hósdagur 15. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2008
15
viðmerkingar
Løgtingið samtykti 28. apríl
2004 soljóðandi: “Heitt verð
ur á Landsstýrið um at seta
eina nevnd av málkønum fólki
at skriva eina frágreiðing um
støðuna hjá føroyskum máli,
sum kann verða grundarlag
fyri eini viðgerð í tinginum og
møguligari politiskari støðu
takan til ein almennan mál
politikk.”
Landsstýrismaðurin í ment
amálum setti Málstevnunevnd
ina, sum fór til verka 1. apríl
2006. Við støði í heildarlýsing
av støðuni hjá føroyska máli
num skal Málstevnunevndin
gera eitt uppskot til almennan
málpolitikk, og koma við fíggj
arligum kostanaðarmetingum.
Málstevnunevndin
Átta fólk 4 kvinnur og 4 menn
mannaðu Málstevnunevndina.
Nevndin fór til verka á vári
2006 og læt álitið Málmørk úr
hondum 18. desember 2007.
Hetta er eitt rúgvumikið verk,
ið telur 117 A4 síður.
Vit fáa onki at vita um
førleikan hjá tí einstaka ella
hvørjum tey standa fyri
málsliga, men formaðurin í
nevndini, Árni Dahl, bað við
byrjan allar limirnar í nevnd
ini um í einum skrivi stutt at
lýsa teirra støðu til tað, sum
nevndin skuldi arbeiða við.
Fimm av teimum átta nevndar
limunum valdu at svara,
tríggir svaraðu ikki. Vit fingu
alment innlit í hesi fimm
skriv. Harav framgongur, at
tey fimm, sum valdu at svara,
eru málsliga sjálvstøðugt
hugsandi, og at fleiri av teim
um als ikki treytaleyst taka
undir við tí puristisku linjuni,
men hetta endurspeglast
tíverri ongastaðni í álitinum.
Føroya mál
Í álitinum verður sagt, at
føroyskt er almenna málið í
Føroyum, og at tað er tjóðar
mál føroyinga og at yvirskip
aði málpolitikkurin skal trygg
ja øllum borgarum rættin til
mál, t.e. rættin til tjóðarmál,
móðurmál og fremmandamál,
herundir eisini rættin til
teknmál (s.6).
Á síðu 8 stendur at frágreið
ingin er í stóran mun grundað
á samrøður, sum formaðurin
(Árni Dahl) og skrivarin hava
havt við fólk í leiðandi størv
um. Í øðrum lagi á tilfar, ið
skrivað er um evnið og í triðja
lagi íkast sum nevndarlimir
hava borið fram.
Tað verður stutt greitt frá
støðuni hjá føroyska málinum
í søguligum høpi, og eisini
hvussu málið fekk heimarætt
innan skúlans gátt. Vit finna
eisini hópin av upplýsandi
hagtølum alt frá miðalvillutali
í fráfaringarroynd hjá 9.
flokki til málsligar villur,
rættskrivingarvillur og tekn
villur á heimasíðum hjá
føroyska fjølmiðlaheiminum.
Samanberingar eru við okkara
grannar um prioritering av
fíggjarorku og mannatímum,
tá talan er um røkja heima
málið. Her eru vit eftirbátar,
verður sagt, men kanning
millum norðurlendskar ung
dómar sýnir, at av øllum
norðurlandatjóðum standa
føroyingar seg best, tá ið
ræður um at skilja grannamál
(s.98). Málpolitikkur í Europa
og aðrastaðni verður eisini
stutt umrøddur.
Tvímálsstøða
Á síðu 18 fáa vit at vita, at vit
hava eitt slag av tvímálsstøðu
(diglossia) í Føroyum. Men
har stendur onki um, at børn,
sum læra tvey mál samstund
is, mangan eru bæði málsliga
og mentalt betur fyri enn tey
børn, ið bert læra eitt mál. So
seint sum í síðsta summar
varð ein kanning kunngjørd
frá Canada, har børn lærdu
enskt og franskt samstundis
og kláraðu seg nógv betur,
enn tey sum bert lærdu annað
málið. Hetta samsvarar ikki
við at danskt er skaðiligt, og
verður kanska tí ikki tikið við.
Móðurmál / Reinsimál
Í álitinum verða heitini før
oyskt mál, móðurmál og tjóð
armál brúkt hvørt um annað,
og vit finna onga definitión
upp á hvat móðurmálið stend
ur fyri. Spurningurin um ta
puristisku linjuna kontra ta
meiri móðurmálstrúgvu linj
una verður als ikki umrøddur,
eins og spurningurin um tað
føroyska (latínska) alfabetið
heldur ikki verður nortin,
hóast hesir spurningar eru av
størsta týdningi, tá talan er um
yvirskipaðan málpolitikk.
