fríggjadagur 16. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 92 - 16. mai 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Eitt stig móti
málinum
Løgtingið hevur endaliga avgreitt málið um
depil í Marknagili til teir tríggjar stóru skúlarnar,
Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska skúla.
Við lógini verður heimilað landsstýrismanninum
at byggja skúladepil í Tórshavn innan ásettan
játtanarkarm á fíggjarlógini. Við lógini verður
upprunalógin hjá undanfarnu samgongu sett
úr gildi, og merkir hetta, at nýggja verkætlanin
verður fíggjað beinleiðis yvir fíggjarlógina uttan
lántøku. Hetta er í sjálvum sær áhugavert, tí
hetta er enn ein staðfesting av, at tann beinharði,
mestsum fundamentalistiski fíggjarpolitikkurin
hjá fullveldissamgonguni aftur er komin í hásætið.
Hinvegin er ikki lætt at finna grundir, ið tala í móti
hesum fíggingarformi í eini støðu, har landskassin
hevur ríkiligt av peningi, so tað er ivaleyst skilagott
ikki at fíggja verkætlan við lántøku.
Tað er alkunnugt, at Tekniski Skúli og Føroya
Studentaskúli og HF-skeið í mong ár hava havt
fullkomuliga ótíðarhóskandi karmar. Handilskúlin
hevur eisini plásstrot, og avgerðin um at byggja er
tí eitt stórt stig móti málinum at skapa hóskandi
karmar um hesar sera týdningarmiklu skúlar.
Sum kunnungt var deplin eitt stórt mál hjá
undanfarnu samgongu, og alt bendir á, at ósemja
hevur verið, tí depilsuppskotið hjá tí samgonguni
fevndi ikki um Føroya Studentaskúla. Hetta var
ein stórur veikleiki við verkætlanini, og tí er tað
nú bert at fegnast um, at tað hevur eydnast hesari
samgonguni at skapa semju um, at verkætlanin skal
fevna um allar tríggjar skúlar. Hóast verkætlanin
enn ikki tykist heilt liðug m. a. tí hølistørvurin enn
ikki er lýstur út í æsur, so liggur fast, at byggjast
skulu 17.000 fermetrar, og at verandi handilsskúli
verður innlimaður í nýggju verkætlanina, um tørvur
er á hesum.
Bygningurin skal verða liðugur í 2013, og er her
talan um størstu skúlabygging nakrantíð. Nú eru
so gongd komin á hetta mál, ið hevur spøkt síðan
áttatiárini. Næsta takið er at nútímansgera og
samskipa hesar tríggjar stovnar, sum skulu húsast
í nýggju borgini í Marknagili. Næsta stigið snýr
seg sostatt um tað, ið vanliga tykist hava minsta
áhugan hjá føroyskum politikarum, nevniliga
innihald og stovnsbygnaður. Frá undanmanni
sínum hevur landsstýriskvinnan arvað eitt gott
støði fyri hesum parti av verkætlanini. Undanfarna
samgonga kunngjørdi eina ætlan um at samskipa
alla miðnámsútbúgvin í Føroyum, og nú er
lagamanni at seta fulla ferð á hesa tilgongd. Í hesi
tilgongd eigur at verða leitað við ljós og lykt eftir
øllum hugsandi rationaliseringsmøguleikum og
møguleikum fyri heilt ella lutvísari samanlegging
av útbúgvingum. Tað kann ikki vera skilagott og
rationelt at hava fleiri miðnámsútbúgvingar enn
grannalond í einum so lítlum landi sum okkara. Her
mugu vera stórir møguleikar fyri eini skilabetri og
ódýrari skipan.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Við mínum drúgvu
royndum frá ítróttar
arbeiði haldi eg meg hava
nakað at geva, og tí havi
eg tikið av avbjóðingini at
lata meg stilla upp til
forsetavalið í ÍSF
Hvør eri eg
Eg eiti Annsy Høghamar,
eri fødd og uppvaksin á
Eiði, men havi í mong ár
búð í Havn. Á Eiði var
familjan virkin í bæði hond-
og fótbólti, og tað gjørdist
eg eisini. Tá eg í 70-unum
flutti til Havnar, fylgdi
ítróttaráhugin við, og eg
havi verið virkin í hondbólti
í Kyndli, sum bæði spælari,
venjari og nevndarlimur. Til
fyri tveimum árum síðani
havi eg verið virkin í
nevndini í felagnum.
Hví stilli eg upp
Tá eg fekk áheitan frá Hond-
bóltssambandi Føroya og
stuðul frá øðrum sersambond-
um, gjørdi eg av, at eg vildi
taka við avbjóðingini. Sum
virkin á mongum økjum
innan ítrótt, síggi eg hetta
sum eina stóra og spennandi
avbjóðing, og við mínum
drúgvu royndum haldi eg
meg hava nógv at geva.
Hvat vil eg
Støðan hjá feløgunum stend-
ur mínum hjarta nær, og eg
vil virka fyri at hjálpa feløg-
unum, so tey kunnu mennast
og styrkjast á fleiri økjum.
Ikki minst vil eg vera við til
at styrkja nevndararbeiði,
skunda undir spælara- og
venjaraútbúgvingar og virka
fyri førleikamenning í
feløgum sum heild.
