fríggjadagur 16. mai 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 16. mai 2008
Vikuskifti
6
Føroyingur og tó
Heidi Guttesen hevur føroyskan pápa og amerikanska mammu.
Hon skilur og tosar føroyskt og uppfatar seg sum føroying. Kortini
dugir hon at síggja, at hon ikki er ein typiskur føroyingur.
- Eg havi eina trongd at ferðast og flyta meg, sum eg ikki haldi,
at nógvir føroyingar hava. Flestu føroyingar eru nøgdir at vera
her, men eg vil sleppa at síggja ymisk støð og uppliva nýggjar
mentanir. Harumframt havi eg eisini lyndi at vera rættiliga
diplomatisk. Føroyingar siga tingini meira beint fram, haldi eg.
Kvinnur í Italia
- Í suður Italia er kvinnuleikluturin rættiliga siðbundin, kvinnurnar eru
heima og ikki serliga upptiknar av karrieru, greiðir Heidi Guttesen frá.
- Heimið er teirra stoltleiki. Til dømis er tað vanligt, at ein kvinna har
vaskar gólvið tvær ferðir um dagin og ger heimagjørdan mat úr frískum
rávørum hvønn dag. Menninir eru úti og arbeiða, meðan kvinnurnar
gera alt í heiminum. Tað er teirra arbeiði. Italienska Mama’in kann
síggja út til at vera undirgivin ella kúgað, men í veruleikanum stýrir
hon øllum húsarhaldinum. Hon er uppi í øllum, og einki hendir, uttan at
hon samtykkir tað.
Føroyingar trúboða
í Italia
Við stearinljósum og heitum kaffi
á borðinum eru føroysku røturnar
sjónligar við køksborði hjá Heidi
og Regin Guttesen, sum eru
búsitandi í suður Italiu. Men tað
er ikki angin av røstum fiski og
eplum, sum kemur úr ovninum.
Ein vanligur døgurði hjá føroyska
parinum og fimm ára gamla soni
teirra, Noah, er heldur pasta
við fleiri sløg av osti og nógvari
olivenolju.
- Eg sakni ræst kjøt, skerpikjøt
og lakres, men vit hava vant
okkum við italska matin og okkum
dámar hann eisini – tað er besti
matur í heiminum, staðfestir
Regin Guttesen úr Havn.
Øðrvísi matarmentanin er
ikki tað einasta, sum Guttesen
familjan hevur skula vant seg við,
eftir at tey hava búsett seg sum
trúboðarar í Campobasso, ein
býur við 50.000 innbúgvum, sum
liggur har suðuri í Italia.
Fleirmentað familja
Tey hava bæði drúgvar royndir við
at skifta millum mentanir, áðrenn
tey fluttu til Italia. Heidi vaks upp
á Filipsoyggjunum, har foreldrini
vóru trúboðarar. Og sum barn skifti
hon millum Filipsoyggjarnar, USA
og Klaksvík, heimbýin hjá pápa
hennara.
Regin vaks upp í Havn og upp-
livdi ikki aðrar mentanir enn tað
føroysku, fyrr enn hann var tann-
áringur. Men síðani hevur hann
eisini verið víða um við grafiskari
útbúgving úr Danmark og ar-
beiðsroyndum í tónleikavinnuni
í USA. Italia høvdu hvørki Heidi
ella Regin hugsa um, fyrr enn eft-
ir at tey vóru komin saman. Í 2000
giftust tey og fóru á bíbliuskúla í
Stórabretlandi, og har kendu tey
seg drignan at Italia.
- Í dag kunnu vit hyggja aftur og
síggja, hvussu Gud leiddi okkum
við smáum tingum sum vinum,
ið høvdu verið í Italia, bíligum
flogferðum, so vit kundu vitja landi,
og tað at vit uppdagaðu, at landið
hevði sera fáar evangeliskar kirkjur
ella samkomur, sigur Regin.
