Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 127 - 6. juli 2001 Nr. 127 - 6. juli 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 – Karsten Hansen er væl nøgdur við at tað eydnaðiast at fáa semju um sandoyar- ferjuna Teistan. Formaðurin í Skip- ara- og Navigatør- felagnum er meiri ivingarsamur SANDOYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Eg eri sera væl nøgdur við, at tað eydnaðiast at fáa semj um Teistan. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, ásannar, at teistamálið hevur riðið teimum sum eina marru nú í tríggjar mánaðir og tí var tað ein ómetaligur lætti at fáa semju nú. – Trupulleikin var, at Skiparað og Navigatørfe- lagið vildi ikki hava sem- ingsmenn upp í samráð- ingarnar. Men nú fingu vit seo hendan nýggja vinkulin upp í samráðingarnar og tað loysti málið. Karsten Hansen gevur nevniliga hugskotinum hjá Páll á Reynatúgvu at bjóða teimum suður til Sands at samráðast, allan heiðurin fyri,at semja fekst í lag nú. – Hann hevur verið eitt slag av semingsmanni og tað gørdi hann við stórum hegni. Hann sigur, at tvær semjur eru gjørdar, ein semja um vanligan sáttmála og ein fastlønarsáttmála. Vit kunnu liva við báðum semjunum. Hann sigur, at í sam- ráðingunum hesuferð, hava báðir partar givið seg. Ivingarsamur Hinvegin er Ellintur Abra- hamsen, formaður í Skip- ara- og Navigatørfelagnum, meiri ivingarsamur. –Vit fingu ikki tað, vit høvdu ætlað. Eg haldi, at tað er ótrúligt, at tað skuldi taka so langa tíð, at koma til hetta úrslitið, sigur Ellintur Abrahamsen. Hann sigur, at ferlagið er so ivingarsamt um úrslitið, at tað eisini hevur fingið ein fastlønarsáttmála. –Hesin fastlønarsátt- málin er ikki so góður, sum vit kundu hugsað okkum, men yvirmenninir á Teist- anum sleppa nú at taka støðu til, hvønn sáttmála, teir vilja hava, sigur Elll- intur Abrahamsen. Nær støða verður tikin til tað, veit hann ikki. – Vit fingu ikki tað, vit vildu hava, men vit valdu kortini at geva okkum fyri at fáa semju, sigur Allintur Abrahamsen. Felagið kravdi, at skiparin varð løntur í flokki 9, yvirstýri- maðurin í bólki 8 og 1. stýrimaður í bólki 6. Úr- slitið varð, at skiparin kom í bólk 8, yvirstýrimaðurin í bólk 6 og 1. stýrimaður í bólk 5. Tað tók tríggjar mánaðir at fáa semju um nýggju Sandoyar- ferjuna, Teistan. Men nú tað loksins loysn- aði, hava skiparin og stýrimenninir fingið ikki minni enn tvær semjur at velja ímill- um SANDOYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað loysti seg at fara til Sands. Tað mugu bæði Karsten Hansen, landsstýrismaður og Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, nú ásanna. Eftir at hava samráðst um lønina hjá yvirmonnum á Teistanum í tríggjar mán- aðir, gjørdi borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, eina óvanliga roynd fyri at fáa sandoyarferjuna í sigl- ing: Hann beyð teimum pørtunum í ósemjuni at koma til Sands at samráð- ast. Og tað loysti seg, tí sand- oyarferðin endaði við, at semja varð gjørd um Teist- an so at nýggja sandoyar- ferjan loksins sleppur í sigling. Men tað var drúgvt. Samráðingarnar á Sandi byrjaðu týskvøldið, men tað var ikki fyrrenn kl. 8.30 hósmorgunin, at semja fekst um Teistan. Tá høvdu teir samráðst í 37 tímar út í eitt, bara avbrotnir av onkrari máltið og onkrum gongutúri fyri at klárað høvdið. Men tá ið partarnir so loksins vórðu samdir, skrivaðu teir ikki bara undir eina semju. Samráðingarnar um Teistan endaðu nevniliga við, at yvirmenninir á