- Føroyskur ítróttur skal
altíð vera eitt gott tilboð til
øll, tí ítrótturin er sjálvboðin
og mennandi fyri bæði børn,
ung, tilkomin og gomul
- Neyðugt er støðugt at
menna bæði elitu og breidd,
og her hugsi eg í høvuðsheit-
um um elituna í samstarvi
við sersambondini og breidd-
ina í samstarvi við feløgini
- Umráðandi er, at ítróttar-
feløg og ítróttarfólk virka
við ábyrgd, so tað altíð
gevast bestu umstøður hjá
børnum og ungum at bæði
venja og kappast í einum
rúsfríum og tryggum
umhvørvi
- Sersambondini skulu
stuðlast í menning av
altjóða limaskapi og sam-
starvi, og eitt mál eigur at
vera, at fleiri føroyingar
gerast virknir í nevndar- og
leiðsluarbeiði í altjóða høpi
- Saman við sersambond-
unum eigur dentur at verða
lagdur á førleikamenning
við skeiðum av ymsum
slagi fyri bæði spælarar,
venjarar, nevndarlimir og
onnur, ið varða av
ítróttinum
- Ítróttasamband Føroya
eigur at vera eitt stað, har
øll kunnu leita sær ráð og
vegleiðing í bæði ítróttar-
ligum og skipanarligum
spurningum
- Størri ljós skal varpast á
tann týdning, ítrótturin
hevur fyri fólkaheilsuna, tí
ítróttur og góð heilsa ganga
hond í hond
- Eg vil virka fyri, at
ítrótturin fær bestu karmar
at virka undir, og her eigur
samstarvið millum Ítrótta-
samband Føroya og myndug-
leikarnar at mennast og
styrkjast á fleiri økjum, so
mest fæst burturúr at útvega
fleiri mennandi tilboð til
børn, ung og vaksin
- Flestu ítróttargreinar
hava altjóða viðurkenning,
men enn ikki allar, og tí vil
eg arbeiða fyri, at vit á
øllum mótum styrkja og
menna altjóða samstarv og
stuðla allar royndir at fáa
altjóða limaskap
Eg fegnist um, at ser-
sambondini eiga og røkja
sín altjóða leiklut á besta
hátt, og eg frøist um, at eitt
stórt arbeiði verður gjørt í
sersambondunum. Elitan er
í sersambondunum fyrst og
fremst, og ofta hava vit
einstaklingar, sum standa
seg væl í altjóða høpi. Hesi
eru allarbestu »ambassa-
dørar« fyri Føroyar, og tí vil
eg virka fyri, at tey fáa
bestu umstøður til bæði
venjing og kapping.
við ítróttarkvøðu
Tí stilli eg upp
ANNSy
HøgHAMAR
Suðuroyarprestur, Jónsvein
Bech, sigur ikki satt, tá hann í
bløðunum týskvøldið skrivar
um hátíðarhaldið, nú kirkjan á
Tvøroyri fer um tey 100 árini:
"Ikki so frægt, at tað var
vert at nevna í nakrari av
tíðindasendingunum".
Skal upplýsa suðuroyar-
presti, at vit høvdu tíðindi
um kirkjuna og hátíðarhaldið
mikudagin - dagin fyri
hátiðarhaldið á Tvøroyri 1.
mai. Somuleiðis høvdu vit
tíðindastubba um skránna í
vikuskiftinum.
Ikki fyrrenn dagin fyri
hátíðarhaldið kom eitt lívs-
tekin frá kirkjuni - kirkjuráði
ella presti - tá ein faldari kom
á tíðindadeildina.
Fáar dagar undan hátíðar-
haldinum segði ein starvs-
felagi mær, at hon hevði
frætt, at 100 ára hátíðarhald
skuldi haldast Kristi Himm-
alsferðardag, men at einki
alment var upplýst um tað.
Ringdi til Tvøroyar týs-
dagin fyri at vita, um tað var
so. Fekk upplýst, at tað pass-
aði og at skráin lá á tíðinda-
portalinum hjá Suðurrás.
Hevði ikki ætlað at leggja
meg í orðaskiftið um kirkju-
liga hátíðarhaldið á Tvøroyri
og vantandi luttøkuna hjá
Kringvarpi Føroya, men tá
prestur skrivar nakað, sum
ikki er rætt, loyvi eg mær at
koma við hesi rættleiðing.
Kann leggja aftrat, at tá
onkur - áhugafelag, ítróttar-
felag, fyritøka ella stovnur -
hevur ein mekisdag, so boða
tey vanliga frá hesum í
góðari tíð. Bara fyri at kunna
um tað. Ikki eitt kis frættist
um hátíðarhaldið á Tvøroyri.
Fyrireikararnir - prestur ella
kirkjuráð - eiga eisini at
stinga í egnan barm, og
spyrja, um tey ikki eisini
eiga ein part vantandi
tíðindaflutningi ella luttøku.
Suðuroyarprestur sigur seg
vera væl nøgdan við hátíðar-
haldið og at fyrireikararnir
hava fingið nógvar jaligar
afturmeldingar um tað. Tað
er gleðiligt, men jaligu aftur-
meldingarnar høvdu óivað
verið fleiri, um fyrireikarar-
nir høvdu lagt hátíðarhaldið,
soleiðis at tað slapst aftur og
fram hátíðardagin.
Við Smyrli slapst ikki til
guðstænastuna kl. 11, tí tá
var Smyril ikki komin suður,
og heldur ikki var møguligt
at náa almennu móttøkuna
kl. 18, tí tá var Smyril á veg
norðuraftur. V.ø.o. var neyð-
ugt at fara suður mikudag og
norðuraftur fríggjadag!!!
Kundu fyrireikararnir ikki
havt flutt guðstænastuna til á
miðdegi og hátíðarhaldið til
fyrr seinrapartin?
Loyvi mær at enda spyrja
suðuroyarprest, hvat hann
meinar, tá hann skrivar: "Og
framyvir skulu vit nokk lata
vera við at órógva tykkum
fleiri sunnu- og halgidagar."?
Suðuroyarprestur fer lætt um...
Tíðindaleiðari í
útvarpinum
JóHANN
MoRtENSEN