fríggjadagur 6. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 127 - 6. juli 2001
Nr. 127 - 6. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Í gjárkvøldið byrjaði
tann 18. Jazzfestival-
urin við tónleiki frá
framúrskarandi
danska bassistinum
Niels Henning
Ørsted-Pedersen.
JAZZUR
Rúnar Reistrup
Myndir: Jens K. Vang
Tann árligi Jazz-, Fólka- og
Blues festivalurin, sum
annars var líka við at hava
upplivað
sítt
seinasta
summar í fjør, tá Lista-
stevna Føroya varð stáplað
upp á beinini, vendi aftur
mikukvøldið
í
fullum
blóma. Setanin var, eins og
undanfarnu árini, í Norður-
landahúsinum, og tað var
eisini har, at konsertirnar á
skránni mikukvøldið vórðu
spældar.
Men í mun til undanfarin
ár, tá Jazzfestivalurin so at
siga ikki fór út um húsið, so
fer Jazzfestivalurin ikki inn
aftur í Norðurlandahúsið á
hesum sinni. Heldur fer
hann nú út at reika í høv-
uðsstaðnum har so ymisk
støð sum Vesturkirkjan,
Platform, Listaskálin, Ho-
tel Hafnia, Dómkirkjan,
Sjónleikarhúsið og onnur
eru karmur um hendan
Jazzfestivalin, tann átjanda
í røðini.
Skráin á fyrsta kvøldin-
um
á
Jazzfestivalinum
byrjaði við Niels Henning
Ørsted-Pedersen,
sum
verður
nevndur
sum
høvuðsnavn
á
hesum
Jazzfestivalinum. Við sær
hevði hann danska klaver-
leikaran Ole Kock Hansen.
Í Klingruni vóru tríggjar
smærri konsertir við vísu-
sangarum úr ávikavist Ís-
landi,
Grønlandi
og
Álandi, og kvøldið endaði
við glaða jazzorkestrinum
»Jens
Nørholms
Jazz
Family« í konserthøllini.
Jazzfestivalurin byrjaður
Fólk búsitandi í
Smærugøtu vilja ikki
hava fleiri sambýli
ella bústovnar, har
menningartarnað
fólk búgva. Framm-
anundan eru tveir
bústovnar í granna-
lagnum, og arbeitt
verður við at keypa
enn eini hús í gøtuni
til hetta endamálið
SAMBÝLI
Stefan í Skorini
Fólk í Smærugøtu í Hoyvík
mótmæla harðliga, at arbeitt
verður við at keypa eini hús
í gøtuni við tí endamáli, at
menningartarnað flyta inn í
tey.
Grannarnir vísa á, at
longu nú eru tveir bústovn-
ar í grannalagnum, og um
henda ætlanin verður full-
førd, so fara tveir bústovnar
og eitt sambýli at liggja
innanfyri 75 metrar frá
hvørjum øðrum.
Hetta halda grannarnir
vera ov mikið. Mark skuldi
verið fyri, hvussu nógvir
slíkir stovnar kunnu vera í
sama øki, tí tað er tyngjandi
fyri grannalagið. Tí hava
nøkur húsarhald í Smæru-
gøtu tikið stig til eitt skriv,
har tey hava nakrar fyri-
spurningar og lýsa málið frá
teirra sjónarhorni. Skrivið
er sent landsstýrismannin-
um við Almannamálum,
Sámal Peturi í Grund og
leiðaranum á Serstovna-
deildini, Bjarna Clement-
sen. Tey hava eisini savnað
undirskriftir til skrivið.
Gera bart beinanvegin
Tað er eitt íbúðarfelag hjá
Almanna- og Heilsumála-
stýrinum, ið stendur fyri
keypinum av einum stórum
húsum í Smærugøtu 29.
Sjálvsognarstovnurin Sam-
býlir, ið verður stýrdur av
eini nevnd, leigar síðani
húsini út til Serstovna-
deildina, sum veitir menn-
ingartarnaðum tak yvir
høvdið.
Endamálið
hjá
stovninum er at keypa og
reka hús, sum Serstovna-
deildin kann leiga.
Grannarnir leggja dent á,
at teir ikki hava nakað ímóti
øðrvísi menniskjum, og tey,
sum frammanundan eru bú-
sitandi í økinum, eru væl-
komin. Hinvegin er tað ikki
rætt, at leggja fleiri stovnar
saman í einum lítlum øki.
»Hvussu nógvir tílíkir
stovnar kunnu trunkast
saman í einum íbúðarøki,
sum als ongan stovn hevði
frammanundan«,
verður
spurt
í
skrivinum
til
myndugleikarnar. Tey halda
tað vera skilaleyst at savna
tey brekaðu samanaftur við
tilvildarligum keypi av set-
húsum, ið liggja tætt saman.
