fríggjadagur 6. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 127 - 6. juli 2001
Nr. 127 - 6. juli 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
NØVN Í VIKUNI
Anna Húsgarð 70 ár
Í gjár fylti Anna Húsgarð í
Havn 70 ár. Anna er ættað
úr Fuglafirði, dóttir Onnu
Katrinu,
Trinu,
f.
Haraldsen úr Elduvík og
Jóan Hendrik Olsen frá
Gøtugjógv.
Anna er uppvaksin í
Fuglafirði. Á ungum árum
fór hon til Noregs at ar-
beiða, og giftist hon Tróndi
Húsgarð, úr Gøtu, í Noreg í
1958.
Síðani fyrst í sekstiárun-
um hava Anna og Tróndur
búð í Havn, fyrst úti í
Grønlandi og síðani 1963 í
Brøttubrekku
Anna hevur verið heima-
arbeiðandi til børnini komu
undan. Tá fór hon út at
arbeiða, fyrst í handli, men
tey seinastu nógvu árini
hevur hon starvast á Hvíld-
arheiminum Naina. Hon
gavst í starvi har fyrr í vár.
Anna og Tróndur eiga
fýra børn: Eyðun, sum er
prentari og stjóri á Prent-
miðstøðini, Tórfinn, sum
er snikkari, Hendrik, ið er
maskinverkførðingur
og
Karin Margretu sum er
verkfrøðingur, men sum
starvast á Fiskirannsóknar-
stovuni.
Føðingardagin helt hon í
hjá soninum, Hendriki, í
Skagen.
Nú verður boðið inn
til »umvenda lisita-
tión« at geva tilboð
upp á leiguíbúðirnar
á Berjabrekku. Tá tað
er gjørt, verður støða
tikin til, um leigu-
íbúðirnar verða
bygdar, sigur Jan
Christiansen,
borgarstjóri í Havn
ÍBÚÐARMÁL
Eirikur Lindenskov
Tórshavnar býráð góðtók
mikukvøldið ætlanina um
Berjabrekku 3, sum er ætl-
anin um at byggja leigu-
íbúðir.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri sigur, at hetta ber í
sær, at nevndin, sum hevur
gjørt eitt byggiprogramm,
nú skal arbeiða víðari við
málinum.
– Enn hava vit ikki bund-
ið okkum til nakað, men
næsta stigið verður, at nøk-
ur útvald byggifeløg verða
boðin til tað, tey rópa eina
»umvenda lisitatión«. Tað
merkir, at feløgini fáa at
vita fíggjarkarmin og ynsk-
ini. Vit seta av 66 milliónir
krónur og siga t. d., at vit
vilja hava 66 íbúðir fyri
hetta. Uppgávan hjá byggi-
feløgunum verður tá at
koma við einum byggi-
projektið, sum síðani verð-
ur grundarlagið fyri víðari
samráðingum við okkurt av
byggifeløgunum,
sigur
borgarstjórin í Havn.
Hesin hátturin við út-
bjóðingum
er
vanligur
aðrastaðni og hevur ført til
góð úrslit, sigur Jan Christ-
iansen.
Tað
eru
Tórshavnar
kommuna, Íbúðargrunnur-
in og Húsalánsgrunnurin,
sum eru saman um verk-
ætlanina við leiguíbúðun-
um á Berjabrekku.
Væntandi verða tilboðs-
projektini klár í august, og
verður tá støða tikin til, um
býráðið verður við í verk-
ætlanin, sigur Jan Christi-
ansen.
Býráðið góðtikið ætlanina
um leiguíbúðir á Berjabrekku
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn sigur, at í august verður
greitt, um verkætlanin við leiguíbúðunum á Berjabrekku gerst
veruleiki
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Framsýningin sum verið
hevur í Kvívík í sambandi
við, at 100 ár eru liðin
síðani Jóan Petur uppi í
Trøð doyði, er nú at síggja
á
Landsbókasavninum.
Framsýningin
er
opin
mánadag til fríggjadag frá
klokkan 13 – 17 – fram til
3. august. Á framsýningini
eru hópin av myndum at
síggja, sum Jóan Petur
sjálvur
hevur
tikið
í
næstsíðstu øld og um
aldarmótið 1900 – og aðrar
myndir, sum liggja eftir
hann. Eisini vóru nýggjari
myndir at síggja.
Jóan Petur á Landsbóka-
savninum
Jóan Petur uppi í Trøð
Nýggjur partur af
føroyskari siglingar-
søgu varð skrivaður,
tá fyrsta føroyska
veitingarskipið, Faroe
Connector, legði at
bryggju í Hósvík
fyrrapartin í gjár
OLJUVINNA
Edvard Joensen
Hósvík:
Fyrsta føroyska
veitingarskipið - supplybát-
urin - Faroe Connector,
sum skrásettur er í Hósvík,
kom til Føroya í gjár.
Tað var hátíðardámur á
bryggjuni í Hósvík, tá hetta
stóra, reyða skipið legði at.
Tað flaggaði í bygdini, sum
tað so mangan ger. Hósvík-
ingar eru óførir at flagga, tá
okkurt er at flagga fyri. Og
maður var farin av húsi at
síggja hetta nýggja farið,
sum kom til bygdar. Tað
størsta higartil, ið skásett
hevur verið í bygdini.
