fríggjadagur 16. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 92 - 16. mai 2008
13
viðmerkingar
Viðmerkingar til “Álit um
almennan málpolitikk”
1. Vegir til at styrkja
føroyskt
Álitið nevnir sum yvirskipað
endamál at tryggja føroyskum
máli støðu sum “fullkomnum
og samfelagsbærum máli á
øllum økjum í samfelagnum”.
Til at røkka hesum máli
mælir Málstevnunevndin til
at “menna og dagføra tíðar
hóskandi føroysk yrkorð,
sum eru atkomilig í øllum
yrkisgreinum”. Mælt verður
til,, at frálæran verður styrkt
longu í barnagarði og for
skúla og tættir, ið víkja at
hesum evnum, skulu vera
partur av lærara og náms
frøðiútbúgvingum. Eisini
verður mælt til, at “almenna
fyrisitingin orðar felags
málstevnu” (s. 6).
So er spurningurin, um
hetta er tann rætta leiðin.
Føroyskt hevur fingið nakað
av ávirkan uttaneftir – tað fáa
øll mál, sum ikki eru deyð.
Fakorðini (sum nú skulu eita
yrkorð), eru ein partur av
sjálvum fakinum og mugu og
kunnu tí ikki broytast. Ein
harðrend málstýring pluss ein
ómøgulig stavseting kunnu
føra til, at fólk venda sær frá
føroyskum og heldur fara at
brúka danskt ella enskt.
2. Um at fylgja og tvinga
“Nevndin mælir til, at Før
oyska málnevndin verður
skipað sum eitt málráð, ið fær
myndugleika til at løggilda
rættstavingarlistar, sum
almennu stovnarnir og skúl
arnir eiga at fylgja.” (s. 13).
Tað er rætt, at tað kundi
verið hent at havt eitt breitt
samansett málráð við neyðug
um kunnleika og myndug
leika til at geva ráð og veg
leiðing. Men vit skulu ikki
hava nakað málpoliti, og tað
má ikki gerast ólógligt at
velja síni orð sjálvur.
Um ta núverandi málnevnd
ina verður sagt, at Móðurmáls
lærarafelagið hevur rætt til
ein lim í nevndini, men sagt
verður ikki, at hetta felagið
hevur verið óvirkið í nógv ár.
Málstevnunevndin vil í
fleiri støðum gera yrkorð og
seta í verk løggilding av hes
um nýggju orðunum. Um tað
mishátta orðið løggilding
skal uppfatast sum autori
satión, so er hetta eitt mis
forstáilsi. Tað ber ikki til at
tvinga fólk at stava rætt.
3. Demokratiskt orðaskifti
Um virksemið hjá Málnevnd
ini verður sagt (s. 22), at hon
hevur mælt til at “seta
føroyska talu á allar danskt
mæltar sendingar”.
Hetta er hvørki neyðugt
ella skilagott. Allir føroying
ar forstanda danskt, og teir
allarflestu hava ongar trupul
leikar við at skilja norskt og
svenskt. Hetta er ein mentan
arligur fongur, sum mong
misunna okkum, og taka við
tey íslendsktkønu við, so
styrkir hetta okkara støðu
sum norðurlendskur mið
depil. Royndir vísa, at tví
mælt og trímælt verða serliga
kring málsliga og mentalt
yvirhøvur.
Á síðu 23 verður aftur tos
að um lógargrundarlag. Men
vit kunnu ikki hava lógir um
málbrúk. Tað eigur at vera
púra frítt at úttala seg (sí Dan
marks Riges Grundlov §77).
Síðani verður skotið upp at
umskipa Málnevndina til
“eitt málráð, har fleiri enn
teir áhugabólkar, ið eru um
boðaðir í nevndini, fingu
umboð”.
Hetta er skilagóð tala. Vit
hava ongantíð havt eitt máls
ligt organ, har ymiskar áskoð
anir hava kunnað verið bornar
fram. Serliga hesi seinastu u.l.
40 árini hava vit upplivað eitt
slag av málsligum einaræði,
sum hevur smoygt subjektivar
og vísindaliga ógrundaðar
reglur og broytingar niður um
oyruni á málbrúkaranum.
Men so verður aftur sagt, at
vit eiga at gera løggildar rætt
skrivingarorðalistar (s. 23), og
vit skulu gera yrkorðanevndir
(s. 23), og føroyska málnevnd
in verður skipað sambært lóg.
Og landsstýrismaðurin skal
løggilda.
Um skrivtmálið, sum vit
fingu í 1846, verður sagt, at
hetta var “savnandi uppruna
frøðiligt skriftmál”. Hetta er
ikki beint. Skrivtmálið, sum
Hammershaimb gjørdi undir
ávirkan av Jón Sigurðsson,
hevur syndrað og órógvað nú
í eini hálvtannaðhundrað ár.