Í 2004 var kanning kunn
gjørd sum vísti, at føroyski
ungdómurin ikki hevði nóg
góðan førleika í móðurmáli
num, og serliga trupult gekk
at mábera seg skrivlig á
móðurmálinum (s.10).
Á síðu 75 verður upplýst, at
eftir 13 ára skúlagongd, er
føroyskur ungdómur illa fyri í
føroyskum máli (reinsimáli).
Hetta er ikki at undrast yvir, tí
reinsiføroyskt hevur alt ov
lítið til felags við tað føroyska
móðurmálið, og er við til
málsliga at múlabinda før
oyingin. Men heldur enn at
hyggja eftir veruligu orsøkini
til fremmandagerðingini í
føroyska málinum, so mælir
nevndin til at loysa trupul
leikan við at seta “puristiska
spennitroyggju” á allar før
oyingar ung sum gomul.
Hetta skal aktiverast við at
seta á stovn løggildað málráð
ella “málpoliti”, hvørs virki
skal røkka innum hvønn
barnagarð og skúla, hvørja
umsiting og hvørt virki,
hvønn fjølmiðil. Eisini skulu
øll fakorð (yrkorð) umdoypast
til reinsiføroyskt.
Á síðu 30 stendur annars, at
málið er ein samskiftismiðil,
ið skapar samleika og kenslu
av at hoyra til ein felagsskap.
Her kann so ikki vera talan
um reinsiføroyskt, tí tað hevur
ikki skapt nakra kenslu av
samleika.
Kostnaður
Á teimum síðstu 12 síðunum
er náðgreinilig skematisk upp
stilling av kostnaðarmetingum
fyri at tryggja føroyskum máli
(reinsiføroyskum) støðu sum
“fullkomnum og samfelagsbær
um máli á øllum økjum í sam
felagnum.” Árligur kostnaður
75 – 100 milliónir krónur.
Skrivtmál 1846
Á síðu 25 verður sagt: “at
føroyskt mál fekk savnandi
upprunafrøðiligt skriftmál í
1846”. Hetta er ikki so. Í 1846
bleiv tað føroyska skrivtmálið
latið í íslendska ortografiska
spennitroyggju, sum líka
síðandi hevur órógvað og
distancerað føroyskt skrivtmál
frá móðurmálinum (sjá niðan
fyri standandi). Vánaligt
íslendskt verður ongantíð gott
føroyskt, søgdu teir gomlu.
SØGULIGT AFTURLIT
Chr. Matras
Chr. Matras skrivar í: “Det
færøske skriftsprog 1846”
Scripta Islandica 2, 1951.
”Det var således en bunden
opgave, der blev stillet Hamm
ershaimb, og i det store og
hele blev det Jón Sigurðssons
forslag der blev fulgt.” Henda
islandificeringin við íslendsk
ari ortografi var alt annað enn
heppin fyri føroyska málið.
Seinni bleiv naiv nationalis
man tvinnað saman við mál
spurninginum, og tað gjørdi
tað trupult at rætta tað skeiva
upp aftur. Men hóast tjóðskap
arliga orrustu, so samdust sjey
mannanevndin í Føringa
felagnum í november 1896
um eina moderata broyting í
stavseting av føroyskum,
nevnliga at rætta nøkur av
teimum ortografisku misstøk
unum sum gjørd vóru í 1846.
Broytingin og Jóannes
Patursson
Broyting í stavseting skuldi
lætta um tað føroyska skrivt
málið og eisini leggja tað
nærri upp at tí føroyska
móðurmálinum. Hj skuldi
broytast til kj: hjá = kjá, hv til
kv:hvalur = kvalur, rn til dn:
barn = badn, ll til dl: fjall =
fjadl bert fyri at nevna nøkur
dømir, men broytingin vann
ikki frama takkað verið
misskiltum tjóðskaparkensl
um. Sjeymannanevndin var
annars mannað vit góðum
fólki: V.U. Hammershaimb,
Dr. Jakob Jakobsen, J. Hamm
ershaimb, J.C. Olsen, Chr.
Bærentsen, C.L. Johannessen
og Fr. Petersen. Sambært Før
ingatíðindi 7. januar 1897 var
Jóannes Patursson so illur um
broytingaruppskotið, at hann
segði seg úr Føringafelagnum.