Fólk í Smærugøtu, ið
Sosialurin hevur tosað við,
siga, at tey vilja gera vart
við trupulleikan, áðrenn
húsini eru keypt, og áðrenn
nøkur avgerð er tikin. So-
leiðis vóna tey at sleppa
undan, at nakað verður
kroyst omanyvir tey.
Tey siga, at fleiri fólk í
gøtuni vanliga hava hurðar-
nar stongdar, tí tey kenna
seg ikki væl við so nógvum
menningartarnaðum
í
grannalagnum. Tey halda,
at slíkir stovnar skulu spjað-
ast runt um í Havnini.
Gjalda okursprís
Sjálvsognarstovnurin Sam-
býli hevur bjóðað upp ímóti
tveimum milliónum krón-
um fyri húsini. Grannarnir
eru eisini firtnir um, at
sjálvsognarstovnurin
er
sinnaður at lata so nógvan
pening fyri húsini.
Tey halda, at almennir
pengar eru við til at trýsta
húsaprísin uppeftir, og tað
er skeivt, tí á tann hátt
missa
barnafamiljur
at
møguleikan at keypa, tá tey
ikki kunnu bjóða ímóti
stovninum.
Tey, ið hava skrivað undir,
vóna, at teirra íkast til málið
verður tikið til eftirtektar, tí
annars verður tað keðiligt at
vera í gøtuni, tá so nógvir
stovnar til menningartarnað
verða savnaðir í gøtuni.
Vilja ikki hava fleiri
brekað í grannalagið
Bjarni Clementsen er
leiðari á Serstovna-
deildini, og hann sig-
ur seg hava ein stóran
bústaðartrupulleika
at loysa, og tí verða
grannarnir ikki
eftirspurdir, áðrenn
sambýli verða keypt
SAMBÝLI
Stefan í Skorini
Bjarni Clementsen er ikki
samdur við búfólkum í
Smærugøtu. Hann vísir á,
at tey brekaðu skulu hava
eitt stað at búgva, og at tað
er als ikki lætt at finna eini
hóskandi hús í Havndini.
– Vit hava bjóðað uppá 4-
5 hús í Havnini tað seinasta
árið, men tað hevur ongantíð
eydnast okkum at keypa
húsini, tí altíð onkur hevur
bjóðað yvir, sigur Bjarni
Clementsen, sum sigur, at
tey hava tørv á einum hús-
um at hýsa brekaðum, og tí
mugu tey keypa. Bústaðar-
trupulleikin hjá teimum
brekaðu skal eisini loysast.
Hann vísir á, at fá hús í
Havn eru egnað til sambýli,
tí tað krevst, at tey eru stór.
Tá so ein møguleiki býðst,
so mugu tey vera tilreiðar at
keypa.
Spurdur um hann heldur
tað vera rímiligt at leggja
tríggjar stovnar í sama øki,
sigur Bjarni, at hann heldur
ikki, at hetta fólkaslagið eru
serliga
tyngjandi
fyri
grannalagið.
Hann er ikki samdur í, at
teirra
íbúgvar
ovbyrja
grannalagið, tá havt verður í
huga, at tey ikki ganga
nógv úti og spæla og annað.
Fólk við álvarsomum at-
ferðartrupulleikum
hava
vanliga hesar trupulleikar
inni í sambýlinum, vísir
Bjarni á.
Afturvendandi
trupulleiki
Leiðarin á Serstovnadeild-
ini vísir á, at hetta er ein
afturvendandi trupulleiki,
at fólk ikki vilja hava sam-
býli
ella
bústovnar
í
grannalagið. Vanliga royna
tey at fáa samband við
grannarnar og greiða frá,
hvat málið snýr seg um.
Eisini verða grannarnir
bjóðaðir inn í húsini. Sum
oftast leggja bylgjurnar seg
aftur.
Bjarni er heldur ikki
samdur í, at tað almenna er
við til at trýsta prísirnar
uppeftir. Hann vísir á, at øll
hava rætt at bjóða uppá eini
hús á privata marknaðinum,
og húsini høvdu farið fyri
eina slíka upphædd undir
øllum umstøðum.
Endamálið við keypinum
av húsunum er at flyta tey
brekaðu, ið halda til í Turið-
argøtu, sum stutt haðani, til
eitt komandi sambýli í
Smærugøtu.
Enn er tó einki komið
uppá
pláss
viðvíkjandi
handlinum, og tí liggur
einki fast.
Bjarni Clementsen, leiðari á Serstovnadeildini:
Vit eru í svárari húsaneyð
Ætlanin er, at hesi húsini
skulu nýtast til sambýli hjá
brekaðum. Grannarnir í
Smærugøtu vilja ikki hava
fleiri slíkar stovnar í
grannalagnum. Tí mótmæla
tey harðliga
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4