Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 92 - 16. mai 2008 - Vit duga ikki at síggja, hvussu stórt virði ein góð heilsa hevur, – ikki fyrr enn vit hava mist hana!, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen Heilsubýur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: - Tað er sera gott, at Klaksvík er vorðin heilsubýur okkara. Hetta gleðast vit sjálvandi um, sigur hann. Fríggjadagin í farnu viku varð tíðindafundur hildin í Klaksvík, sum byrjanin til eitt átak, har hesin býurin skal gera sítt til at soleiðis eisini verður í framtíðini. Á fundinum fegnaðist borgarstjórin um hetta, men vísti samstundis á, at hetta forpliktar eisini fólkið í kommununi. - Eitt er at seta sær eitt slíkt mál fyri. Eitt annað er at føra tað út í lívið. Tað ynskja vit í øllum førum at gera, legði hann dent á. Tað var annars heilsu- málaráðharrin, Hans Pauli Strøm sum herfyri lýsti Klaksvík sum heilsubý. Hetta gjørdi hann millum annað út frá tí arbeiði, sum longu er gjørt at vísa týdningin av einum heilsugóðum lívi. Øll kunnu gera okkurt Í framløgu síni á fundinum vísti Steinbjørn O. Jacobsen á, at heilsa krevur við- líkahald og røkt. Í býnum, sum hann stjórnar eru ótaldir møguleikar fyri hesum. bæði hjá eldri og yngri. Steinbjørn vísti til sam- røðuna, sum hann hevði havt við eldri mann, sum var byrjaður at merkja elli á likami sínum, eins og heilsan var farin at bila. Týðiligt var, at honum longdist aftur at verða frískur og ferðugur. - Soleiðis er lívið nú einaferð. Tað er so nógv, sum vit ikki eru harrar yvir. Eitt nú kunnu vit einki gera við aldurin. Hann kemur við tíðini. - Hinvegin eru tað nøkur ting, sum tey flestu av okkum kunnu gera nakað við, so framt vit hava likam- ligu orkuna og førleikan, sigur Steinbjørn. Og hann legði aftrat: - Likam okkara er skapt til at brúka og vera virkið, og rørslur styrkja okkum, bæði til likams og sálar, men eisini tann føðin, sum vit dagliga eta, hevur stóran týdning fyri tann stand, sum likam okkara er í. Ein bóklingur er gjørdur og er at fáa ókeypis á ymsum støðum í Klaksvík. Hesin bóklingur, sum er eitt felags tiltak hjá Fólka- heilsuráðnum og Klaksvíkar Kommunu, er ætlaður at geva fólki í økinum upp- lýsingar um tey tilboð og teir møguleikar, sum finnast her. - Vónandi kann hann geva okkum íblástur til at gagnnýta tey mongu tilboð, ið Klaksvík sum býur hevur at bjóða á hesum øki, sigur borgarstjórin, og skoytir síðani uppí: - Vónandi verða fleiri fólk verða enn fúsari at gagnnýta teir mongu møgu- leikarnar her í kommununi! Heilsuætlanin má førast út í lívið Renna fyri heilsuni Tað er ikki bert í kommununi sjálvari at áhugi er fyri fólkaheilsu og rørslu. Eisini innan ítróttarfeløgini í Klaksvík finst hesin sami áhugin. Nú fer ítróttarfelagið Treysti, saman við fyritøkunum Sportmaster og Eik í Klaksvík at skipa fyri heilsurenning teir komandi mongu leygardagarnar. Byrjað verður longu í morgin og verður hetta gjørt fram til 6. september, har øll eru vælkomin at vera við. Talan er als ikki um rennikapping, men endamálið er at fáa fólk at røra seg regluliga. Byrjað verður hvønn leygardag kl. 14 frá Sportmaster við Klaksvíksvegin. ” “Likam okkara er skapt til at brúka og vera virkið - Ein góð heilsa kemur ikki av sær sjálvari, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sum her roynir seg á kondusúkklu Klaksvík fær ídnaðarøki Kommunan arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at gera eitt stórt ídn- aðarøki á Strond. Sambært Norðlýsinum hevur kommunan fleiri umsóknir liggjandi um øki til ídnað, og tí er avgjørt at útvega eitt 25.000 fermetrar stórt øki beinanvegin. Við blaðið sigur formaðurin í teknisku nevnd, Kristian Fríðrik Olsen (myndin), at økið er í tveim- um, til tær ymisku støddirnar av fyritøkum. – Vit hava nakrar um- sóknir, men her er pláss fyri fleiri. So um eitt virki vil skjótt í gongd, so er gyltur møguleiki at gera vart við seg nú, tí vit ætla at sleppa í gongd áðrenn summarfrítíðina um tað ber til, sigur nevndarformaðurin. Fara til gongu í Norðoyggjum Mikukvøldið varð stovnandi fundur hildin av einum gongufelagi í Norðoyggjum, og sum ikki óvæntað fekk navnið »Norðoya Gongu- felag«. Á fundinum vóru um 30 fólk, og luttóku tey íðin í orðaskifti- num um, hvørjar túrar ein kundi gera í økinum. Eftir ætlanini verður fyrsti túrurin gjørdur innan tvær vikur. Fundurin valdi tvey ábyrgdar- fólk at taka sær av felagnum saman við Norðoya Kunningarstovu. Arbeiðið at prýða nýggja skúlan í Runa- vík við list er nú boðið út. Áhugað kunnu koma við hugskotum og upp- skotum um, hvussu skúlin kann listprýð- ast innan 24. juni skúli Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Runavík: - Tað eru ongar ásetingar fyri eini ávísari list, verður sagt úr Runavíkar kommunu. Einasta ásetingin sum kortini verður sett er, at listin er kveikjandi og kann skapa trivnað hjá teimum, sum hava sína dagligu gongd í skúlanum. Uppskotini mugu halda seg innanfyri fíggjarkarmin, sum hevur eitt loft uppá ein hálva millión krónur Tey skulu lýsa verkætlanina, og á hvønn hátt tann lidna verkætlanin væntandi kemur at síggja út. Til tess at taka støðu til innkomnu uppskotini, verður settur ein bólkur at meta um uppskotini. Ástaðisfundur verður í skúlanum í Runavík 28. mai har høvi verður at síggja tann partin av skúlanum sum er liðugur, og annars at síggja tekningar av skúlanum. Uppskotini skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 24. juni, og skal arbeiðið verða liðugt, tá skúlin verður liðugt bygdur 1. desember í ár. Fara nú at listprýða skúlan Næmingarnir eru longu farnir í skúlan, hóast hann fyrst verður endaliga liðugur í desember mánaði í ár. Nú skal hann listprýðast Mynd: Runavíkar skúli