Íslandsfegnir tjóðskaparmenn
forðaðu “Broytingini” hjá 7
mannanevndini og beindu fyri
Føroyingafelag og
Føroyingatíðindum.
4. Fleiri tímar og milliónir
Málstevnunevndin hevur
havt fundir við skúlafólk og
myndugleikar og hevur
funnið “ein sera jasøgnan og
tilvitaðan hugburð” og hug
til at bøta um heildarstøðu
málsins.
Ásannað verður, at føroysk
børn lesa nógv minni enn teirra
javnaldrar í teimum skandinav
isku londunum (s. 35). Tær før
oysku bøkurnar eru for fáar,
men mælt verður til at læra
næmingar “at miðla bókment
ir”. Og so skal føroyskt eisini
fáa fleiri tímar á skemanum.
Men hvussu kann tað nytta
at geva fakinum føroyskt
fleiri tímar og fleiri milliónir
av krónum, um nú orsakirnar
til vánaligar lesivanar eru at
finna aðrastaðni? Um nú tað
er so, at tað kunstiga málið
hvørki gagnast ella sodnast?
Og hvussu lætt er tað at
skriva rætt við einari stav
seting, sum er óneyðuga
torfør og hartil ólogisk? Tann
einstaki lærarin hevur ein
Urias post, og tí mistrívist
hann og vil sleppa úr skúla
num. Tað nyttar einki at oysa
milliónir í eitt system, sum
ikki fungerar.
5. Censurur og
centralisering
Um økismiss (domænetab)
verður sagt á s. 50, at “á
Vinnuháskúlanum er før
oyskt heilt burtur í maskin
meistaraútbúgvingini”.
Hví man hetta vera? Er
nakað galið við okkara skúl
um – ella er nakað galið við
tí útgávuni av móðurmáli
nuim, sum í hesum árum
verður trýst ígjøgnum?
Um Orðabókagrunnin
verður sagt á síðu 55, at
“hann verður lagdur undir
Málnevndina”. Hví hendan
centraliseringin? Er ætlanin
at fáa fleiri orðabøkur, ella er
ætlanin at fáa ræðið á
útgávuvirkseminum?
Á síðu 57 kemur “løggild
ingin” uppaftur. Hetta kann
bara forstandast sum ynski
um at sleppa at innføra censur
av skúlabókum og øðrum
undirvísingartilfari. Eitt
sovorðið stig hevði verið
grovt álop á prinsippið um
metodufrælsi: lærarin velur
sjálvur tað tilfar, hann heldur
hóska til næmingarnar.
6. Yvirskiping
Um gerð (oftast umseting) av
lógartekstum verður sagt:
“At enda verður teksturin
oftast sendur einum málkøn
um. Ofta eru tað torlisnir
tekstir, og meir enn so kemur
fyri, at málsliga viðgerðin
skeiklar løgfrøðiligar orðing
ar, og so má komast afturum
aftur.” Hetta er júst neyðin í
málreinsingini: tað sakliga
innihaldið má dvína fyri tí
røttu máltrúnni.
Málstevnunevndin tykist
sannførd um, at føroyingar
ikki duga føroyskt (t.e. í
hesum føri reinsiføroyskt).
Undir yvirskrivtini “Yvir
skipaður málpolitikkur” á
síðu 69 verður sagt, at hesin
málpolitikkur “skuldi eggjað
fólki í fyrisitingini til at eftir
útbúgvið seg í føroyskum”.
Í teimum fylgjandi 12
reglunum kemur orðið ‘yvir
skipað’ minst sjey ferðir fyri.
Her er ikki pláss fyri nøkrum
iva: føroyingar skulu komm
anderast til at taka við tí kunst
iga og óføroyska málinum,
sum reinsimenn leggja fram.
Men hvussu rímar hetta við
demokratiskan hugsunarhátt?
Lagt verður afturat, at “løg
maður ella løgmansskrivstov
an kundi t.d.verið tann stovn
ur, sum endaliga góðkennir
ein yvirskipaðan málpolitikk
fyri fyrisitingina”.
Løgmaður sum málsligur
yvirskipari. Hetta er ein
tankagongd, sum er nýggj í
Føroyum.
7. Sibbar
Um frælsið hjá tí einstaka
verður sagt, at “er eingin
málpolitikkur, verður tað
skjótt, at fólk hvørt í sínum
lagi gera av, hvussu málið
skal vera”. Nei, her krevst
eftirlitsarbeiði, og almennum
fjølmiðli eigur ikki at vera
loyvt at skáka sær undan
málsligari ráðgeving (s. 74).
