fríggjadagur 16. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 92 - 16. mai 2008
Forkvinnan í landsins
størsta fakfelag ger
greitt, at nú Løgtingið
hevur samtykt útlend
ingamálið, hevur
hon ongan áhuga fyri
at stuðla Javnaðar
flokkinum longur
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ingeborg Vinther fer aldrin
at velja Javnaðarflokkin
aftur.
Tað gjørdi forkvinnan í
Føroya
Arbeiðarafelag
greitt í tíðindunum á Rás2
fyrr í dag.
Tað er leikluturin hjá
Javnaðarflokkinum í út
lendingamálinum,
sum
hevur gjørt forkvinna í
landsins størsta fakfelag so
firtnað, at hon nú vendir
Javnaðarflokkin bakið.
Tað sigur seg sjálvt, at
fakfeløgini missa fullkomi
liga álitið á teimum polit
isku flokkunum, hóast teir
kalla
seg
verkamanna
flokkar. Og tað bara versnar,
sum frálíður, segði hon við
Rás2.
Hon leggur afturat, at
tíverri vísir tað seg so, at
hvørja
ferð,
teir
báðir
størstu verkamannaflokkar
nir fara saman í samgongu,
stinga teir arbeiðarafeløgini
í ryggin, sigur Ingeborg
Vinther.
Tað sigur seg sjálvt, at
eg tími ikki at blíva við at
stuðla flokkum, sum ganga
beint
ímóti
tí,
sum
fakfelagsrørslan
stendur
fyri.
Hon staðfestir tí, at sjálv
hevur hon ongan áhuga í at
stuðla
Javnaðarflokkin
longur, tá ið hann fer eftir
ferð svíkir arbeiðararørsluna
og
rennur
ørindi
fyri
arbeiðsgevararnar.
Hon vil ikki svara fyri
restina av fakfelagsrørsluni,
men sjálv vil hon ikki stuðla
einum flokki, sum gongur
beint ímóti sjónarmiðjunum
hjá fakfelagsrørsluni
Hon ivast kortini ikki í, at
fleiri í fakfelagsrørsluni
hava somu áskoðan, sum
hon.
Rás2 spurdi hana eisini
um hetta er eitt sjónarmið,
sum hon fer at geva víðari
til limirnar í fakfeløgunum.
Tað vil tíðin vísa, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon leggur afturat, at tað
kann væl henda, at
Hon varð eisini spurd um
tað kann koma upp á tal, at
fakfelagsrørslan
fer
at
stovna sín egna politiska
flokk.
Tað kann væl vera, tí
tað kann so nógv henda tey
næstu fýra árini, sigur hon.
Ikki tað síðsta
Hon
leggur
afturat,
at
yvirlýsingin frá fakfeløg
unum verður ikki tað síðsta,
sum politiska skipanin fer
at hoyra frá fakfeløgunum í
hesum máli.
Fakfeløgini lata ikki
hetta málið fara afturvið
borðinum og tí fara vit at
tosa saman aftur í næstu
framtíð.
Samgongan
hevur
stungið fakfeløgini í ryggin,
tí hon tryggjar útlendingum
30 arbeiðstímar um vikuna,
samstundis sum føroyingar
onga trygd hava. Og hon
heldur, at samgongan hevur
eina undarliga uppfatan av
rættvísi, tá ið hon diskrimi
nerar sínar egnu landsmenn.
Hon vísir á, at samgongan
er mannað við trimum
flokkum, sum allir seg
virka fyri samhaldsfesti og
rættvísi.
Men eg dugi ikki at
síggja
samhaldsfesti
og
rættvísi í, at tryggja út
lendingum 30 arbeiðstímar
um vikuna, samstundis sum
um føroyingar sjálvir onga
trygd hava yvirhøvur.
Hon sigur, at fakfeløgini
hava gjørt eitt stórt arbeiði
fyri at vísa samgonguni á
skeivleikarnar í málinum,
men tað hevur ikki havt
nakra ávirkan yvirhøvur.
Hon sipar til, at fak
feløgini vildu hava trygd
fyri at útlendingar, sum
koma til Føroya at arbeiða,
fáa skipað viðurskifti.
Tað kundi gerast við at
lata arbeiðsgevarar rinda
prosentgjøld til fakfeløgini
fyri at hava eftirlit við, at
teir
ikki
arbeiddu
fyri
undirløn.
Vit hava fingið lyfti frá
samgonguni um taka okkara
sjónarmið við, men tað
lyftið helt samgongan ikki.
Hon fegnast kortini um,
at mark er sett á, so at
skrúva verður fyri útlendsk
ari
arbeiðsmegi,
tá
ið
arbeiðsloysið fer upp um
3,5%.
Men tað tryggjar ikki,
at tala verður um skipað
viðurskifti og at útlending
arnir verða løntir eftir før
oyskum
sáttmálum
og
annars fáa tey rættindi, sum
eru.
Hon trýr onki upp á, at
samgongan veruliga fer at
broyta lógina og at gera
neyðugar lógir og kunn
gerðir, sum tryggja, at vit
fáa skipað viðurskifti.
Vit kenna alt til, at
fyribilslógir blíva verandi,
tí politikarar hava ikki rygg
til at broyta lógir, sum fyrst
eru komnar.
Hon trýr heldur ikki
uppá, at tað nú fer at eydnast
at fáa ein fastlønarsáttmála
fyri fólk á fiskavirkjum.
Politikarar hava ført
fram,
at
arbeiðsgevarar
hava váttað, at teir eru
sinnaðir at gera ein fast
lønarsáttmála.