Teist- anum nú hava fingið heilar tvær semjur at velja ímill- um. Sostatt kunnu teir velja ímillum um teir vilja hava eina vanligan sáttmála, ella teir vilja hava fasta løn. Báðar semjurnar eru undirskrivaðar og tað stendur nú til yvirmenninar sjálvar at velja aðra og at skræða hina sundur og koyra hana í pappírskurv- una. Eftir aðrari semjuni verður Teistin settur í bólk 2, og skiparin verður løntur í lønarflokki 8, yvirstýri- maðurin í bólki 6 og fyrsti stýrmaður í bólki 5. Eftir hesari semjuni fáa teir vanlig ískoyti fyri eyka- sigling o.s.fr. Eftir hinari semjuni, eru yvirmenninir fastløntir, tvs, at teir fáa eina fasta løn, sama, hvussu nógv teir sigla. Yvirmenninir skulu nú hava fund um, hvørja lønar- skipan, teir vilja hava. Høvuðstrupulleikin við Teistanum var, at sjó- ferðslumyndugleikarnir krevja, at tveir stýrimenn skulu vera við og ósemjan varð um, hvussu teir so skulu bólkast, tí á Dúgvuni og Ternuni er bara ein stýrimaður. Eitt megnar arbeiði Bæði Ellintur Abrahamsen og Karsten Hansen eru samdir um, at tað var eitt gott tiltak av borgarstjóran- um á Sandi, at bjóða sam- ráðingarpørtunum til Sands at samráðast. – Eisini gjørdi hann eitt megnar arbeiði undir sam- ráðingunum og hann eigur ein stóran part av heiðr- inum fyri, at semja kom í lag, siga Ellintur Abra- hamsen og Karsten Han- sen. Hóast semja nú er gjørd um sandoy- arferjuna, Teistan, fer tað at taka eina viku, áðrenn hann verður settur í sigling, sigur stjórin á Strand- ferðsluni SANDOYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Hóast semja nú er gjørd um lønina hjá yvir- monnunum á Teistan- um, mugu sandoyingar brynja seg við toli í eina tíð afturat. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hóast øll viðurskifti nú eru greið, fer tað at taka eina viku, ella átta dagar, at gera Teistan kláran at fara í sgiling. Men tað eru ikki við- urskifti, sum Strand- ferðslan hevur ávirkan á, sum gera, at Teistin ikki kann fara í sigling beinanvegin. – Beinanvegin, semj- an var ð gjørd, góvu vit boð boð um at fara undir arbeiðið at fyrireika Teistan til at fara í sigling. Men áðrenn hann kann setast í rutu, er tað neyðugt at manningin hevur bjargingarroyndir umborð, umframt at annað arbeiðið eisini skal gerast. – Hetta eru krøv, sum Skipasýnið setir, skulu gerast, áðrenn Teistin fer í sigling og tað tekur einar sjey, átta dagar at fáa alt tað frá hondini. Sostatt fer tað ikki at eydnast at fáa Teistan í sigling til Sandoyar- stevnuna, sum verður nú um vikuskiftið. Stóran týdning Annars fegnast strand- ferðslustjórin stórliga um, at tað loksins eydn- aðist at fáa semju um Teistan. – Støðan var ótolandi so tað er gleðiligt, at semja nú er fingin, sigur hann. Og hóast tað er synd at siga, at tað gekk eftir vild við Teistanum, er tað tó í hvussu so er ein tíðarætlan hjá Strand- ferðsluni, sum helt. Og tað er at fáa Teist- an í sigling í góðari tíð mitt í summar, áðrenn vetur kemur. Júst tað er Reidar Nónfjall ógvuliga fegin um, tí hann sigur, at tað hevur avbera stóran týdning. – Skipið er nýtt og hevur nógva, nýggja, tekniska útgerð. Hóast manningin hevur havt eitt sindur av venjing, hevur tað sera stóran týdning, at manningin fær dygga venjing í at sigla skipið, nú ímeðan veðrið er gott. Hann sigur, at far- leiðin ímillum Gomlu Rætt og Skopun er skrá- sett sum opið hav. – Tá ið tað rekur harð- ast, rekur eini 11 míl í Hestfirði. Er so har- afturat stormur, alda og myrkt, hevur tað stóran týdning, at