hósdagur 15. mai 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2008
37
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
visti ikki av nøkrum, fyrr enn eg
kom heim, og gamli knapliga
flutti út. Tað var torført. Eg var
øgiliga ungur og persónliga
splittaður, og hetta gjørdi tað ikki
betri. Men eg tók tað sum eina
stóra uppgávu at blíva maðurin í
húsinum og legði av við øllum
misbrúkinum.
- Eg møtti damuni hjá mær, tá
eg var 18. Tað, ið henni serliga
dámdi við mær, var, at eg var
edrúur; at eg var sterkur og kundi
siga nei, sjálvt um allir mínir
vinmenn ballaðust. Hon sá upp
til tað. Men sannleikin var, at eg
var veikur. Hon hevði bara ikki
upplivað teir keðiligu tendensir-
nar hjá mær við alkoholi og
stoffum. Tá eg var blivin 19, og
vit høvdu verið saman í uml eitt
ár, drakk eg meg skít í einum
føðingardegi. Knapliga mintist
eg, hvussu stuttligt tað var, og eg
steðgaði meira ella minni ikki
aftur. Ikki fyrr enn nú, fyri
hálvum øðrum ári síðani.
- Eg var altíð ræðuliga
depressivur, og tíðin við Krit
gjørdi tað ikki betri, sjálvt um vit
høvdu nógvan viðvind sum
bólkur. Eg hataði tvey tey síðstu
árini; hataði at venja og at spæla
konsertir. Vit kundu ikki semjast
um, hvat vit vildu, og at enda fór
eg úr bólkinum, og hann steðgaði
upp.
Í dag er tú m.a frontfigurur í
hardcore metall bólkinum Sic,
sum allir føroyingar kenna. Hvar
byrjaði tað?
- Sic byrjaði við, at Eddie
(Jacobsen, gittarleikari í Sic,
blaðkv.) ringdi til mín. Hann
spurdi, um eg tímdi at leggja
rødd til eina demo, sum hann og
bólkurin hjá honum vóru við at
spæla inn. Eg segði ja, men tað
tók mær eitt sindur av tíð at
koma ordiliga upp í bólkin, tí eg
vildi ikki leypa beint út í tað. Eg
havi altíð sæð bólkar sum eitt
forhold; at mann má ansa eftir,
hvat mann bindur seg til. Eg gav
tí nakrar mánaðar, inntil eg fann
útav, hvat eg vildi við tí. Og so til
síðst segði eg við Eddie, at tað
var kul, og at vit kundu gott
royna av álvara.
- Aftaná eina tíð fluttu vit til
Havnar at venja í Margarin-
fabrikkini. Karl Anton var leiðari
har tá, og hann var ræðuliga
glaður fyri at fáa meg suður
aftur. Hann var altíð har og
skumpaði undir meg; segði við
meg, at eg hevði nógv potentiali
og motiveraði meg nógv. Hann
var eitt slag av pápa-figuri fyri
meg, tá eg ongan annan vaksnan
hevði at venda mær til. Hann
traðkaði inn har, sum onnur fóru
út.
- Vit ballaðust ræðuliga nógv í
Sic. Og jú meira vit fóru út at
spæla, jú meira ballaðust vit.
Men eg haldi alíkavæl, at eg
dugdi nokso væl at kontrollera tí
í byrjanini, men til síðst tók tað
so yvirhond og endaði heilt
galið, tá vit fóru í studio í
Danmark í 2006. Tað var bara
tvær vikur aftaná, at Karl Anton
var deyður, og vit høvdu allir
ræðuliga ógvusligar frustratiónir
í okkum. Men vit tosaðu
ongantíð ordiligt um tað, og
druknaðu tað bara ístaðin.
- Hesin túrurin bleiv eitt
sovorit allarhelvitis ball. Eg
minnist, at har stóðu heilir
innkeypsvognar av tómum
fløskum í upptøkuhølinum. Eg
hevði vippað leingi á kantinum
til sálarligan niðurtúr. Og tá eg
hyggi aftur, dugi eg eisini at
síggja, at øll symptomir uppá
depressión høvdu verið ávegis í
langa tíð. Men eg var ikki til-
vitaður um tað, og tíðin í upp-
tøkuhølinum gjørdist ein stór
bumba, sum eksploderaði omaná
meg.
Hvat var tað, sum eksploderaði?
- Alt hetta við splittaðum sam-
leika, at Karl Anton doyði og so
alt hitt, sum er so torført at seta
orð á, tað át so nógv uppá sálina.
Og hesin svakligi ballingartúr-
urin útloysti eina fúla depressión.
- Eg gjørdist livandi-deyður.
Orkaði ikki eingongd at sappa
SIC eru:
Mikkjal Gaard Hansen - Sangari
Eddie Jacobsen - Gittarleikari
Frans Galán - Gittarleikari
Gudmar Hansen - Bassleikari
Magnus Hansen - Trummuleikari
Søgan:
Bólkurin varð stovnaður í 2002 av Eddie.
Mikkjal byrjaði í bólkinum í 2003. Í 2005
komu Magnus, Frans og Gudmar eisini uppí
bólkin, og SIC tók skap av álvara.
Debutfløgan hjá bólkinum varð útgivin í
februar í fjør og hevur fingið framúr góð
ummæli av tónleika netsíðum um allan
heimin.
Næsta fløgan hjá SIC kemur væntandi út í
2009.
Finn SIC:
Vitja SIC og hoyr tónleikin hjá bólkinum á
myspace.com/sic ella á entersic.com
FAKTA UM SIC
Mikkjal Gaard Hansen er
oddamaður í bólkinum Sic og eitt
av sterkastu ikonunum, ið eru í
Føroyum. Hann umboðar metall-
pallin her á landi og hevur gjørt
tað nú í 10 ár
Mynd: Astrid Mohr
- Karl Anton bleiv til eitt slag av pápa-figuri fyri meg, tá eg ongan annan vaksnan hevði at venda mær til. Hann
traðkaði inn har, sum onnur fóru út
Mynd: Astrid Mohr
lova myrkrinum út
➘