fríggjadagur 16. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 92 • 16. mai 2008
Bergur Godtfred
ummælir konsert
við Astrid og
Stanley Samuelsen
í Miðlahúsinum
- Eg eri so nervøsur. Tað eri eg
altíð í byrjanini, men tað gongur
nokk skjótt yvir. Tað plagar tað
at gera, sigur ein ærligur og
viðkomandi Stanley Samuelsen,
tá ið hann trínur fram á pallin í
Miðlahúsinum friðarliga og vakra
hóskvøldið 24. apríl.
Tað angar av nýgjørdum kaffi,
smákøkur eru á borðinum, og
stemningurin er linur og lættur.
Frú Stanley, ið eitur Merete
Messmann og er fyriskipari og
umboðsfólk hjá Stanley, selur
atgongumerki, bjóðar vælkomin
og prátar við fólk. Fólk heilsast og
práta, og tað er eyðsýnt, at fleiri
kennast, men tað er sum at trýsta
á ein “muteknøtt”, tá ið Stanley
vendir sær til áskoðararnar – fólk
eru til reiðar at lurta og njóta.
Stanley biður gott kvøld og sigur,
hvussu skráin fyri kvøldið sær
út. Vit hava nógv gott í væntu av
frálíkum sangum – gomlum sum
nýggjum, tónleiki og guitarspæli,
og serliga forvitnisligt verður at
hoyra hann og dóttrina Astrid.
Tú skalt vera eitt sindur
nervøsur, skalt tú gera títt besta,
er pástandurin frá fólki, ið hava
skil fyri slíkum, og alt er, sum
tað skal vera, tá ið Stanley
hevur stemmað handbygda Flat-
bushguitarin frá Victor Smith í
Norðursælandi. Ljóðútbúnaðurin
er væl innstillaður til hølið, so
natúrliga akustiska ljóðið sum
vanligt er framútskarandi. Oyrini
hungra eftir vælljóði, og Stanley
er ikki pírin. Guitarurin ljóðar
sum eitt heilt flygul. Eitt er at
spæla so einastandandi væl,
sum Stanely, men at gera tað
frá byrjan, tá ið tú ert eitt sindur
nervøsur og ikki hevur hitað upp,
tað er professionalisma. Stanely
spælur sum ein dreymur frá fyrsta
tóna, og sjálvt um fingrarnir eru
eitt sindir stívir í byrjanini, fær
hann altíð væl og virðiliga hálað
alt í land.
Stanley hevur evnini til at fáa alt
at hanga saman. Løg, tekst, sang,
tónleik og tulking. Framførslan
er ein heild, ið er stykkjað saman
av einari mongd av smálutum, ið
ein og sami maður fær at hanga
saman. Tað er synergieffekt,
tá ið summin av smálutum er
meira saman enn hvør sær. Alt
stuðlar upp undir hvørt annað,
og tú verður so at siga sogin
inn í ein transcendentan heim
av andligum og skaldsligum
huglagi. Tað hoyrist, at Stanley
hevur arbeitt við tilfarinum í
mong ár og hevur røtur aftur í
sálmar og føðilandssangir eins
og fólkatónleik og 60’araballadur.
Nostalgi merkir bæði heimlongsul
og longsul eftir farnum tíðum,
men Stanley hevur evnini
at føra okkum gjøgnum eitt
langt tónleikatíðarskeið, og
er ein sambindingarliður frá
fortíð til nútíð og framtíð.
Hann megnar at geva sálaðum
yrkjarum nýtt lív og halda lív
í hálvdeyðum nostalgikarum.
Spell, at fleiri av teimum yngru
ikki enn hava varnast ikonið
og idolið frá 60’unum, ið kundi
givið teimum innlit í fortíðar,
samtíðar og framtíðar skalda- og
tónleikamentan á slíkan virtuosan
hátt. Í Danmark elska tey at hoyra
Stanley, tí tey siga, at hann kann
geva teimum eina ferð til Føroya,
uttan at tey skulu hava baksið av
at sigla ella flúgva langa og dýra
teinin.
Dóttirin spældi eisini
Flestu sangirnar hava vit hoyrt
fyrr á fløgu ella live, men tað,
sum undrar hvørja ferð, er, hvussu
nær ljóðið á pallinum er ljóðinum
á fløgunum, tí eitt er at kunna
sita og yvirspæla og fínpussa í
einum studio í tímavís og so sita
við einum guitara og skula raka
hvønn einasta tóna snórabeint og
við fyllu. Og Stanley spælir hópin
av tónum uppá sera stutta tíð.
Stanley avdúkar, at hann arbeiðir
við at geva eina nýggja fløgu
út. Fjepparar vildu sagt, at tað
var uppá tíðina, tí vit hava bara
fingið tvær fløgur í níggju ár, men
Stanley er lítillátin og eyðmjúkur
listamaður, ið ikki hellir plagiatir
og dusinvørur út yvir fólk. Stanley
spælir síðsta sang í fyrra hálvleiki
áðrenn steðgin við kaffi og køkum
og lovar at leiða dóttrina inn eftir
steðgin.
“Jeg er så nervøs”, sigur
dótturin Astrid fleiri ferðir, tá
ið Stanley hevur presenterað
hana, men hon ger tað so ærliga,
dámliga og umberandi, og fólk
eru fyrikomandi og møta henni
við klappum og mildum látri, so
hon fær dirvi og yvirskot til at
syngja og spæla so hugtakandi,
at tú gloymir tíð og stað. Tað er
undranarvert, at tú kanst syngja,
spæla og upptraðka so væl, tá
tú bara ert 19 ár og “nervøs”.
Tað kanst tú væl bara gera, tá ið
tí hevur slíkan lærumeistara við
liðina, sum samstundis er pápi
tín, og sum tú samstundis kanst
líta fult og fast á, at han hálar
alt í land, um á stendur. Og tað
hoyrist, at tey hava spælt saman
fyrr. “Hon hevur tað við at róta
eftir gomlum sangum serliga í
hasum 60’ara rótikassanum”,
sigur Stanley skemtandi um dóttr-
ina. Tey syngja nakrar Beatles,
McCartney, Harrison, Simon
& Garfunkel og aðrar 60’ og
70’arasangir, áðrenn Astrid sjálv
sleppur at royna seg. Hon hevur
eina reina, blíða og fitta rødd,
sum eisini er sigandi og livandi.
Tað kemur serliga fram, tá ið hon
spælir og syngur ein cubanskan
sang á flótandi sponskum. Tað
er væl frágingið í so ungum
aldri, og tað er at kalla ongantíð
nakað serligt amatørkent yvir
framførsluni – bert nakað ungt,
sakleyst og meinaleyst.
So er tað knappliga liðugt.
Tíðin er flogin avstað. Tú hevur
verið í einum øðrum hugaheimi
– ja, einum øðrum alheimi. Fólk
vilja ikki so lætt sleppa teimum,
og lukkutíð ella tilvildarliga,
sum Stanley so skemtingarsamt
sigur, hava tey eitt eykanummar
– enn ein vakran klassikara frá
60’árunum. “Jesus pápi veri við
tykkum”, er – sum vanligt – Stan-
leysa útgangsbøn, sum vit kunnu
fara víðari við út í kvøldið, náttina
og langa vikuskifti. Byrjanin til
eitt frálíkt kvøld er komin at enda.
Hugni og virtuositetur
Ummæli
Bergur Godtfred
Stanley Samuelsen spældi saman við dóttirini Astrid
Mynd: Jan Müller