Pratingarsamir og
erligir
Regin flutti í 2003 við konu og
soni til stórbýin Napoli, sum við
sínum millióna íbúgvum er kendur
fyri fiskarættir, sól og politiska
korruptión. Í trý ár búðu Heidi og
Regin í býnum og lærdu seg mál
og mentan og vóru virkin í einari
lokalari kirkju.
- Italienarar larma nógv meira
enn føroyingar, sigur Regin.
- Um tú skalt greiða frá onkrum,
mást tú útdýpa allar smálutir. Hetta
krevur nógva orku og nógv orð.
Ein føroyingur sigur bara tað heilt
neyðuga, og um eg snakki sum
føroyingur her niðri, so bíða tey, til
eg geri meg lidnan, tí tað lítla, sum
eg sigi, kann ikki vera alt.
Fyri Heidi kom tað óvart á,
hvussu opin Italiufólk eru um
sjálvt intim familjuviðurskifti.
- Fólk spyrja ótrúliga persónligar
spurningar um tildømis okkara
hjúnarband ella familju, og tey
halda als ikki, at tað er nærgang-
andi at koma við persónligum
viðmerkingum, sigur Heidi og
greiðir frá einari uppliving í Napoli,
har hon fór túr við Noah, meðan
tað regnaði. Tá rópti onkur eftir
henni, at hon mátti fara heim við
dreinginum, tí børn skuldu ikki vera
úti í regni.
- Tey eru ikki bangin fyri at siga
sína erligu meining, sigur hon
smílandi.
Arbeiða seg
arbeiðsleys
Eftir góð tvey ár við málsligum
venjingum vóru Heidi og Regin
til reiðar at flyta til bygdina
Campobasso, har ein lítil bólkur
av evangeliskum kristnum hevði
biðið tey komið at hjálpa við at
stovnseta eina kirkju. Í dag fer
mesta av tíðini við Centro Biblico,
nýstovnaðu samkomuni, har á
leið 30 fólk ganga regluliga.
Heidi er við í barnaarbeiðinum
og skipar fyri kvinnubólkum, með-
an Regin tekur sær av tónleikinum
og prædikar regluliga, umframt
at gera ymisk sjálvboðin grafisk
arbeiðir.
- Vit ynskja at arbeiða okkum
arbeiðsleys. Vit royna ikki at
stovnseta eina føroyska ella
amerikanska samkomu, men eina
italienska. Vit hjálpa teimum bara
at byrja, og so fara vit avstað aftur,
sigur Regin
Men meðan tey eru har, njóta
tey alt tað góða við italienska
lívinum.
Lívsnjótan og
fótbóltur
- Eg elski, at fólkini her eru so
fjálg, sigur Heidi
- Her ert tú ongantíð einsamall-
ur, sjálvt ikki, tá tú ynskir tað. Og
mær dámar, at tey elska at vera
saman. Tey duga veruliga at njóta
lívið.
Hjá Regin eru gleðirnar tann
góði maturin, so sum frískur
mozzarella ostur gjørdur úr búffla
mjólk, vakra italienska umhvørvið,
og so fótbólturin. Umframt at
vera trúgvur HB’ari, heldur Regin
eisini við AC Milan, og tað er
neyvan nakar sjónvarpaður dyst-
ur, sum hann ikki sær.
- Tað, sum fólk vita um Føroyar
her, kemur av, at vit hava spælt
ímóti teimum í fótbólti, sigur hann
Italienski sonurin
Eftir fimm ár í Italia eru tað tó
framvegis ting, sum tey mugu
royna at venja seg við. Eitt av
hesum er at síggja sonin, Noah,
vaksa upp sum Italienara. Hóast
hann uttan trupulleika skiftir
millum føroyskt, ensk og italskt,
so er hann mest italskur.
- Italia er hansara yndisstað,
- Italienarar larma nógv meira enn føroy-
ingar. Og um tú skalt greiða frá onkrum,
mást tú útdýpa allar smálutir. Hetta krevur
nógva orku og nógv orð, sigur Regin
Guttesen, sum saman við konuni Heidi og
soninum Noah hevur búsett seg sum
trúboðari har suðuri í Italia
Trúboðarar
Abby Kirkbride
Sonurin Noah stórtrívist í Italia