Tað hevði verið interessant
at fingið at vita, hvørja straff
málfútarnir ætla at geva
teimum forherðingunum,
sum ætla at skáka sær undan.
Um skúlan og móðurmálið
verður sagt á síðu 75, at “13
ára skúlagongd gevur ikki
øllum nóg góðar førleikar í
móðurmáli....”
Hetta er eitt merkiligt mis
forstáilsi. Øll verðin lærir
móðurmálið heima hjá
mammu – uttan føroyingar;
teir læra tað – eftir hesum at
døma – í skúlanum, og læra
tað eftir 13 árum so illa, at vit
blomstra sum heimsins næst
niðastu sibbar í PISA
kanningum.
Eru okkara børn tápuling
ar? Nei, tað er trúligt, at vit
finna orsakirnar til PISA
dumpingina aðrastaðni enn í
barnahøvdum: í skúlunum, í
skúlabókunum, hjá foreldrun
um, í umsetingini av PISA
spurningunum, í fjølmiðlum,
sum raðfesta almenna vitan
lágt, í heimføðiskapi og
nationalistiskari nalvaskoð
an. Eru okkara børn vánalig,
hvat eru so okkara lærarar og
politikarar? Hvørja ávirkan á
lærdómin hevur tað, at okk
ara børn sita og gráta uppi
yvir “føroyskum” skúlabók
um, sum eru púra óforstái
ligar? (Skygni, 1991: klomb
ur, ferningur, frumvaldur,
javnfirringur, rætthyrningur,
vinkulhálvbýtislinja, krafla....
Og teoribókin hjá komandi
sjáførum roynir at gera sítt
fyri ferðslutrygdina á tann
hátt, at nógv dumpa, tí tey
ikki forstanda tað kunstiga
og óføroyska málið.)
8. Eingin málpolitikkur
Málstevnunevndin heldur tað
vera spell, “at vit í 2007
ongan málpolitikk hava”,
men vit hava tó havt eitt slag
av óalmennum málpolitikki,
og hesin ”óalmenni málpoli
tikkur legði seg nær at tí
íslendska og fylgdi sostatt tí
siðvenju, sum fyrsti útbúni
málfrøðingur okkara, Jakob
Jakobsen, doktari í málfrøði,
slóðaði fyri um og beint eftir
aldaskiftið 1900” (s. 98).
Hetta er ikki rætt. Doktor
Jakobsen vildi hava eina
fonetiska rættskriving, men
hann slakaði nógv og tók
undir við “Broytingini” hjá
hinum í 7mannanevndini hjá
Føroyingafelag. Bæði Hamm
ershaimb og Jakobsen vóru í
nevndini. “Broytingin” bleiv
samtykt av Føroyingafelag,
men saboterað av teimum,
sum hildu fast við uppskotið
frá 1846. Stríðið førdi sum
kunnugt til, at bæði blaðið og
felagið doyðu.
Tað er heldur ikki rætt, tá
ið Málstevnunevndin sigur,
at vit hava havt ein “óalmenn
an málpolitikk”. Tað, sum vit
hava havt, er eitt politiskt og
psykologiskt trýst frá reinsi
fólki. Trýst á skúlabørn,
journalistar og onnur. Tað er
misjavnt, hvussu reinsiklikan
hevur verið kvalifiserað, men
hon hevur so ikki havt nakra
demokratiska legitimering.
9. Málstevnunevndin mælir til
Málstevnunevndin kemur við
nógvum “tilmælum”, sum –
vissi tey verða fylgd – koma
at kosta landskassanum
útivið 100 milliónir krónur.
Men tað er óhugsandi, at
tey verða fylgd.
Tilmælini eru ósaklig og
ekstremistisk. Løgtingið
hevur annað at brúka pengar
til. Og tað er ikki trúligt, at
tingfólk fáa seg til at taka
undir við teimum ódemo
kratisku sjónarmiðum, sum
skyggja ígjøgnum á hvørjari
síðu í álitinum: Málnevndin
verður heimilandi stovnur;
landsstýrismaðurin løggildir;
skúlar og almennir stovnar
hava skyldu at fylgja regl
unum; setast skulu yrkorða
nevndir; námsfrøðingar skulu
útbúgva seg í miðlafrøði...
Arbeiðið at gera yrkorð
verður raðfest, og listar við
frøðiorðum verða gjørdir fyri
allar frøðigreinir og útbúgv
ingar (s. 112).
Málstevnunevndin mælir
til: Játtast skulu 25 milliónir
krónur til skúlabøkur til allan
skúlan, so at alt undirvísingar
tilfar kann verða endurnýggj
að fimta hvørt ár (s. 113).