Langt er lopið frá Silver
Spray til Faroe Connector.
Ikki kundi eitt sindur av
erni noktast, tá foreldrini
hálsfevndu synirnar, Hans
Andrias og Gunnbjørn, nú
teir stóðu á bryggjuni við
hesum stóra skipinum.
Tað byrjaði annars har í
familjuni við einum lítlum,
um enn sjáldsomum, fiski-
skipi. Silver Spray er vist
einasta skip í føroyska flot-
anum, sum í álamanakkan-
um hevur staðið at vera gjørt
úr jarni. Tað plagar annars
at vera stál.
Og frá hesi byrjan faðir-
sins eru synirnir nú farnir
inn í hesa nýggju tíðina og
hava megnað at fáa eitt stórt
veitingarskip skrásett í
Hósvík.
Jú, tað var stílur yvir.
Borgarstjórin, onkur bygd-
arráðslimur og reiðarin hild-
u røðu, tá lagt var at, og fólk
vórðu boðin umborð at
síggja skipið.
Væl útgjørt skip
Skipið er ikki heilt spildur-
nýtt kortini. Tað er smíðað í
Klaipeda í Litava í fjør og
hevur higartil itið Esvagt
Connector, og var tað felag-
ið Esvagt í Esbjerg, sum átti
skipið.
Skipið er góðar 56 metrar
langt og 14,6 metrar breitt.
Tað er merkt 1890 brutto-
tons.
Maskinkraftin er stór.
Tvær maskinur, upp á
2.400 KW hvør. Tað gevur
eina samlaða maskinorku
upp á einar 6.500 hesta-
kreftir. Umframt hevur
skipið tvær bógskrúvur og
Azimuth skrúvu. So alt í alt
hevur Faroe Connector
fimm skrúvur.
Útgerðin á brúnni er eis-
ini tann mest nútímans,
sum finst. Millum annað er
skipið útgjørt til at arbeiða
við kavarum, sum aftur ger,
at neyðugt er at skipið altíð
liggur púra stilt. Og tað
verður stýrt við einum tóli á
brúnni, sum sigur, hvar
skipið liggur, og at har verð-
ur tað so liggjandi. Hvussu
vindur og streymur annars
bera seg at.
Tað er sera umráðandi,
sigur skiparin, at hava slíka
útgerð, eitt nú tá lossað
verður við boriallarnar.
Skipari á Faroe Connec-
tor er danin Børge Nielsen,
sum hevur verið við skip-
inum, síðan tað varð smíða.
Hann greiðir frá, at teir
eru 12 mans við. Átta føroy-
ingar og fýra danir. Men
innan alt ov langa tíð, fara
bara føroyingar at vera við
skipinum, sigur hann. Tá
verður núverandi yvirstýri-
maðurin, Hendrik Olsen,
sum er føroyingur, eisini
skipari.
Hendrik hevur áður siglt
við føroyskum farmaskip-
um, og seinnu tíðina verið
skipari á Tórsvík hjá P/F
Thor í Hósvík. Men hann
hevur ongantíð verið við
veitingarskipi, og hann
gleðir seg til at sigla við hes-
um skipinum, sigur hann.
Børge Nielsen, skipari,
sigur, at nú fara teir í fyrsta
umfari at venja manningina
við skipið. Men umleið hálv-
an juli, verður farið til ar-
beiðis, tá BP fer at royndar-
bora undir Føroyum. Tá
tann boringin er liðug, verð-
ur farið í bretskan sjógv at
arbeiða fyri BP, sigur Børge
Nielsen, skipari á Faroe
Connector.
Álítandi felagi
Annar høvuðsstuðulin undir
øllum tiltakinum, Hans
Andrias Joensen, í Hósvík,
sum saman við bróðrinum
Gunnbirni, rekur P/F Thor,
sigur, at hesin mátin teir
hava valt, tykist tann rætti
at koma inn í oljuvinnuna.
Teir hava við felagnum
Thor havt vaktarskip liggj-
andi í Norðsjónum, men
ongantíð nakað veitingar-
skip kortini.
Nú hava teir fingið tann
møguleikan við at kasta
saman við felagið Esvagt í
Esbjerg, sum hevði slík skip
frammanundan.
Hans Andrias Joensen
sigur, at tað avgjørt er ein
trygd at samstarva við eitt
felag, sum er so »topp-
seriøst«, sum hann tekur til.
Esvagt hevur royndirnar,
og teir hava skipini. Men
Thor hevur tann fyrimun, at
felagið er føroyskt. Og
føroyskt felag á føroyskum
øki, man ivaleyst vera ein
avgjørdur fyrimunur.
P/F Thor í Hósvík og Es-
vagt í Esbjerg hava í felag
stovnað felagið Esvagt -
Thor við helvtarbýti í parta-
eningi. Gunnbjørn Joensen
er stjóri í Esvagt - Thor. Tað
er hetta felagið, sum eigur
Faroe Connector, sum skrá-
settur er í Hósvík.
Teir førningin fram eftir bera
Yngra ættarliðið hevur tikið við, og tað eldra er farið afturum. Brøðurnir Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen í Hósvík taka í móti blómunum, meðan faðirin,
Magnus, uttast t.h., erring hyggur at.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hendrik Olsen verður fyrsti
føroyski skiparin á føroyskum
veitingarskipi
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
3
2