fríggjadagur 16. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 92 - 16. mai 2008
Samstarv um trolarar í Sørvági
Poul Hansen og Tummas Henriksen í Sørvági hava nú gjørt eina
samstarvsavtalu við felagið, sum eigur partrolararnar Grím Kamban og
Kallsevni, um at standa sum eigari fyri trolarunum og dríva teir. - Tummas
Henriksen kemur sum eigari inn í felagið, sigur Poul Hansen við Vágaportalin.
Grímur Kamban og Kallsevni hava ligið í einar tveir mánaðir nú av ymiskum
orsøkum, men sum skilst á Poul Hansen so er ikki meiningin at nakað skal
henda við Brestir, sum Aksel Hansen eisini eigur. Hann fara teir at dríva
framhaldandi, sigur Poul Hansen.Spurdur hvussu gingist hevur hjá Grími
Kamban og Kallsenni, sigur Poul Hansen, at tað hevur ikki verið av tí besta og
tað er eisini orsøkin til, at teir sleppa sær av við teir nú.
Ísland er í Amerika
Ein kanning hjá einari bretskari hotellketu vísir, at bretar
eru ikki serliga vitandi, tá tað snýr seg um evropeiska
landalæru. Millum annað dugdu bara 8 prosent av
teimum spurdu at peika á Italia á einum Evropakorti, og
bara 11 prosent vistu, hvar Frakland var. Eitt annað var, at
11 prosent vildu vera við, at Ísland er ikki í Evropa, men
partur av Norðuramerika. 62 prosent søgdu, at tey hyggja
bara í Evropakortið, tá tey skulu at ferðast.
Gullfoss, her á vetri, er sambært nógvum bretum
í Amerika (Mynd: Mogrunblaðið)
Sum fyrsta føroyska
fyritøkan er Føroya
Banki vorðin
rataður av altjóða
ratingfyritøkuni
Moody’s. Og Janus
Petersen, forstjóri,
er væl nøgdur við
ratingina A3, sum er
eitt sjeynda pláss út
av 28
RATING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Føroyar 4. mars í ár
blivu rataðar av altjóða rat-
ingfyritøkuni Moody’s, lat
tað samstundis eisini dyrnar
upp fyri, at føroyskar fyri-
tøkur kundu ratast.
Og hendan møguleika
hevur Føroya Banki sum
fyrsta
føroyska
fyritøka
tikið av. Teir hava heitt á
Moody’s um at rata bankan,
og í dag varð ratingin so
almannnkunngjørd.
Vit eru væl nøgdir við rat-
ingina A3, sum er ein rat-
ing, ið aðrir góðir, smáðir
bankar fáa, sigur Janus
Petersen, forstjóri í Føroya
Banka.
Sambært
Moody’s
er
styrkin hjá bankanum at
parturin á heimamarknað-
inum er stórur, umleið 40%
av inn- og útlánunum, og
sum ein lokalur banki hevur
hann fyrimun av tøttum
samstarvi við kundarnar.
Eisini virkar bankin sum
»clearing« banki fyri hinar
bankarnar í Føroyum.
Somuleiðis
nevnir
Moody’s, at Føroya Banki
nýliga hevur sett á stovn
dóttirbanka í Keypmanna-
havn, men vísir samstundis
á, at kappingin á danska
fíggjarmarknaðinum
er
hørð.
Moody’s metir leiðslu-
háttin í bankanum at vera
nøktandi, men kortini ikki á
sama støði sum aðrir rataðir
bankar í Norðanlondum.
Men tað er púra náttúrligt.
Vit verða mettir við størstu
bankarnar í Danmark til
dømis, og tað er greitt, at
teir hava betri kredittstýr-
ingsskipanir enn vit. Tað
hevur tó eisini nakað við
lóggevingina at gera, tí har
halta vit nakað aftaná, sigur
Janus Petersen.
Samanbering
Aðrar av avbjóðingunum
hjá bankanum eru, at bankin
einsamallur fíggjar nógvar
fyritøkur, og harvið hevur
alla váðan. Eisini verður
nevnt fíggingin av fiskivinn-
uni, ið sum kunnugt kann
vera ógvuliga viðbrekin.
Men størstu avbjóðingar-
nar hjá bankanum frameftir
verður at hava stýr á út-
reiðslunum, og at betra um
kredittstýringina.
Hetta verður bøtt nakað
um komandi ár, tá vit seta
eina nýggja váðastýrings-
skipan í verk, eina sonevnda
Basel II skipan. Men vit
fara at halda fram við sama
handilspolitikki
við
at
fíggja fiskivinnuna. Tað er
jú ein partur av okkara inn-
tøkugrundarlag, sigur Janus
Petersen.
Hann vísir á, at vakstrar-
strategiin hjá bankanum
krevur, at teir fara út á
altjóða fíggjarmarknaðin at
lána pengar, og við tí
órógvi, sum hevur verið á
fíggjarmarknaðunum førir
við sær, at Føroya Banki
sær tað sum ein fyrimun at
vera altjóða rataður og at
tað fer at gera tað lættari
hjá
bankanum
at
lána
pening.
Tað ber sjálvandi til at
lána pening uttan at vera
rataður. Vit lántu tvær
milliardir í fjør uttan at vera
rataðir, men eg rokni við, at
tað verður lættari við einari
rating í rygginum, sigur
Janus Petersen.
Føroya Banki góða rating frá Moody’s
Janus Petersen er væl nøgdur við eina A3 rating
Mynd: Janus Petersen
Danmark lyftir
Føroya Banka
tvey pláss upp
Í samandráttinum av frágreiðingini,
sum liggur á heimasíðuni hjá Moody’s,
sigur ratingfyritøkan, at teir rokna við, at
føroyska og danska stjórnin fara at bjarga
bankanum, skuli tað gingið galið
»Havandi í huga sterku lokalu støðuna og týdningin
fyri búskapin, metir Moody’s, at føroyska heimastýri og
danska stjórnin fara at hjálpa bankanum, skuldi hann
komið illa fyri«, sigur Moody’s.
Og framhaldandi verður sagt:
»Rating fyritøkan leggur sær í geyma, at dømi eru um
slíka uppíblandan av føroyska heimastýrinum og donsku
stjórnini undir fíggjarkreppuni fyrst í 90-unum. ...Hetta
tikið við í myndina hevur Moody’s valt at lyft ratingina
tvey stig upp frá Baa2 til A3«.
Tað er altso føroyska heimastýrið og danska stjórnin,
sum lyfta Føroya Banka upp á A3 stigið á ratinglista-
num