fríggjadagur 16. mai 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 • 16. mai 2008
Vikuskifti
12
Tann 26. januar í 1955 hendi
ein skipsvanlukka, sum eins
væl kundi verið ein tann størsta
vanlukkan í Føroyum. Hetta var tá
í íslendski trolarin „Egill Rauði“
sigldi á land við 34 monnum uppi
á Vestfjarðum. Av teimum vóru
19 føroyingar. Tað eydnaðist at
bjarga 29 av manningini. 18 av
hesum vóru føroyingar. Ein av
teimum var Tórálvur Mohr Olsen,
sum greiddi soleiðis frá hesi
hending:
Fóru á land
Tann 25. januar høvdu vit ligið
inni undir Grønulíð og krokað
orsakað av illveðri. Tá royndu vit
aftur at sigla út á fiskimið, men
her var nógv ísing av skipinum.
So vit vendu aftur og sigldu
aftur undir Grønulíð, men tá fóru
vit á land. Skipið tók land beint
áðrenn klokkan seks, og tá vóru
teir flestu í messuni. Eg hevði
verið millum teir fyrstu at skaffa
og ætlaði mær fram í lugarið,
og tá eg kom fram undir bakkan
- tá høgdi. Eg helt fyrst, at vit
høvdu siglt á eitt annað skip. Eg
fór aftur á dekkið. Tað var myrkt,
og eg sá lítið annað enn brimið.
So eg fór aftur á bátadekkið, har
manningin var savnað saman.
Skipið hevði bakkað, tá tað brast,
men tá tók í av nýggjum, og tá
brotnaði skipið beint við spælið.
Eg minnist eldneistarnar, beint
sum tað brotnaði. Tað var sum at
síggja eitt bál.
Bjargingarbáturin
brotnaði til alla
lukku…
Bjargingarbáturin brotnaði til
alla lukku í sama viðfangi. Varð
hann settur út í heilum líki,
hevði hann brotnað beinanvegin.
Hevði fólkið verið farið í hann,
hevði lagnan hjá teimum verið
hareftir. Tað var ikki møguligt
at vera á bátadekkinum, so vit
fóru allir inn á brúnna. Á veg
upp á brúnna fóru fýra mans fyri
borð, tí sjógvurin gekk so nógv
yvir afturskipið. Hesir vóru allir
íslendingar, og so syrgiligt var
tað, at tríggir av teimum vóru úr
sama húsi í Nekaupstaði.
Eg fór inn í bakborðsgangin,
men sjógvurin náddu meg eisini
her, so eg skolaði aftur og fram,
men at enda fekk eg fast í spælið.
Tá vóru brotnaðu partarnir av
skipinum farnir at førka seg frá
hvørjum øðrum. Hevði eg tá farið
niður ímillum, hevði eg onga søgu
havt at fortelja. Men eg fekk hildið
fast í spælið, sum var aftanfyri
brotið, og tað eydnaðist mær at
sleppa upp á brúnna. Tá hevði eg
mist stivlar og hosur, sum vóru
skolaðir av mær. Tað frysti so illa,
at eg føldi ikki beinini uppi á mær.
Eg fekk kortini ongan varandi
skaða av fótafrostinum.
Vit vóru 29 mans á brúnni
og í leytaranum niður til
skiparakamarið, sum var fult av
sjógvi. Her stóðu vit í 18 tímar og
fingu ikki rørt okkum.
Vit vóru allir illa klæddir. Nógvir
vóru í berari skjúrtu. Men eg var
í troyggju. Men tað var eydnast
øllum at sleppa í bjargingarbelti,
og tað var eitt sindur av lívd í
tí. Men afturat tí vóru vit allir
dálkaðir av oljuni, sum var likin úr
tangunum. Tá skipið klovnaði, rann
svartoljan úr tangunum, og vit vóru
allir svartir sum nekarar. Men oljan
hevur uttan iva lívgað okkum eitt
sindur eisini. Og so høvdu vit hitan
av hvørjum øðrum, tí vit stóðu so
tættir saman.
Afturparturin á skipunum lá
soleiðis, at stýriborðssíðan lá
niðri í briminum, og hallið var
so nógv, at tað breyt á brúnni,
men eydnan hjá okkum var, at
afturparturin lá á einum skeri,
annars var tað koppað.
Skipið var strandað á flóð.
Nógvir hildu, at møguleiki var
at koma upp á land beinleiðis
av vrakinum. Orsøkin til hetta
prát var, at vit óttaðust fyri, at
afturparturin á skipinum fór at
koppa, tá tað aftur fór at fløða.
Vit vóru tríggir ella fýra, eg var
ein teirra, sum vóru valdir at
fara yvir í bakborðsgangin at
hyggja niðan í fjøruna eftir hesum
møguleikanum.
Tað var svarta myrkur og
kavarok, og brimið breyt í fjøruni.
Tað er ivasamt, um tað í heila
tikið hevði eydnast at komið á
land. So semja gjørdist um at
vera verandi umborð. Og hetta
var eisini ein røtt avgerð. Vit
høvdu annars fryst í hel.
Fram á náttina var kavaódnin
so tjúkk, at vit sóu ikki ljósinum
frá skipunum, sum lógu útfyri,
men sum frá leið fór at rivast í
kavarokinum, at vit fóru at síggja
ljósið frá ljóskastarum. Tástani
vistu vit, at vit vóru funnir.
Tað var Grimsbytrolarin „Anda-
nes“, sum fann okkum fyrst. Hann
hevði eisini góðan radara og
hevði sterkan ljóskastara.
Fyrsta hjálpin kemur
Síðani kom ein lítil bátur til
okkara. Hann var 15-20 tons og
kallaðist „Andvari“. Hann kundi
koma nærri til okkara enn tey
størru skipini, og vóru tað ikki
meira enn 100 metrar millum teir
og okkum.
Teir á „Andvari“ royndu beinan-
vegin at skjóta línu yvir til okkara,
men tað var so nógvur vindur,
at línan feyk burtur frá okkum.
Teir skutu fleiri ferðir, og tað
eydnaðist at enda at fáa samband
við seinasta skotinum, sum teir
áttu. Hetta skotið mundi eisini
Tóralvur kundi eins væ
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Frásøgn
Herfyri doyði Tórálvur Mohr Olsen 80 ára
gamal. Hetta var óvantað, tí Tórálvur var
væl fyri heilt til ta seinasta. Tóralvur er
kendur sum løgtingsmaður, har hann var
ein av teimum sáttligu og sakligu. Í tí
sambandinum komu vit at kennast. Í 2005
vóru 50 ár liðin, síðan Tórálvur var sera nær
við at farast á sjónum. Í samstarvi við
Tórálv varð tá gjørd frásøgn um hesa
hending. Tað kann vera hóskandi at gera
ein samandrátt, nú Tórálvur er farin
Tórálvur Mohr Olsen. Var nær við at farast í á sjónum í 1955
Her sæst Tórálvur uttast tv. á leivdunum á vrakinun saman við øðrum av manniningi