Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 91 - 15. mai 2008 Tónleikur - Eg havi elskað tónleik, síðani eg var heilt lítil, uml seks-sjey ár. Men eg byrjaði ikki ordiliga at spæla tónleik, fyrr enn eg gekk í 8. flokki í Kommunuskúlanum. Vit plagdu at bróta inn í tónleika- stovuna í kjallaranum fyri at sleppa at spæla. Ein helt í lási- num, og ein sparkaði, soleiðis at hurðin ikki brotnaði. Vit fóru inn og larmaðu so nógv, sum vit kundu, inntil onkur kom, og so rýmdu vit út gjøgnum vindeygað, greiðir Mikkjal frá um, hvussu hann byrjaði við tónleikinum. Hvussu var at vera metall høvd í tannárunum? - Vit vóru tveir, ið vóru vanir at ganga í Filadelfia, og har plagdu vit eisini at fara inn at larma, tá vit kundu og sloppu. Eg dugdi bara tríggjar akkordir, og hann tvær taktir, og so larmaðu vit bara. Vit elskaðu hendan harða tónleikin, og tann einasti mátin hjá okkum at fáa tað harða ljóðið fram, var at skrúva for frá. Vit dugdu ikki eingongd at stemma ljóðførini, men buldraðu bara avstað. - Vit vóru ræðuligir vandalistar. Gjørdu uppreistur ímóti øllum. Skøvaðu bilar, brutu vindeygu og settu eld á alt. Sovorðnir helvitis bandittar! Nú taki eg bara synd í teimum familjunum, sum vórðu útsettar fyri okkara vandalisering, sigur Mikkjal og tekur seg fyri pannuna. - Summir rútar ruku upp til fýra ferðir. Tað er jú reyvirriter- andi! Nú havi eg eisini egna familju og dugi at síggja, hvussu langt úti tað var. Mann skilti tað bara ikki tá. Vit vildu bara gera ímóti øllum normum. Men tað er løgið, tí eitt ella annað stað ynsktu vit eisini at bera ein góðan boðskap. Ikki endiliga ein kristnan men eitt sindur í ta ættina. T.d varð bólkurin Krit stovnaður, meðan vit allir gingu í Filadelfia. Men also... øll hendan tíðin var ein, stór identitetskrisa. Tað var heilt sjúkligt. Vit vóru frá ymsum variatiónum av kristin- dóminum; babtistum, pinsum osfr. Vit vildu gera gott, men vit dugdu bara ikki. Ístaðin duttu vit í hina grøvina og elskaðu alt tað destruktiva; alt, sum æt ballada, stoffir og ófantaligheit. Hvussu taklar ein identitets­ krisur, tá ein er so ungur, og hvussu kemur ein víðari? - Eg byrjaði at skera meg sjálvan, tá eg var 12 ára gamal. Tað var ein av mínum mátum at úttrykkja meg uppá; at lufta teimum tingunum, ið vóru innaní mær; at føla nakað. Tað var antin tað ella at sniffa bensin og gass, sum eg eisini gjørdi í langa tíð og havi tikið skaða av. Heilin hjá mær riggar ikki altíð optimalt. Eg havi ringt við at læra summi ting, minnist illa og klári illa at konsentrera meg, greiðir Mikkjal álvarsamur frá. - Tá eg var 16, skildust for- eldrini hjá mær, og eg bleiv mað- urin í húsinum. Tað tók nokkso hart uppá meg, tí eg var á eftir- skúla beint áðrenn, tað hendi, og - Eg fungeri ikki uttan tónleik. Tað fyrsta, eg geri, tá eg vakni, og tað síðsta, eg geri, áðrenn eg leggi meg at sova, er at lurta eftir tónleiki. Fyri nøkrum árum síðani vildi eg sagt, at tónleikur var alt. Men tað er hann jú ikki alíkavæl. Tí hevði eg ikki havt damuna hjá mær, tá eg var longst niðri, hvat so? Hetta sigur 26 ára gamli Mikkjal Gaard Hansen, oddamaður í hardcore metall bólkinum, Sic, um 10 ára longu og hørðu prosessina hjá sær sum tónleikari og sum ikon fyri landsins metall høvd Lat vindeygað upp og