manningin er fullkomiliga trygg við skipið. – Og nú semja er fingin um Teistan, ber tað til hjá manningini at fáa tað neyðugu venj- ingina í at sigla skipið, ímeðan veðrið enn er gott. Og tað hevur stóran týdning fyri trygdina, sigur stjórin á Strand- ferðsluni. Mugu geva tol í eina viku afturat Hava tvær semjur um Teistan at velja ímillum Hóast semja nú er um Teistan, ber tað ikki til at seta nýggju sandoyar- ferjuna í sigling, fyrrenn um eina viku, sigur stjórin á Strandferðsluni Karsten er nøgdur, men Ellintur ivast Eftir at hava samráðst í 37 tímar, eydnaåist tað loksins at semjast um lønina hjá yvirmonn- unum á Teistanum. Men ikki bara tað. Nú hava yvirmenninir heilar tvær semjur at verlja og vraka ímillum. Semjan førir til, at Sandoyarferjan nú sleppur í sigling, men ikki fyrrenn um eina viku Áhugamál føroyska brúkarans skulu tryggjast. Hetta heldur Javnaðar- flokkurin, sum tíðliga í komandi tingsetu fer at leggja uppskot fyri tingið um nýggjan brúkara- stovn. Flokkurin sigur seg hava tikið avleiðingarnar av, at føroyski brúkarin stendur ógvuliga veikur BRÚKARASTOVNUR John Johannessen Javnaðarflokkurin vil hava settan á stovn ein brúk- arastovn, sum kann tryggja áhugamálini hjá føroyska brúkaranum. Tí setti flokkurin fyri tíð síðani ein arbeiðsbólk at tilevna eitt álit, sum nú er komið so mikið langt, at tað verður latið serkønum løgfrøðingum at orða til lógaruppskot. Hans Pauli Strøm, sum er ein av stigtakarunum til uppskotið, sigur, at tað leingi hevur verið greitt, at føroyski brúkarin stendur ógvuliga veikur. Og eru trupulleikar, stendur hann bæði ráðaleysur og verju- leysur. Tí hevur Javnaðar- flokkurin tikið avleiðing- arnar og er farin at fyrireika ein brúkarastovn. Einsamallur brúkari – Føroyski borgarin hevur ongastaðni at fara at fáa hjálp í gerandisligu støðu síni sum brúkari, tá hann heldur seg vera fyri órætti, tá hann hevur hug at kæra og tá orð stendur móti orði millum brúkara og seljara, vísir Hans Pauli Strøm á. Tingmaður Javnaðarflok- sins ásannar, at tað sjálv- sagt altíð ber til at fara í rættin. Men hetta heldur hann vera alt ov kostn- aðarmikið, drúgt og trupult fyri einstaka borgaran. – Tað er ikki hugsingur um hjá tí einstaka brúkar- anum at fara rættarvegin í slíkum máli. Tí er brúk fyri einum brúkaraumboðs- stovni, sum brúkarin kann venda sær beinleiðis til, og sum kann taka sær av hansara áhugamálum, sigur Hans Pauli Strøm. Øðrvísi stovnur Men Hans Pauli Strøm ætl- ar ikki, at føroyski brúkara- stovnurin skal vera sam- líkur teimum í grannalond- unum. – Í hinum norðurlond- unum eru brúkaraáhugamál vard av nógvum ymiskum stovnum. Tey hava til dømis Brúkaraumboðsmannin, Brúkarakunningarstovnin, Brúkarastýrið, Brúkara- kærunevndir, Brúkararáðið og onnur. – Alt hetta verður ov rúgvusmikið og fløkjasligt hjá okkum. Tí skjóta vit upp, bert at skipa ein ein- faldan og liðiligan stovn, sum hóskar til okkara fámenta samfelag og kann røkja flest møguligar av teimum uppgávum, sum í øðrum londum eru spjaddar út á fleiri ymiskar stovnar. Vit skulu hava ein stovn, sum byrjar í smáum, og síðani kann vaksa við upp- gávunum, so hvørt tørvurin og undirtøkan økist, sigur Hans Pauli Strøm. Javnaðarflokkurin legði í gjár álit sítt fyri sakførara, sum fer at gera lógarupp- skotið um brúkarastovnin klárt at leggja fyri tingið tíðliga í komandi tingsetu. Føroya Politistafelag er ikki longur við í fyrireikingunum hjá landsstýrinum til at yvirtaka løgregluna. Felagið