Kringvarpið skal hava 15
20 størv afturat. Setast skal ein
útbúgvin málráðgevi í
Kringvarpinum, sum skal leið
beina og annars hava eftirlit
við, at samtyktu stevnumiðini
um málnýtsluna á stovninum
verða fylgd (s. 115).
Høvuðsætlanin tykist vera
at ómynduggera allar føroy
ingar frá ellisárum og niður í
barnagarðin. Vøggustovan
verður ikki nevnd (men tað
verður “mál í móðurlívi”...).
10. Óbrúkiligt álit
Álitið frá Málstevnunevndini
er órealistiskt í sínum krøvum
og tilmælum og óviðkomandi
í síni máláskoðan. For fáir
tímar og pengar er ikki pro
blemið; tað er heldur inni
haldið í undirvísingini. Móð
urmálið verður lært heima hjá
foreldrunum. Tað passar ikki,
at danskt og enskt eru í ferð
við at oyðileggja føroyskt.
Málið er ein seig organisma.
Tann veruligi vandin er tann
høvuðleysa málreinsingin og
orðafabrikatiónin, sum gera,
at fólk føla seg fremmand í
sínum egna máli. Í staðin fyri
málreinsing eiga vit at hava
málvøkstur og fegin taka við
teimum donsku og inter
nationalu orðunum, sum vit
hava brúk fyri.
Ein syrgilig síða av hesum
áliti er tann fjalda dagsskrá
in. Allastaðni har, sum orðið
føroyskt verður nevnt, verður
meint við reinsiføroyskt, t.e.
tað kunstiga málið, sum
puristar halda seg hava rætt
til at trýsta inn.
Ein pedagogiskur antikvi
tetur sker í eyguni: Nevndin
tykist halda, at tvang og komm
ando og eftirlit og heimiling
og løggilding og yrkorðalistar
eru góð amboð á tí estetiska
øki, sum málburður og skald
skapur eru. Einki fær verið
skeivari. Tampur og skammi
krókur hava ongan lærdóm
gandað fram.
11. Tann puristiska
málkósin er problemið
Tað gongur ein kaldur og
óhugnaligur gjóstur av eins
rætting og harðræði gjøgnum
hetta álitið. Tað er at vóna, at
tingfólk vísa hesum frá sær
og í staðin lata nakað av peng
um til bókaútgávu, so at
okkara skrivandi fólk kunnu
skriva frítt og uttan censur og
peningaligan miss. Teir nógvu
feilirnir, sum skúlabørn og
nógvir aðrir føroyingar gera,
tá ið tey skriva føroyskt,
kunnu gerast færri, um vit
gera rættskrivingina lættari.
Tað arbeiðið kundi verið ein
virðilig uppgáva hjá einum
komandi Málráði, sum
umboðar fleiri máláskoðanir.
Mál er ikki bara glosur og
rættskriving. Mál er í nógv
størri mun alt tað stílskap
andi: fastar vendingar, málisk
ur, orðatøk, metaforar, nuanc
ur, tað at duga at taka til. Før
oyskir lærarar, sum noyðast at
sita og rætta edd, skuldu
heldur fingið møguleika til at
gjørt nakað við hesa síðuna
av málkunnleikanum.
Tann besti mátin at klúgva
uppeftir í PISAstiganum og
fáa føroysk børn at lesa
meira og stava betur er at
skriva og umseta bøkur, sum
børn og hálvvaksin tíma at
lesa – og sum eru á einum
hóskandi máli.
At gagna føroyskum er at
góðtaka fólksins mál og fak
málini og tær international
ismur, sum vit hava brúk
fyri. Málreinsing er darvandi
og skaðilig. Málið er eitt
amboð og ikki ein politiskur
koyril. Vit hava ikki brúk fyri
politiskari stýring av okkara
máli. Vit hava brúk fyri
víðast møguligum frælsi til
at skriva skaldskap,
skúlabøkur og alt annað.
Í nevndini í Málfelagnum sita:
André Niclasen
Dan R. Petersen
Regin Eikhólm
Um at gagna málinum
www.umseting.fo
Málfelagið
Fríður bleiv eg á
fremmandari grund.
Ljósið skein bjart, so tað
sveið í nakkanum.
Tað føldist sum ein sitrón
lá á eygnasteininum.
Fanans lort, øll árini vóru
geld, nyttuleys.
Tóm av vónum, naiviteti,
treytaleysum áliti.
Spiltur stinkandi greytur,
sum onkur hevur miðið í.
Tað luktar av landi, ikki
mínum, men mammons
landi.
Fá tær eitt lív áðrenn ov
seint er.
h. j. k. Mouritsen
Frá ongum
til alt