Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 91 - 15. mai 2008 Tónleikur kanalir í sjónvarpinum. Var TV Shop frá, so koyrdi tað bara, tí eg hugsaði, at tað kundi ikki blíva betri óansæð. Eg orkaði heldur ikki at eta ella fara undir brúsu, og eg bleiv svakur, um nakar snakkaði við meg um tað ella royndi at fáa meg at gera okkurt til nyttu. - Tað var ræðuligt at liva soleið- is. Ræðuligt fyri familjulívið; fyri damuna og okkara tvey børn. Tað var fleiri ferðir, at daman hjá mær ætlaði at innleggja meg, men tað hendi ongantíð, og hon tók sær bara av mær. Hon var ótrúliga sterk. Las til sjúkrasystir, var mamma og var har fyri meg alt í senn. Tók sær simpulthen av øllum. - Tá eg kom í hendan niðurtúr- in, gavst eg við misbrúkinum og fekk heilivág ístaðin. Eg ætlaði at fáa sálarliga hjálp, men tað var ein so langur bíðilisti til tað, at eg slapp ongantíð framat. Tað vóru nógv onnur, ið høvdu meira akuttan tørv á hjálp enn eg. Eg meini so við, eg var ongantíð farligur. Í hvussu er ikki fyri onnur enn meg sjálvan. - Nú havi eg hildið mær í skinninum í hálvt annað ár. Ok, eg skal viðganga, at eg havi onkuntíð fýrt eina feita, tá vit hava verið uttanlands. Men ikki meira enn tað. Men hvussu kemur ein burturúr hesum? Hvussu kempar ein seg upp úr aftur einum slíkum niðurtúri? - Tað hevur verið ein harður kampur. Men eg eri alíkavæl takksamur fyri tað helvitið, eg havi verið ígjøgnum. Tað hevur lært meg ta síðuna av tí heila. Og eg kann skilja onnur, sum eru í somu støðu og vónandi onkurs- vegna hjálpa teimum. - Eitt tað harðasta í kampinum hevur verið at skula konfronterað alt tað myrkurið og tann haturin, ið var í mær. At koma út við øllum tí, sum eg hevði fortrongt; skuffilsir, sorg, hatur og alt tað. Men lívið hevur alíkavæl havt síni ljósu punkt í øllum rokinum. Eg havi roynt at opna mítt vindeygað og lova myrkurinum út, og tað er eisini eydnast mær nú. Eg eri nógv sterkari og positivari nú, enn eg var tá. Tað sæst m.a aftur á tekstunum hjá mær. Eg eri farin frá at skriva um depressión og svøvnloysi, at hata seg sjálvan og lívið, til at skriva meira um yvirlivilsi, sjálvs- virðing og at byggja seg sjálvan upp. Næsta fløgan hjá okkum verður nokk eisini pregað av tí. Hvussu er tað at vera »Mikkjal í Sic«? - Tað er skeg. Øll kenna meg, og eg havi eina rúgvu av vinum. Men eg eri eisini tilvitaður um, at fleiri vinir man hevur, fleiri fíggindar hevur man eisini – og eg havi nógvar vinir... Tað eru mong, ið ikki síggja framvið tann persónin, sum stendur á palli- num; sum hugsa, at eg stilli meg upp har og haldi meg vera so fokkin harðan og ting og sakir. Tað eru eisini mong, ið halda, at eg havi ringa ávirkan á samfelag og ungdóm. Enntá ein hevur virkað aktivt ímóti mær, tí hann heldur, at eg eri demonbesettur, sigur Mikkjal smáflennandi. - Annars er tað skeg. Eg eri til dømis ongantíð einsamallur, tá eg fari í býin, men havi altíð onkran at tosa við. Tað kann bara vera eitt sindur torført á arbeiðs- marknaðinum, tá mann sær út, sum eg geri, við piersingum, hárinum og tattoveringunum. Eg eri ikki júst dreymurin hjá einari hvørjari svigermammu. Men arbeiðsplássið, sum eg havi nú, aksepteraði meg beinanvegin. Og tað ger mín svigermamma eisini, so har havi eg faktiskt verið heldigur tvær ferðir. Hví spælir tú tónleik, og hvat hevur tað at siga fyri teg at vera eitt so sterkt ikon fyri ungdóm? - Eg brúki Sic til at fáa øðina og aggressiónirnar út. Til at geva øðrum, sum eisini bera øði í sær, ein máta at formidla sínar kenslur og fáa sínar frustratiónir út. Tað er soleiðis, tað er við tónleiki, óansæð stíl, og tað er tí, at fólk brúka tónleikin til at úttrykkja seg við. - Eg fungeri ikki uttan tónleik. Tað fyrsta, eg geri, tá eg vakni, og tað síðsta, eg geri, áðrenn eg leggi meg at sova, er at lurta eftir tónleiki. Og tá eg eri úti, havi eg iPoddin við. Eg koyri næstan uppá battaríir og blívi beinan- vegin irriterandi og rastleysur, um eg ikki spæli tónleik í eina tíð. Eg haldi, at tað er tí, at eg má kenna á mær, at eg geri okkurt, at eg skapi okkurt. Annars blívi eg keðiligur, greiðir Mikkjal frá. - Fyri nøkrum árum síðani, vildi eg sagt, at tónleikur var alt. Men tað er hann jú ikki alíkavæl. Eg hevði ikki fungerað uttan tónleik, men hevði eg ikki havt damuna hjá mær, tá eg var longst niðri, hvat so? Í síðsta enda stendur tú einsamallur. Niðri á botninum er eingin uttan tú, tí at eingin dykkar niður eftir tær. Tá mást sjávur hála teg upp aftur. Men allanvegin ígjøgnum var daman hjá mær tann, ið stóð til reiðar og rætti hondina út eftir mær. Har var eingin annar, tí fólk hava ikki yvirskot til meira enn sítt egna, óansæð hvussu nógv tú rópar eftir hjálp. Hesum finnur tú bara útav uppá tann harða mátan, við at vera einsamallur á botninum í sálarligari kreppu og ongan hava at venda tær til. ∆ - Lívið hevur alíkavæl havt síni ljósu punkt í øllum rokinum. Eg havi roynt at opna mítt vindeyga og lova myrkrinum út, og tað er eisini eydnast mær nú Mynd: Astrid Mohr … Lat vindeygað upp og lova myrkrinum út