Sjeymannanevndin skrivar í
somu grein:” Men okkum
tikir tað óhugsandi, at ein so
evnaríkur og hugagóður mað
ur, ið hevur sínt tílíkan trú
skap í málsakini, av so lítlum
atvoldum skuldi kunna slept
henni heilt ..” , og víðari
skriva teir: “Vit hava tí góða
vón um, at hann, tá ið mislind
ishugurin stidlast, attur vil
taka við felagsarbeiðinum til
frama firi tað gamla Førja
mál.” Men Jóannes Patursson
var ikki til at blíðka og við
misskiltari nationalismu tapti
tað føroyska móðurmálið
aftur og noyddist enn einaferð
at lata seg í tann fremmanda
forna íslendska ortografiska
kappan. At Bóndin ikki hevur
hugsað seg um, síggja vit best
í sanginum hjá honum yrktur
til ein fólkafund 9. juli 1905
um málspurningin í barna
skúlanum: “Boðar tú til allar
tjóðir”, ørindi 2: “Føroya mál
á manna tungu / merkir: her
býr Føroya fólk. / Slektir
fornu og tær ungu / eyðkendu
seg sum ein bólk, / ið helt fast
við fedramál, / virdu tað av
hug og sál, / gloymdu ikki
ættarbandi; / byggja tí enn
hetta landið.”
Broytingin hjá sjeymanna
nevndini var at halda fast við
“Føroya mál á manna tungu
og fedramál”, men tað vildi
Bóndin ikki taka undir við í
1897. Bóndin er tí í andsøgn
við seg sjálvan, tá hann 8 ár
seinni yrkir, sum hann ger.
Henda íslendska/føroyska
tjóðskaparfløkjan hjá Bóndan
um hevur havt sera óhepnar
fylgjur fyri tað føroyska
móðurmálið, og vit kenna
sviðan av tí enn!
Heðin Brú
Okkara kendi rithøvundur
Heðin Brú finst eisin hvass
liga at fremmandagerðini av
føroyska málinum. Í brævi til
Chr. Matras dagfest í Havn
16/1150 skrivar Heðin Brú
millum annað: “Minst til at
Føroyar eru ikki avstongdar
longur. Tað hægsta vit fáa
føroyingar til í máli í dag er at
nýta “sítt egna mál”. Eg vildi
ynskt at tú fatar meg her. Vit
fáa aldri eitt páfunnið mál inn
í Føroyum. Og hví koma við
einum páfunnum føroyskum?
Vit hava esperanto.”
Íslendskt og føroyskt eru
sera ymisk sum mál. Íslendskt
hevur havt væl definerað
skrivtmál síðani miðøldina
(keldur aftur til ár 1100),
meðan føroyskt mál – upp á
gott og ilt mest hevur livað á
manna munni fram til 1846,
og harvið ment seg heilt
øðrvísi enn tað íslendska. At
lata føroyskt skrivtmál í eina
íslendska spennitroyggju er
ein feilur, sum vit áttu at
rættað upp á.
Móðurmál - ynskimál
Tá Marianne Clausen skrivaði
løgini til okkara kvæðir og
fólkavísur niður, skrivaði hon
tað sum hon hoyrdi, nær fær
móðurmálið somu sømdir?
Nær heldur móðurmálsliga
happingin uppat í Føroyum?
Tíverri hevur Hendrik Old,
fyrrverandi løgtingsmaður, alt
ov rætt, tá hann í fjølmiðlun
um herfyri tosaði um (máls
liga) prestastýrið í Føroyum.
Niðurstøða
Álitið er skrivað sum ein kon
sensus, men tað kann bert
gerast við at ignorera tey, sum
ikki hava somu fatan sum for
mansliðið. Man kann so
spyrja: hví seta eina átta
manna nevnd tá tveir til trígg
ir selektivir limir kortini eru
nóg mikið?
Nevndarálitið Málmørk er
eitt puristiskt álit uttan atlit
til føroyska móðurmálið:
Handlar ikki um móðurmálið
Ynskir at broyta vælfung
erandi móðurmálsorð til
reinsiføroyskt
Gevur onga heildarlýsing
av støðuni hjá føroyska
málinum
Spyr ikki hví føroyingurin
er bangin fyri at brúka sítt
nátúrliga móðurmál
Spyr ikki hví føroyingurin
følir seg málsliga
fremmandagjørdan
Spyr ikki hví føroyingurin
dugur so illa at málbera seg á
skrivtmálinum
Spyr ikki hví føroyingurin
dugir so illa at stava.
Álitið er ov einstreingja til at
kunna tryggja og menna støðið
undir føroyska málinum.
Føroyingurin er troyttur av
puristiska málkoyrlinum. Nú
er upp á tíðina at umboð fyri
føroyska móðurmálið verða
hoyrd. Í álitinum sluppu tey so
ikki framat.
Málmørk – eitt puristiskt álit uttan atlit til tað faktuella móðurmálið
Regin eikhólm
Tollari – feriuavloysarastarv
er leyst at søkja!
sí www.taks.fo