
stættum í samfelagnum.
Eg veit væl, at happing
fer fram, og at tað er
ymiskt, hvussu skjótt
børnini læra at lesa, skriva,
rokna o.s.fr., men tey fáa
eina barlast til restina av
lívinum, sum tey uttan iva
fáa gleði av í arbeiðslívi
num seinni, júst tí tey
kenna allar samfelags
bólkar. Og nógvir lærarar í
fólkaskúlanum arbeiða
hvønn einasta dag fyri at
byrgja upp fyri happing og
fyri at geva víðari grund
leggjandi skúlaførleikar, og
tí haldi eg at vit lærarar í
fólkaskúlanum skulu rætta
ryggin. Yvirhøvur gera vit
eitt gott arbeiði! Men vit
hava ov nógv at gera, tí vit
eins og frískúlin á Velba
stað taka støði í einstaka
barninum, men tað er altíð
eitt sindur truplari at gera
tað, tá tú stendur sum
einsamallur lærari við yvir
tjúgu børnum, enn tá ið tað
eru tríggir lærarar um 15
børn, sum teir sjálvir hava
valt út.
Frískúlar fyri tey útvaldu
Rannveig
HovgaaRd
Úr køksvindeyganum
síggi eg inn á Nes.
Strekkið er stutt, men tað
er langt at koyra úr
Hoyvík.
Nú skal politiska skip
anin viðgera, hvussu
tunnilin millum hesar
báðar bygdir skal raðfest
ast í mun til aðrar íløgur.
Serliga er eitt
vandamál, og tað er, at
løgtingið hevur samtykt,
at tunnil ikki bert skal
gerast til Sandoynna, men
eisini til Suðuroyar.
Hetta er ein verkætlan,
sum loysir seg avbera
væl.
Sum er noyðist tað
almenna at halda uppi
sambandinum við hesar
oyggjar, og tað kostar
skattgjaldarunum og
ferðafólki umleið hundr
að milliónur krónur um
árið. Gera vit í staðin
íløgu í tunlar til hesar
oyggjar, spara vit hesar
alstóru árligu rakstrarút
reiðslurnar og fáa haraft
urat eitt nógv betri sam
skifti í lag við henda
tíggjundapart av landi
okkara.
Fyri tey fólk, sum har
búgva, kemur hetta fyrst
og fremst at merkjast á
tann hátt, at virðið av
húsum teirra fer upp. Tað
er kanska í so høgt sett, at
tað verður eina millión
fyri hvørt húsið, men
nøkur hundrað túsund fer
tað í hvussu so er at verða
talan um. Hendan virðis
øking kemur av tí, at
tunlarnir fara at gera tað
lættari hjá vinnulívinum
at fáa arbeiðsmegi til og
frá, og at tað tí verður
hugaligari at búgva í
hesum tí heitasta parti
num av landi okkara.
Spurningurin er bert,
um hetta er ein íløga sum
vit kunnu gera her og nú.
Hesum er neyvan
nakað at ivast í.
Í løtuni er talan um ein
ávísan stíg í tí framburði,
sum hevur verið í nøkur
ár. Tí kann hugsast, at vit
fara at fáa nakrar tómar
hendur, sum kundu verið
nýttar til eina slíka stóra
verkætlan. Tey sum hava
ríkiligt gjaldføri, hava ilt
við at fáa rentu av íløgu
num. Rentan gerst tí lág.
Tá ber til hjá tí almenna
at taka upp lán til slíkar
verkætlanir sum hesa, og
tí er júst nú rætta løtan at
fylgja løgtingssamtyktini
um at gera tunnil til
Suðuroyar.
Men hvat so við tunli
num inn á Nes?
Tann dag, ið tað al
menna sleppur frá at gjal
da raksturin av siglingini
til oyggjarnar sunnanfyri,
fara vit at hava ráð til
mangt og hvat, og tá kem
ur tunnilin millum Hoyvík
og Nes at vera heilt
ovarliga á breddanum.
Tveir tunlar
ZakaRias
Wang
viðmerkingar