Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

menn skula sendast á røttu pláss- ini, er tað hesin bragdligi arbeiðs- formaðurin, ið peikar og veipar. Tað kemur eisini fyri, at hann rópar. Men samstarvið millum Magnus og sjakkið riggar væl. Vælvaksni formaðurin er av góða gamla slagnum, og tískil somikið sjáldsamur, at rættilig ogn er í honum. Sveitti Unga sjakkið í lastini arbeiðir í sveittabroti, hóast kuldin er øgi- ligur; eini 30 stig undir frostmark- inum. Hálvan tíma niðri í lastina og hálva tíma uppi. Trettan mans eru í aftaru last hetta kvøldið. Onkrir ganga á framhaldsdeildini í Vágs Skúla. Tveir teirra ætla sær ikki í skúla í morgin. Teir fara heldur á lastina. Onkur sjómaður, sum er heima fyri tíðina, er eisini uppi í. Tað er gott at kunna tjena sær nakrar eykakrónur aftur at hýruni. Aldursforsetin í lastini er prátingarsamur: - Ja, hetta er góða lív, ha? Eg spyrji, hvar er fólkið. Í morgin verður trot á fólki. Og ALS hevur skuldina. Tað er onki skil á ALS. Fólk tíma ikki til arbeiðis, ella til útróðurs, sigur akramaðurin, Jens Pauli, meðan hann roynir at avísa tjúkku brillurnar. Hugurin er góð- ur millum litríka riðilin í lastini. Teir hava ringt í allar ættir eftir fólki, og sjálvt havnarmenn, sum eru í Vági og vitja, hava fingið arbeiðsboð. Teir gomlu garparnir ALS ella ikki. Í kvøld eru nógv fólk til arbeiðis á keiini. Ímorgin verða tey upp aftur fleiri, eini 80 í tali, um fólk fæst at koma. Tumm- as Johan og Niklas siga, at rutinan ger, at arbeiðið minkar í Vági. Menn arbeiða ov skjótt. Teir báðir vita, at færri krónur vórðu út- goldnar í fjør enn í fyrraárið. - Vit arbeiða full spid. Farma- skipið hjá russarunum var ov seint, so nú er frystigoymsla sprenfull, og tað seinkar arbeið- inum, sigur Niklas. Nú eru teir givnir í fremra lastarúminum. Magnus hevur rópt einar 10 mans yvir á »russaran«. Eg eri ikki russi Otto verður eitt sindur fornerm- aður, tá ið vit kalla hann russa. - Eg eri litavi, og skipið er eisini litaviskt, rættar Otto, ið býr í næst- størsta býnum í Litava, Klaipeda. Har búgva 250.000 fólk. Otto er offiserur umborð á litav- iska farmaskipinum, Eridanas. Manningin, ið telur 23 litavar, er júst komin umborð í Aalesund í Noreg. Úr Vági fara teir heilt til Nigeria við makreli. Litavarnir gleða seg til túrin. Kokkurin hendan túrin er kvinna, og tað er gott fyri búkin. Mann- ingin mynstrar ikki av aftur fyrr enn um eitt hálvt ár. Tá hava teir forvunnið sær einar 10.000 amer- ikanskar dollarar. Konurnar á keiini Ójavnt er býtt. Lønin hjá teimum, ið seta datomerking á plattarnar, ið fara umborð á litaviska skipið, er onki at reypa av í einum fram- komnum samfelagi. Rannvá hevur forvunnið 840 krónur higartil í ár. - Tað er ikki meira enn fyri sig- arettirnar, men eg skal ikki klaga, sigur Rannvá, og fær sær ein ordiligan guv av síni pumpaðu Prince Light. Rannvá og dótturin, Anita, arbeiða saman. Møðgurnar báðar tykast at vera í góðum lag, og tær kenna seg væl í mannfólka- heiminum á keiini. Onkur teirra staðfestir, at tað er, sum tað fer at vára, tá ið arbeiði er á keiini. Fólk vakna úr dvala. Tá hugurin er góður, ger onki, at arbeiðsdagurin er einar 16 tímar til longdar. Eitt arbeiðsgrev Niðri á keiini drønar Annika Jungehag aftur og fram við sínum ravmagnsrikna trukki. Hon setur gaflarnar undir plattarnar, tá ið teir koma niður á keiina og flytur teir nakrar metrar, so at teir ikki standa undir næsta hivinum. So kemur annar trukkur drønandi og koyrir makrelin niðan í frystigoymsluna. Her ræður um ikki at standa fyri. - Hetta er so eitt arbeiði, stað- festir 30 ára gamla vágskonan turrisliga. Hon hevur arbeitt í fiski eini 11 ár, og koyrt trukk líka leingi. Slapp hon at velja um aftur, hevði hon heldur fingið sær eina útbúgving, letur hon skilja. Annika er eitt arbeiðsgrev, sum er nógv eftirspurt av fiskavirkj- unum í Vági. Og hon leggur ikki í at vera í Fiskavirkisskipanini hjá ALS, sum loftar arbeiðsleysum í fiskivinnuni. -Eg havi sagt meg úr ALS. Mann verður dovin av at ganga fyri einki, sigur hon, og avdúkar, at hon hevði 12 arbeiðspláss í fjør. - Eg tjenti oman fyri 100.000 krónur, sigur Annika, og skundar sær víðari út í veturnáttina í Vági. Ein kærkomin dagsløn er vunn- in. Og eina løtu var tað næstan sum í teimum góðu gomlu døg- unum, tá arbeiði var til allar hend- ur í Vági. Hvønn dag. Otto er yvirmaður umborð á litaviska farmaskipinum, Klaipedu. Komandi hálva árið verður hann við umborð. Mynd: Jens Kristian Vang Annika Jungehag koyrir á motorin, og sýtir fyri at bakka fyri hóttandi arbeiðsloysi. Tað hevur lagað seg so væl fyri henni, at í fjør fekk hon eina hampuliga ársløn, sum ALS ongan lut átti í. Mynd: Jens Kristian Vang Ein sjáldsamur arbeiðsformaður. Mangt kann tað vera, men keðiligt er tað ikki tá ið Magnus á Báraldarbakka peikar, veipar og sendir sjakkini millum lastarúmini. Mynd: Jens Kristian Vang Beinharðir lastamenn. Til ber at sveitta í grimdarfrosti. Eftir fáum sekundum er ein plattur fullur, og klárt at høgga í. Mynd: Jens Kristian Vang Niklas Thomassen og Tummas Johan Richardt høgga úr á keiini. Annar er javnaðarmaður og hin sambandsmaður, men teir siga seg vera samdar í so at siga øllum. Politisku litbrigdini verða bert nýtt at arga hvønn annan við. Mynd: Jens Kristian Vang Higartil í ár hevur Anita ikki forvunnið sær fyri stórt annað enn tubbakk. Men nú Heygadrangur er afturkomin er lagið batnað. Sekstan arbeiðstímar geva gott. Mynd: Jens Kristian Vang Miðalaldurin í lastini er lágur. Yngri menninir eru, títtari eru hendurnar. Mynd: Jens Kristian Vang