Men
tað
passar ikki, tí tað einasta
teir hava sagt, er, at teir eru
sinnaðir at fara undir eina
tilgongd.
Vit hava tosað við
arbeiðsgevarar um málið,
men tá var so langt ímillum
partarnar, at tað var ikki
hugsingur um tað.
Ingeborg Vinther sigur, at
arbeiðarafeløgini ætla at
royna aftur at tosa við
arbeiðsgevararnar um ein
fastlønarsáttmála.
So fáa vit at síggja,
leggur hon afturat.
Men hon hevur ikki góðar
vónir.
Ein nevndarlimur í
Føroya Arbeiðsgevarafelag
hevur longu boðað frá, at
fastlønarsáttmáli
kemur
ikki upp á tal.
Annars sigur hon, at nú
er ikki neyðugt hjá arbeiðs
gevarunum at gera fast
lønarsáttmála.
Nú kunnu virkini fáa
útlendska arbeiðsmegi og tí
er onki trýst á arbeiðs
gevarunum at fáa fast
lønarsáttmála. Vit heittu á
samgonguna um at bíða við
útlendingamálinum, til vit
høvdu
fingið
fastlønar
sáttmála, fyri at leggja trýst
á arbeiðsgevararnar, men
tað vildi hon ikki.
Einasti løgtingsmaður,
sum vísti fakfeløgunum
virðing og helt síni lyfti,
var
Gerhard
Lognberg,
sigur Ingeborg Vinther.
Ingeborg Vinther vendir
Javnaðarflokkinum bakið
Fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum høvdu fund í gjár um
álopið frá samgonguni, sum tey kalla tað, men hetta verður ikki
at síðsta, samgongan hoyrir frá okkum, sigur Ingeborg Vinther
Ætla at skjóta kúlubøku
Tá londini í altjóða hvalaveiðinevndini IWC hittast til
fundar í Santiago í Kili í næsta mánaði, fer Grønland
at royna at fáa loyvi til at veiða 10 kúlubøkur í ár.
Orsøkin er, at sambært grønlendskum fiskimonnum er
kúlubøkan at rokna sum skaðadjór, tí hon etur nógvan
fisk og oyðileggur nógvan fiskireiðskap. Finn Karlsen,
landsstýrismaður, stúrir ikki fyri, at eitt veiðiloyvi fer
at fáa fólk aðrastaðni at gevast við at keypa
grønlendskar fiskavørur.
Sangonga við minniluta
Nógv bendir á, at CHEsamgongan kanska í framtíðini fer at virka sum ein
minnilutasamgonga, sum hevur brúk fyri at tingast við andstøðuna fyri at fáa
meiriluta fyri málunum. Tað merkir eina uppgerð við blokkpolitikkin, sum vit
kenna hann í dag har andstøðan altíð sigur nei og samgongan ja. Tað sigur
politiski eygleiðarin Jóannes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur við Kringvarp
ið, eftir at løgtingið í gjár samtykti uppskotið hjá samgonguni um skúladepilin
við góðari hjálp frá samgonguni. Samgongan hjá Jóannesi Eidesgaard er
nøkulunda heil, hóast seytjandi tingmaðurin, Gerhard Lognberg, atkvøddi
ímóti skúladeplinum. Við honum sum leysari kanón á samgongudekkinum
verður tað eisini trupult, at fremja samgongumálini sum tey eru niðurskrivað í
samgonguskjalið, sigur samfelagsfrøðingurin.
Feløgini átalað harðliga,
at ríkislógartilmælið um
útlendska arbeiðsmegi er
samtykt, uttan at neyðugu
upplýsingar, fylgilógir og
eftirlit fyriliggja, og uttan
at spurningurin um framí
hjárætturin er loystur.
Við samtyktini hevur
løgting og landsstýrið
givið greið tekin til før
oysku arbeiðarafjøldina
um, at fremmand arbeiðs
megi hevur betri rættindi
til arbeiði her á landi.
Hetta góðtaka fakfeløgini
ikki og krevja, at spurn
ingurin verður loystur.
Feløgini eru ikki ímóti,
at útlendsk arbeiðsmegi
kemur til landið, um
tørvur er á arbeiðsmegi,
men hetta má vera undir
skipaðum viðurskiftum.
Hóast landsstýrið
hevur havt ríkiligt av tíð
at fáa skipað viðurskifti,
er hetta ikki gjørt – tvørt
urímóti vilja hvørki løg
ting ella landsstýri kenn
ast við tilmælini hjá fak
feløgunum um skipað
viðurskifti.
Fakfeløgini hava á ein
jaligan hátt roynt at tikið
lut í arbeiðinum, hava
fundast við flokkar og
landsstýrið um spurning
in, og hóast lyfti eru
givin, vísir hetta seg ikki
at halda.
Feløgini heita á lands
stýrið um at leggja lóg
um fyrisitingargjald fyri
løgtingið umframt saman
við pørtunum á arbeiðs
marknaðinum at skipa
fyri neyðugu kunningini
o.a. fyri teimum útlend
ingum, sum koma henda
vegin at arbeiða.
Feløgini heita harumf
ramt á løgtingið um at
broyta ríkislógartilmælið
soleiðis, at partarnir á
arbeiðsmarknaðinum fáa
neyðuga innlitið í
setanarviðurskiftini hjá
teimum, sum koma henda
vegin at arbeiða.
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Landsfelag Handverkaranna
Yvirlýsing