Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 91 - 15. mai 2008 Mamma okkara, Johanna Jacobsen, verður 16. mai í ár 90 ára gomul. Hon býr í Havn, men har hevur hon ikki altíð búð. Tey mongu árini var hon búsitandi á Tvøroyri, uppi í Kirkewal. So okur eru Valarar. Mamma er frá einari tíð, har nógv fiskiarbeiði var á Tvøroyri, og tók hon lut í tí og gjørdi, sum allar fiska­ genturnar eitt megnar­ arbeiði. ­ Á skrivstovunum hjá teimum gomlu arbeiðs­ gevarunum hanga gullmed­ aljur og onnur skreytbløð sum prógv fyri ta vala arbeiðið, sum varð útint av fiskafólkinum. Tá í tíðini var tað mangan tungt at fáa endarnar at røkka saman. Nógvir munn­ ar vóru at metta, men mamma, tín dugnaskapur gjørdi sítt til at vit ongantíð vóru hvørki svong ella køld. ­ Mamma var, sum flestar fiskimannakonur, einsamøll um at uppala okk­ um, tí pabba var sjómaður og tí sjáldan heima hjá okk­ um. Mamma er ættað av Sandi, men fór 15 ára gom­ ul til Havnar at tæna og kom so seinri suður á Tvør­ oyri, har hon giftist pápa okkara, Danial Johan Olsen, ið var ættaður úr Froðba. Vit børn fingu eina góða barlast. Johanna giftist seinni við Jens Árna Jacob­ sen úr Hvalvík. Góða mamma, vit hava nógv at minnast og takka tær fyri. Títt lætta sinni og blídni hava vit fingið frá tær. Sjálvt um árini eru vorðin nógv, so hevur tú árliga vitjað til Skotlands, har Ennibjørg býr og hevur tú eisini har tikið hond í, tí ikki dugur tú at sita still. Røsk og ungdommilig hev­ ur tú altíð verið. Árini sleppa vit ikki undan, men góða mamma, vit takka tær fyri tað, tú hevur verið og er fyri okk­ um og fyri tær nógvu góðu løturnar, sum í okkara huga­ heimi eru gull verdar at eiga. Góða mamma: Okur elska tje!!! Føðingardagurin verður hildin í heiminum á Suður­ oyarvegi 13. Heilsan Elisabeth, Martin, Ennibjørg, Evida, Stanley og Ásla Johanna 90 ár Sunnudagin 18. mai kl. 16.00 verður aðalfundur í Ísraelsfelagnum. Fundurin verður í Miðlon, Hoyvíksvegur 67, Tórshavn. Sunnudagin 18. mai kl.16.00 verður aðalfundur í Ísraelsfelagnum. Fundurin verður í Miðlon, Hoyvíks­ vegur 67, í Tórshavn. Fyri­ reikarnir siga, at teir hava fingið til láns hugnaligu hølini hjá Norðoya Spari­ kassa. Ísraelsfelagið vil takka Norðoya Sparikassa fyri hetta beinasemi, sum teir við hesum vísa mótvegis felagnum. Øll, við áhuga fyri Ísrael, eru vælkomin á fundin. Um ein ikki er limur er hetta eingin forðing. Tað verður høvið, á fundinum, at melda seg sum lim í fel­ agnum, um ein ynskir tað. Sum øllum kunnugt, so hava tað tey seinastu mongu árini veri tvey feløg, Ísraels­ felagið og Vinir Ísraels. Vit gleðast um, at hóast tað hava verið tvey feløg so hava feløgini staðið saman um fleiri tiltøk ígjøgnum árini. Tað seinasta dømi er nýstovnaði felagskapurin, til frama fyri heimkomu Jødana, Keren Hayesod, sum bæði feløgini, saman við felagnum, Ísraelsmisjón­ in, koma at varða av. Í eina tíð hevur tað verið arbeitt við at leggja feløgini saman, tí verður samanlegging eitt av høvuðspunktunum á skránni. Umframt tað lógarásettu fundarskránna, so verður 60 ára dagur Ísraels eisini við á skránni. Eisini verður filmur sýndur um bíbilskan útgrevstur har høvuðsdent­ urin er altarið hjá Josva, sum professarin og forn­ frøðingurin Adam Zertal kom fram til undir útgrevstri á Ebal fjallinum. Hetta er eitt forvitnisligt fund, sum hevur verið ein torn í eygun­ um hjá fleiri bíbliuatfinnar­ um og eisini tept munnin hjá fleiri. Fyrireikarnir heita á limir og onnur, við positivum áhuga fyri Ísrael, um at møta fjølment á fundinum og gera sína positivu ávirk­ an galdandi bæði á felag og nevnd. Ein drekkamuður, við onkrum afturvið, verður eisini, og tá verður høvið at hugna sær við einum Ísraelspráti. Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Aðalfundur í Ísraelsfelagnum Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Magnus Vatnsdal á Sandi andaðist týsdag­ in, 86 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður úr Sands kirkju fríggjadagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini Tey, ið vilja minnast Magnus, kunnu lata Sands kirkju eina gávu. Kistan við Jørgen Sam­ uelsen fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin kl. 18. Jarðar­ ferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jørgen, kunnu lata Lágargarði eina peninga­ gávu. Konta í peninga­ stovunum Andlát og jarðarferðir Dagurin 16. mai. Sára. Dagurin hevur navn eftir konu Ábrahams. Hebráiska navnið merkir høvdingafrú. Í Írlandi verður dagurin hildin til minnis um munkin Sankta Brendan, sum doyðði í árinum 578.