hósdagur 15. mai 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2008
39
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
25 ára hátíðarhald
Árligu útgávurnar av populerum
tónleiki her í Føroyum ruku frá
nøkrum heilt fáum til upp um 30
um árið, eftir at Prix Føroyar
byrjaði í 1995. Mett verður, at
uml 150 nýggj løg eru blivin
smíðað, hvørja ferð kappingin
hevur verið. Eftir hetta er óvist,
hvussu høgt talið á føroyskari
sangskriving hevur verið, men
eitt er vist, og tað er, at
tónleikavirksemið her í landinum
er størri í dag enn nakrantíð áður.
Árini og umførini
Prix Føroyar hevur verið seks
ferðir tilsamans: í 1995, 1997,
1999, 2001, 2003 og 2005. Inn
leiðandi umførini til Prix Føroyar
hava verið í Tvøroyri, Klaksvík,
Miðvági, Sandi, Vági, Fuglafirði
og á Strondum. Semifinalur
hava verið í Fuglafirði og Suður
oy, og endaligu finalurnar í
sjálvum Norðurlandahúsinum.
Ikki minni enn 12000 atgongu
merki hava verið seld til Prix
Føroyar øll árini tilsamans, og
roknað verður við, at tað hava
verið uml 900 gestir til finaluna í
Norðurlandahúsinum hvørt ár.
Framleiðslan vaks
orsakað av Prix Føroyum
Norðurlandahúsið hevur,
soleiðis sum eg dugi at síggja
tað, virkað sum ein lopfjøl fyri
rútmiska komposition í Føroyum.
Í hvussu er, hvat mongd viðvíkir,
sigur Kaj Johannesen,
fyrrverandi formaður í FUT.
Árligu tónleikaútgávurnar
ruku frá nøkrum heilt fáum til
upp um 30 um árið, eftir at Prix
Føroyar byrjaði í 1995. Føroyskir
hjallspopparar fingu blóð á
tonnina, tá teir varnaðust, at
pallurin í Norðurlandahúsinum
var annað enn ein trýssvattspera.
Í 2005 varð Prix Føroyar hildið
fyri síðstu ferð og endaði við
einum braki. Nevniliga stóru
gallaveitsluni AME (Atlantic
Music Event). Hetta árið bleiv
Prix Føroyar konseptið fullkomi
liga umskapað. Tað fór frá at
vera ein tónleikakapping til at
blíva eitt sýnisgluggatiltak. Tó
enn við tónleikakappingini í
spælinum. Tríggir bólkar endaðu
í finaluni, og afturat teimum
framførdu 11 innbjóðaðir bólkar.
AME
Til AME gallashowið í 2005
vóru umboð úr tónleikavinnuni í
Danmark, Svøríki, Noregi,
Íslandi og Grønlandi við í dóms
nevndini. Hesi vóru ummælarar,
fólk frá festivalum, spælistøðum,
plátufeløgum o.ø.
Í 2006 og 2007 hevur Norður
landahúsið eisini havt AME
Reykjavík. Føroyskur tónleikur
hevur m.a av hesum verið nógv
spældur í íslendsku fjølmiðl
unum, og higartil hava Gestir,
Høgni Lisberg, Teitur, Marius,
Makrel, Deja Vu, Lena, Eivør og
Brandur Enni verið presenterað
til AME Reykjavík.
Við AME hevur Norðurlanda
húsið viljað fokuserað uppá
nýggjan, rútmiskan tónleik úr
Føroyum og øðrum norður
lenskum londum. Málið hevur
verið at skapa góðar tónlistarligar
upplivingar fyri bæði tónleikarar
og áhoyrarar; at vísa úrvalið av
føroyskum tónleiki fram, og at
geva tónleikarunum møguleika at
spæla sín tónleik fyri professio
nellum fólki úr tónleikavinnuni.
Inntil víðari hevur AME verið
tvær ferðir í Íslandi og Tórshavn,
og í november í fjør í Vega í
Keypmannahavn saman við
íslendska Mugison. Í framtíðini
ætlar Norðurlandahúsið at skipa
fyri fleiri sýnisgluggatiltøkum av
hesum slagnum; í fleiri øðrum
londum.
∆
Norðurlanda
húsið og
rútmiski
tónleikurin
- Norðurlandahúsið hevur virkað sum ein lopfjøl fyri
rútmiska komposition í Føroyum. Í hvussu er, hvat
mongd viðvíkur, sigur Kaj Johannesen, fyrrverandi
formaður í Føroya Undirhalds Tónleikafelag (FUT), um
virksemið hjá NLH, ið síðani Prix Føroyar byrjaði í 1995,
hevur verið viðvirkandi til, at áleið 150 nýggj løg eru
blivin smíðað annaðkvørt ár. Síðani 2005 hevur tað verið
sýnisgluggatiltakið AME, ið hevur rikið hetta virksemið
hjá NLH at skapa karmar fyri nýggjan, rútmiskan
tónleik í Føroyum
Eivør Pálsdóttir vann Prix Føroyar 2001 við bólkinum Clickhaze. Vinnararnir av Prixnum hini fimm árini,
kappingin hevur verið, eru Moirae, Mark No Limits, Taxi, Gestir og GoGo Blues
Mynd: Jens Kristian Vang