Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 • 16. mai 2008 Vikuskifti 7 Eg eri HB-fan - Eg vænti, at HB vinnur føroyameistaraheitið. Tað hevur ikki gingið so væl at skora mál, men teir hava eitt gott lið. Tað er bara ein spurningur um tíð, til málini fara at koma, og so strúka teir heilt fram, sigur Regin Guttesen sum er havnamaður og HBari, hóast hann hevur búð í fleiri ár í Italia. Í dag ber tíbetur væl til at fylgja við í føroyskum fótbólti á netinum. - Størsti kappingarneytin hjá HB verður uttan iva EB, heldur Regin Guttesen. Nógv gott í Klaksvík Hóast Regin Guttesen er havnamaður, so hevur hann eisini bond til Klaksvíkar. - Mamma mín er úr Klaksvík, so eg hevði bond har norðuri, áðrenn eg møtti konu míni. Klaksvík hevur alt nógv gávurík fólk innan tónleik, list og fótbólt, so okkurt gott má tað vera við Klaksvík. - Eg haldi ikki, at eg hevði klárað at búð har, tí tað er so lítið, men mær dámar væl at vitja. Borgarstjórin er syskinabarn mítt, so sambandið er gott, sigur Regin Guttesen smílandi. arar hetta er tað, hann kennir best. Hann kemur heim úr skúla við orðum, sum vit ongantíð hava hoyrt um, og vinir hansara eru italskir. Besti maturin, sum honum dámar, er italskur, og hansara yndismál er tað italska, staðfestir Regin. - Men tað er sjálvandi gott, tí vit vilja fegin hava hann at trívast og kenna seg heima her, leggur hann afturat. Longsulin eftir Føroyum Fyri Heidi og Regin eru Føroyar heimstaðið. Og tey hava fram- vegis heimlongsul eftir ávísum føroyskum. - Vit sakna fólk og samkomuna, sigur Heidi. - Okkara søga saman við fólk- inum her í Italia er so stutt. Vit hava ikki kent hvønn annan so leingi, og tí er tað sjálvandi ikki tað sama sum at vera saman við føroyingum, sum vit hava kent longri. Regin nevnir sjálvandi fótbóltin. - Eg sakni familju og vinir, at fara til fótbóltsdyst sunnudag seinnapart, og so sakni eg ljósu summardagarnar, sigur hann. Men fyribils eru tey nøgd við at gera teirra arbeiði og búgva í Italia. - Eg vóni, at vit vera aftur í Føroyum einaferð, sigur Regin. - Vit vóna at tað verður okkara endastøð, men vit taka ein dag í senn, so vit fáa at síggja, sigur føroyingurin í suður Italia. Eftir góð tvey ár við málsligum venj­ ingum vóru Heidi og Regin Guttesen til reiðar at flyta til bygdina Campobasso, har ein lítil bólkur av evangeliskum kristnum hevði biðið tey komið at hjálpa við at stovnseta eina kirkju. Í dag fer mesta av tíðini við Centro Biblico, nýstovnaðu samkomuni, har á leið 30 fólk ganga regluliga Myndir: Ben Rasmussen