heldur ov nógvan politikk vera komnan í málið. Høgni Hoydal skilir ikki støðuna og hevur biðið um frágreiðing YVIRTØKA John Johannessen Samstarvið millum Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Føroya Politistafelag at fyrireika eina føroyska løg- reglu er slitnað. Sosialurin veit frá keld- um innan løgregluna, at felagið heldur ov nógvan politikk vera komnan í málið, og vil tí ikki longur vera við í arbeiðinum. Politistafelagið heldur, at Høgni Hoydal og danski forsætisráðharrin eiga at finna út av, um løgreglan skal yvirtakast ella ikki, áðrenn arbeiðið heldur fram. Per Person er formaður í Politistafelagnum. Sosial- urin hevur roynt at fáa viðmerking frá honum, men hann er ikki at hitta. Hinir limirnir vilja ikki gera viðmerkingar til málið. Vil hava frágreiðing Høgni Hoydal er harmur um, at Politistafelagið brád- liga hevur tikið seg burtur úr arbeiðinum. – Vit hava fingið bræv frá danska fakfelagnum, COII, um at Politistafelagið hevur tikið seg burtur úr. Eg skilji ikki støðuna og havi biðið um eina frágreiðing, tí vit hava nýtt sera nógva orku uppá at fáa løgregluna við og hava tosað við allar partar í málinum, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at talan var um ein sera góðan fund, tá hann fyrstu ferð var á fundi í nevnini, og tí undrar tað hann, at hendan støðan brádliga hevur tikið seg upp. Hóast Politistafelagið hevur tikið seg burtur úr, ætlar Høgni Hoydal ikki, at arbeiðið við at fyrireika eina føroyska løgreglu skal steðga upp. – Vit mugu bara arbeiða víðari, men plássini standa altíð opin fyri løgreglu- umboðunum, sigur Høgni Hoydal. Yvirtakast í valskeiðinum Nevndin, sum nú bert er hálvmannað, hevði sín fyrsta veruliga fund í Tinganesi 14. juni, men kortini hevur leingi verið arbeitt við fyrireikingunum til føroyska løgreglu. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera tilmæli um, hvørjar broytingar eiga at verða framdar, soleiðis, at ein føroysk løgregla kann loysa allar tær upp- gávur, sum liggja á løgregl- um í framkomnum london. Og hetta arbeiðið skal ger- ast skjótt, tí ætlanin er at yvirtaka løgregluna í hes- um valskeiðinum. Politistar bakka út úr yvirtøkuætlan Løgreglan skal gerast føroysk í hesum valskeiðinum. Men Politistafelagið, sum hevur verið við til at fyrireika føroysku løgregluna, meldar nú pass, tí ov nógvur politikkur er í málinum. Her handtaka føroyskir løgreglumenn í donsku løgregluni í Føroyum um middagsleitið í gjár russiskan skipara, sum danska sjóverjan hevur tikið fyri at fiska ólógliga í føroyskum sjóøki Mynd: Jens Kristian Vang Brúkarastovnur á veg Hetta skal brúkara- stovnurin gera: • At upplýsa, ráðgeva og verja brúkaran móti órætti í brúkaraviðurskiftum. • Brúkarastovnurin skal hava førleika og mynd- ugleika at viðgera øll brúkaramál, tilmæla í træt- um, royna semju ella kunna fara rættarvegin. • Brúkarastovnurin skal skipa fyri dygdargóðari brúkaraupplýsing, gera prís- og dygdarkann- ingar, veita góð brúkararáð og virka fyri gjøgnumskygni í samband við marknaðarføring og prísáseting. • Brúkarastovnurin skal virkar fyri góðum sam- starvi við vinnuna, so tað kann fremja góð viðurskifti millum brúkarar og seljarar. Javnaðarflokkurin fer tíðliga í komandi tingsetu at leggja fyri tingið lógaruppskot um ein ítøkiligan brúkarastovn, ið skal tryggja áhugamál føroyska brúkarans. Hans Pauli Støm hevur saman við øðrum fyrireikað eitt álit, sum løgfrøðingur nú arbeiðir víðari við C M Y K 7 6